Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 9 uppsløgum við tilknýti til virk­ semið hjá fyritøkuni. ­ Sjálvandi velja tey, sum við eru, í ein ávísan mun at pynta sín­ ar básar eitt sindur við plakatum og øðrum fyri at skapa eitt hugna­ ligt og viðkomandi umhvørvi – og onkur hevur faldarar við, sum kunnu lýsa virksemið, sum fyri­ tøkan fæst við. Men hetta er ikki tað primera, sigur Símun Hamm­ er. Hvat er partneriat? Men hvat er so eitt ”partneriat”, sum hesin sølu/ keyp og samskiftis­ háttur vanliga verður róptur? ­ Partneriat konseptið er ein serliga nærlagdur háttur at knýta sambond millum áhugabólkar. Sum luttakari fært tú eitt serligt høvi til at marknaðarføra tína fyri­ tøku mótvegis fleiri londum, og á vinnustevnuni eru bert fólk, sum kunnu taka avgerðir – og onkur kemur júst fyri at hitta tína fyri­ tøku, sigur Símun. Hann vísir á, at fyrireikingar verða gjørdar undan einum partneriati, soleiðis at fyritøkur longu frammanundan hava latið samskiparan vita, hvønn tey hava hug at fundast við. ­ Vit fáa soleiðis at vita, hvør hevur hug at samskifta við hvønn, og síðan leggja vit fundartíðirnar til rættis, soleiðis at tær passa sam­ an, so ikki fleiri avtalur eru um somu tíð við. Business to business Símun sker út í papp og sigur, at høvuðsingrediensurin á básunum í Ítróttarhøllini hesar dagarnar er góða umhvørvið og fundarborð­ ið. ­ Her hava tey luttakandi høvi at ”selja” seg yvirfyri hvørjum øðrum, og hetta er tað, sum rópt verður ”business to business”, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at skipanin við ferðavinnustevnuni Travel Mart líkist skipanini við FaroExpo. Munurin er bara hann, at á Travel Mart eru keyparar fyri seg og seljarar fyri seg. Tað eru tey, sum bjóða út ferðirnar – og so tey, sum hugsandi eru áhugaði at keypa tær. Á vinnustevnuni kunnu fyritøk­ ur saktans bæði hava áhuga fyri keypi og sølu. Stjórin sigur, at tað eru bara tær fyritøkurnar, sum eru á vinnu­ stevnuni, ið kunnu fundast síná­ millum. Er ein føroysk fyritøka, sum kundi hugsað sær at hitt onkra av luttakandi fyritøkuni, ikki við sum luttakari á vinnu­ stevnuni, so letur hetta seg ikki gera. ­ Antin ert tú við – ella ert tú ikki við. Soleiðis er skipanin, leggur hann aftrat. Formelt og óformelt Símun Hammer sigur, at mesta tal­ ið av fundum, sum kunnu avtalast fyri hvørja fyritøku sær á vinnu­ stevnuni, er 16, um hvør fundur varar í umleið ein hálvan tíma. ­ Flestu fyritøkur velja tó at hava onkrar steðgir ímillum fund­ arvirksemið, og tí eru einir 12 fundir hóskandi. Hann vísir á, at tá allar fyritøk­ urnar eru undir somu lon hesar báðar dagarnar, stevnan varir, ber saktans eisini til at seta seg saman og práta í matarsteðgi og við onn­ ur høvi. ­ Alt byrjar jú við ”get to geth­ er”, sum aftur í ár verður í hølun­ um hjá Eik Banka, og tá sjálvur stevnuparturin er liðugur, verður skipað fyri gallaveitslu, har høvi eisini er til prát. Fyri einstøku fyri­ tøkuna, er tað altíð onkur, sum er áhugaverdari enn onkur onnur, og í slíkum føri ber saktans til at tosa nærri um tingini, eisini uttanfyri avtalaðu fundartíðina. At enda kann so okkurt áhugavert spyrjast burtur úr, sum tænir báðum pørt­ um. Tað snýr seg jú um at samstarva, so samstarvið er til fyrimunar fyri báðar – ella fleiri – partar, sigur Símun Hammer, stjóri. Gevur úrslit Á heimasiðuni hjá FaroExpo, sum nýliga er dagførd, verður sagt, at luttøkan úr útlandinum á stevnuni hesaferð verður munandi breiðari enn bæði tey undanfarnu árini, og hetta fegnast Virkisráðgevingin um. ­ Eftirmetingar frá FaroExpo í 2006 og 2005 vístu, at nógvar fyri­ tøkur hava fingið væl burtur úr sínari luttøku. Hjá onkrum er tal­ an um beinleiðis størri ordrar, meðan tað hjá øðrum er talan um samstarv við útlendskar fyritøkur, har ordrar eisini eru spurdir burtur­ úr. Soleiðis ber til at staðfesta at FaroExpo spælir ein týðandi leik­ lut í altjóðagerðini av føroyskum vinnulívi. Lagt verður aftrat, at tað krevur ikki nógva fyrireiking hjá luttakar­ um at verða við á vinnustevnuni. ­ Tað einasta, sum fyritøkurnar skulu fyrireika seg til, er til eina røð av gevandi fundum við aðrar fyritøkur, sigur Virkisráðgeving­ in. Sjálv vinnustevnan byrjar sum nevnt týsdagin og heldur fram mikudagin í komandi viku, men “get to gether” tiltakið verður longu kvøldið fyri, mánakvøldið 29. oktober. pláss móti endanum Á FaroExpo hava fyritøkurnar, sum við eru, høvi at ”selja” seg yvirfyri hvørji aðrari. Hetta er tað, sum rópt verður business to business. Hátturin er ikki so vanligur í Føroyum, men hevur vundið upp á seg og er væl umtóktur aðrastaðni, sigur Símun Hammer, stjóri í Sp/f á Virkisráðgevin Mynd: Vilmund Jacobsen - Eftirmetingar vísa, at nógvar fyritøkur hava fingið væl burturúr sínari luttøku á FaroExpo. Hjá onkrum er talan um beinleiðis størri ordrar. Aðrar fyritøkur hava fingið í lag samstarv við útlendskar fyritøkur, har ordrar eisini eru spurdir burturúr, sigur Símun Hammer Mynd: Vilmund Jacobsen