mánadagur 29. oktober 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007
FaroExpo 07
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Keldan í Skálafirði verður karmur
um fyrilestrarnar, sum er ráð
stevnuparturin av FaroExpo. Hes
ir verða hildnir týsdagin 30.
oktober, og lagt verður fyri klokk
an 12.30. Eftir hvønn fyrilestur,
sum eru fýra í tali, verður høvi
hjá áhoyrarum at seta spurningar.
Teir, sum fara at halda fyrilestur,
eru:
Gordon Rajani úr EIK banka,
sum fer at tosa um keyp og sølu
av fyritøkum.
Stefán Jón Friðriksson, deild
arleiðari í íslendska fíggjarmála
ráðnum, sum fer at tosa um ein
skiljing av almennum fyritøkum.
Ragnar Nystøyl, norðmaður
sum arbeiðir hjá CEO, Kontali
Analyser. Hann fer at tosa um
evropeiskt og altjóða rák í sam
bandi við laks og hvítan fisk.
Leif Bergman, stjóri í Henley
Management College í Onglandi,
fer at tosa um evnið, sum hann
kallar ”Building people Building
business”.
Virkisráðgevingin, sum sam
skipar FaroExpo, heldur, at allir
hesir fyrilestrarnir eru sera við
komandi.
Ragnar fer at hugleiða um,
hvørji rák eru innan sjómat, bæði
í Evropu og um heimin annars, og
hann fer eisini at hugleiða um rák
ið innan framleiðslu og marknað
fyri laksaúrdráttum. Norðmaðurin
fer at meta um, hvussu rákið fyri
tosk og annan hvítan fisk í Evropa
verður. Kontali Analyser er kend
um allan heim fyri sínar greiningar
og metingar av framtíðini innan
fiskiog alivinnu í Norðuratlants
havi og kring um heimshøvini.
Virkisráðgevingin sigur, at Stéf
an fer at tosa um sølu av almennum
fyritøkum, sum er eitt sera aktuelt
evni í Føroyum í dag.
Stéfan fer at tosa um sam
bandið millum almenna og privata
sektorin í sambandi við keyp av
almennum ognum og tænastum.
Hann fer at greiða frá, hvussu
handilin fer fram millum privatar
og almennar fyritøkur í Íslandi.
Stéfan fer eisini at greiða frá
gongdini at einskilja almennar
fyritøkur í Íslandi.
Leif Bergman fer at tosa um, at
ein leiðsla skjótt kann renna seg í
eina røð av tvístøðum, tá avgerðir
skulu takast, og hesar avgerðir
verða eins nógv ávirkaðar av per
sónsmenskum, sum av førleik
anum hjá leiðaranum.
Hann fer at vísa á, hvussu
leiðarar kunnu mennast til at velja
rætt fyri seg sjálvar, fyritøkuna og
fyri framtíðar íleggjarar.
Virkisráðgevingin
sigur,
at
Gordon Rajani fer at greiða frá,
hvussu tað ber til, at Eik Banki er
tað felag, sum er vaksið skjótast í
Føroyum. Bankin er eisini byrj
aður við eini nýggjari tænastu,
sum er at ráðgeva fyritøkum í
keypi og sølu.
Hvussu kann ein fyritøka brúka
hetta sum eina vakstrarstrategi
ella kanska sum eina umleggingar
strategi, er ein av spurningunum,
sum Gordon Rajani fer at royna at
svara, sigur Virkisráðgevingin um
fyrilestrarnar í Kelduni.
Ætlandi verður fyrilestrarrøðin
í Kelduni liðug um 16.30tíðina.
Í sambandi við, at FaroExpo og
Mentanarvika er í Runavíkar-
økinum í komandi viku, tekur
Handilsmiðdepilin eisini sín
virknað lut
FaroExpo 07
Vilmund Jacobsen
Runavíkar kommuna hevur eitt ríkt handils
lív, sum hevur stóra ávirkan á býarlívið í
økinum.
Handlarnir, sum eru partur av Handils
miðdeplinum, hava sæð tað sum ógvuliga
avgerandi úteftir, at teir marknaðarføra seg
í felag.
Fjølbroytt útboð
Tað eru einir 50 handlar í økinum. Av hes
um eru umleið 30 limir í Handilsmiðdepli
num, sum saman bjóða fram sítt fjølbroytta
vøruútboð.
Í Runavíkarøkinum fært tú at kalla alt,
sum tú hevur brúk fyri.
Handilsmiðdepilin skipar regluliga fyri
longum leygardøgum, sum vanliga er fyrsti
leygardagur í hvørjum mánaði.
Eitt annað av afturvendandi tiltøkunum
er ”open by night”.
Handilsmiðdepilin gevur eisini út felags
blað við lýsingum av ymiskum slagi, og
miðdepilin er altíð við, tá skipað verður
fyri stórum tiltøkum í økinum.
Eisini hesaferð
Nú Mentanarvika verður í Runavíkarøki
num í komandi viku er Handilsmiðdepilin
eisini við.
Fríggjakvøldið 2. november er ”open by
night” á skránni, og tá verður eisini skipað
fyri einum mótakvøldi í Stokkastovuni í
Saltangará.
Leygardagin 3. november er so aftur lang
ur leygardagur.
Umframt hetta, sum Handilsmiðdepilin
tekur stig til í Mentanarvikuna, skipa fleiri
av handlunum eisini fyri smærri tiltøkum.
Open by night og langur leygardagur
Fríggjakvøldið 2. november hevur Handilsmið
depilin í Runavíkar kommunu ”open by nigth”
– og dagin eftir er langur leygardagur
Tungvektarar
halda fyrilestur
í Kelduni
Týsdagin verða fýra áhugaverdir fyrilestrar
hildnir í Kelduni í Skálafirði. Ein av fyrilestra-
haldarunum er norðmaðurin, Ragnar Nystøyl.
Hann arbeiðir fyri fyritøkuna Kontali Analyser,
ið er kend um allan heim fyri sínar greiningar og
metingar av framtíðini innan fiski-og alivinnu
Gordon Rajani, Eik Banki,
keyp og søla av fyritøkum
Stefán Jón Friðriksson, deildarleiðari
í íslendska fíggjarmálaráðnum
Leif Bergman, stjóri í Henley
Management College í Onglandi
Ragnar Nystøyl, norðmaður sum
arbeiðir hjá CEO, Kontali Analyser
FAKTA
Fyrilestrarnir í Kelduni
eru fýra í tali, og teir eru
almennir.
Luttøkugjaldið er 520
krónur. Tað kann í
prinsippinum rindast við
dyrnar, men best er, um
tað verður goldið um
heimasíðuna
www.faroexpo.fo
Eftir hvønn fyrilestur er
høvi hjá áhoyrarunum at
seta spurningar