mánadagur 29. oktober 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007
FaroExpo 07
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um fáar dagar verður triðja
FaroExpo vinnustevnan í røðini
sett í Ítróttarhøllini í Runavík.
Meðan sjálv vinnustevnan í
Ítróttarhøllini í Runavík og vinnu
ráðstevnan, sum er í Kelduni í
Skálafirði, vara í tveir dagar til
samans, varar Mentanarvikan frá
sunnudegnun 28. oktober til og
við sunnudagin 4. november, báð
ir dagarnir íroknaðir.
FaroExpo verður soleiðis týs
dagin 30. oktober og mikudagin
31. oktober.
Símun Hammer, stjóri í Sp/f
Virkisráðgeving, hevur í fyrsta
lagi Rannvá Troest, sum áður
arbeiddi á Kunningarstovuni í Sal
tangará, sum sína sjónligu høgru
hond í samskipingini.
Undanfarnu árini hevur Rannvá
eisini hjálpt Virkisráðgevingini
tær seinastu vikurnar undan stóra
tiltakinum, og tá hevur hon serliga
lagt tey mentanarligu tiltøkini til
rættis.
Men tað eru mong onnur, sum
eisini eru við í arbeiðnum at fáa
alt at sampakka, tá Mentanarvikan
og seinni FaroExpo fara av bakka
stokki.
Heldur fleiri
Símun Hammer sigur, at talið av
fyritøkum, sum vóru við í fjør, lá
um 40, og talið í ár er ikki minni,
kanska heldur størri. Út við helm
ingurin er úr útlandinum.
Jú, tað er eitt tak at fáa alt til
takið upp at koyra, og tað eru
eisini nógv ting, sum skulu gerast
dagarnar uppundir byrjanina.
Hann vísir á, at tað heilt einfalt
eru nøkur ting, tú ikki ordiliga
fært gjørt fyrr enn í síðstu løtu, og
tí kunnu seinastu dagarnir vera
nokso strævnir.
Men, leggur hann aftrat.
Tað er heldur ikki soleiðis, at
vit hugsa um at gevast á hendur
og ikki ætla at halda fram við
FaroExpo og Mentanarvikuni,
sum nú hava verið afturvendandi
tiltøk í kommununi triðja árið á
rað.
Hann sigur, at vanligt er at hava
eftirmetingarfund um, hvussu
partarnir halda, at alt eydnaðist,
og tá verður stýringsbólkurin fyri
Eysturoyar Vinnulívsfelag sjálv
sagt eisini tikin upp á ráð.
Á slíkum fundum verður eisini
hugt í bakspeglið og mett um, um
vit, sum stóðu aftanfyri tiltøkini
og tær fyritøkur, sum við vóru,
náddu teimum málum, ið sett
vórðu út í kortið.
Símun sigur, at stigtakararnir
og fyriskipararnir eisini eftirmeta
úrvalið og breiddina av fyritøk
unum, sum vóru við. Hetta verður
gjørt við tí fyri eyga at meta um,
hvørt onkrar nýggjar – og møgu
liga størri fyritøkur møguliga
skuldu verið við eitt annað ár.
Hann sigur, at tá ið innbjóðingar
verða sendar út, fer Virkisráðgev
ingin eftir teimum málbólkum,
sum hildnir verða at tæna vinnu
stevnuni og luttakarunum á bestan
hátt.
Øðrvísi skipan
Hugskotið aftanfyri tiltakið er at
menna samstarv millum fyritøkur
og feløg av ymiskum slagi, før
oyskar og útlendskar. Í stuttum er
endamálið at geva teimum, sum
við eru, høvi at selja – og/ella
keypa meira.
Á eini vanligari framsýning ella
sølustevnu, sum vit kenna tær í
Føroyum og uttanlands, vísa fyri
tøkur fram sínar vørur og tæn
astur.
Men á FaroExpo ræður tað í
fyrsta lagi um at skapa kontaktir,
at samskifta og knýta bond. Hesin
háttur fyri sølu og keypi av vørum
og tænastum er væl dámdur og
hevur vundið uppá seg kring um
heimin.
Símun sigur, at hesin háttur er
bæði bíligari og effektivari, tí her
stendur tú ikki og bíðar eftir møgu
ligum viðskiftafólki ein stóran
part av tíðini, sum tú vanliga gert
á eini sølustevnu.
Á eini vinnustevnu sum
FaroExpo kanst tú vera virkin alla
tíðina og soleiðis brúka tíðina
optimalt. Tað er meira upp til ein
støku fyritøkuna, hvussu væl og
effektivt viðkomandi dugir at
brúka tíðina, sigur hann.
Nakað fyri eygað
Sosialurin hevur verið við á báð
um teimum undanfarnu vinnu
stevnunum í Runavík, og tú sært
skjótt, at her er talan um eitt
annað slag av stevnu enn eitt nú
North Atlantic Fish Fair, har fram
sýnarar í flestu førum hava ymiskt
vøruúrval við á sínum básum.
Og tó.
Allir básarnir á FaroExpo eru
kortini ikki bara hvítir og berir
allir, sum teir eru. Tað eru fleiri,
sum prýða básin við ymiskum
Nógv skal fáast upp á
FAKTA
Felagið, sum stendur
aftanfyri FaroExpo, er
Eysturoyar Vinnulívsfelag,
sum hevur sitandi ein
stýringsbólk, ið virkar
sum eitt slag av starvs
nevnd.
Stýringsbólkurin hevur
tær yvirornaðu uppgáv
urnar við FaroExpo, og
síðan er tað Sp/f Virkis
ráðgeving, ið hevur sæti á
Høgabóli, sum er sam
skipari av vinnustevnuni.
Virkisráðgeving sam
skipar eisini Mentanar
vikuna saman við Runa
víkar kommunu.
Tey húsast í norðara enda niðri undir og uppi á loftinum. Hetta er ikki nakar stórur skrivstovubygningur, men
her hendir nógv, og Sp/f Virkisráðgeving hevur eitt nú leitt nógvar fyritøkur fram til ISO-góðkenningar
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tað er nógv ting, tú ikki ordiliga
fært gjørt fyrr enn í síðstu løtu,
og tí eru seinastu dagarnir upp-
undir vinnustevnuna altíð ein
rokalig tíð her hjá okkum, sigur
Símun Hammer, stjóri í Sp/f Virkis-
ráðgeving, sum er samskipari av
FaroExpo og Mentanarvikuni