mánadagur 29. oktober 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 5
Hetta er ein av heimsins bestu leiðaraútbúgvingum
- og hon verður tikin í Havn.
Henley Management College
Telefon 0045-70105005
info@henley.fo
”Hjá mær var tað avgerandi at
fáa eina MBA-útbúgving, sum er
altjóða viðurkend. Mær dámdi
eisini væl Henley-hugskotið, ið
víkur frá hinum, tí at uppgávurnar
snúgva seg um títt egna virki. Tað
hevur við sær, at tað, sum verður
lært, beinanvegin kann verða nýtt
í verki; og tú fært nøkur amboð,
sum kunnu verða nýtt beinleiðis
í gerandisdegnum. Eg vil eisini
leggja dent á smidleikan, sum
ger tað gjørligt at steðga á, tá
ið tørvur er á tí – annars hevði
eg ikki fi ngið lesnað, arbeiði og
privatlív at hingið saman.”
Jens Chr. Olsen,
stjóri á Fiskimarknaði Føroya.
Tók Henley MBA-prógv í 2006
Nú fært tú høvi at nema tær eina altjóða viðurkenda MBA-útbúgving í Føroyum. Eitt av
fl aggskipunum í hægri handilsútbúgvingum, Henley Management College, býður royndum
føroyskum leiðarum og serfrøðingum eina útbúgving á hægsta stigi í strategi, búskapi og leiðslu.
Útbúgvingin byrjar í februar 2008.
Vit menna teg fakliga, vit menna teg sum menniskja, og vit geva tær høvi at menna títt
virki, longu meðan tú ert lesandi. Tí tú fert at royna ástøði og amboð gjøgnum uppgávur,
ið snúgva seg um tín egna gerandisdag. Tú fert at fi nna fram til loysnir, ið verða mettar og
viðgjørdar av nøkrum av fremstu leiðsluserfrøðingum í heiminum. Loysnir, ið ofta geva tær
íløguna í tína Henley MBA fl eiri ferðir aftur.
Henley MBA-útbúgvingin er normerað til 1.800 tímar yvir 3 ár. Tað gevur umleið
12 tímar um vikuna.
Altjóða viðurkenning er tín trygd fyri, at tú fært fult virði fyri pengarnar
Henley er ein av teimum fáu hægri handilsútbúgvingunum í heiminum, sum er viðurkend av trimum altjóða felagsskapum: Tí evropiska EQUIS
(European Quality Improvement System), tí amerikanska AACSB (the Association to Advance Collegiate Schools of Business) og tí enska
AMBA (Association of MBA´s). Hesir eru viðurkendir stovnar, ið støðugt meta um og kanna, hvussu dygdargóð útbúgvingin er.
Kunnandi fundir
Tú kanst fáa meira at vita um útbúgvingina
og frætta um royndirnar frá øðrum, ið hava
tikið eina Henley MBA, á kunnandi fundum
á Hotel Føroyum
mikudagin 31. oktober 2007 kl. 16-18
týsdagin 4. desember 2007 kl. 16-18
Til ber at lesa meira á www.henley.fo
www.moesgaard-as.dk