Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 Meðan Mentanarvika og FaroExpo eru í Runavíkarøkinum, fer Eik Banki, sum er ein av høvuðs­ stuðlunum, at skipa fyri áhugaverdum tiltøkum, ið snúgva seg um at ”leggja í framtíðina” – og um ”ung og íverksetan”. Bassi fer eisini at vitja børnini á torginum og í Ítrótt­ arhøllini FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað eru tríggir høvuðsstuðlar aft­ an fyri FaroExpo og Mentanar­ vikuna í Runavíkar­økinum. Hesir eru Eik Banki, Atlantic Airways og Runavíkar kommuna, sum eisini er verts kommuna triðja árið á rað. Í sambandi við, at Eik Banki er ein av høvuðsstuðlunum, hevur bankin sett sær fyri at skipa fyri nøkrum áhugaverdum tiltøkum. Legg í framtíðina Týskvøldið 30. oktober klokkan 19 skipar Eik Markets fyri til­ takinum “Legg í Framtíðina”. Her verður kunnað um, hvussu tú kanst senda pengarnar til arbeiðis ­ sum tey rópa tað ­ við at seta teir í virðsbrøv, og kunnað verður eis­ ini um, hvørjar pengar tú kanst brúka til virðisbrøv, eitt nú kapital­ pensjón. Tað verða Margareth Djurhuus og Sverri Justinussen hjá Eik Markets, sum fara at greiða frá. Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Stórustovu í Barnagarðinum á Mýrunum í Runavík. Tey, sum ynskja at verða við, kunnu tekna seg á heimsíðuni www.eik.fo ella á deildini hjá Eik í Saltangará. Evsta mark at boða frá luttøku er mánadagin 29. oktober. Ung og íverksetan Mikukvøldið 31. oktober klokkan 19.30 skipar Eik­ungdómsdeildin (18­25) fyri tiltakinum ”Ung og íverksetan”. Íverksetan, hvat er tað? hevði man kanska spurt fyri bara fáum árum síðani, men alt broytist. Alsamt fleiri ung seta í dag egið virki á stovn. Hetta er spennandi, og hugskotið hevur 80% at siga, siga íverksetarakøn. Rani Nolsøe frá Íverksetara­ húsinum í Klaksvík og Bjartur Nolsøe hjá Vinnulívsdeildini í Eik leggja fram. Eisini fer Evald Johannesen frá ”Paintball Føroy­ ar” at greiða frá sínum hugskoti. Umframt okkurt gott til góman, fara Beinta og Jórun at spæla tón­ leik. Tiltakið, sum er ókeypis, verður hildið í Hæddini í Saltangará, og tú kanst tekna teg á heimasíðuni hjá ungdómsdeildini hjá Eik. Bassi er blíður Tá Eik Banki er við, er Bassi sjálv­ andi eisini at síggja, og soleiðis fer Bassi eisini hesaferð at seta sín dám á Mentanarvikuna og fer at gleða børnini við onkrum góð­ um. Tá ið Elin Heinesen hevur sett Mentanarvikuna, vitjar Bassi børnini. Og tá ið stóra barnatiltakið, sum er umrøtt aðrastaðni í FaroExpo­blaðnum, verður í Ítrótt­ arhøllini, verður Bassi aftur við onkrum góðum til børnini. Tá ið Bassi er við, er hann altíð í gávuhýri, so spennandi verður at síggja, hvat hann fer at finna uppá hesaferð. Í sambandi við, at 300 ár eru liðin, síðan skipið Norska Løva strandaði á Lambavík nýggjársaftan ár 1707, hevur Bygdasavnið Forni á Glyvrum eina framsýning um hetta skipsbrot í Mentanarvikuni FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Norska Løva, sum mong hava hoyrt nevnda, var á veg úr Keyp­ mannahavn til Trankebar í Eyst­ urindiu. Skip og manning komu í eitt ógvusligt ódnarveður 18. desemb­ er í 1707. Seglini skrædnaðu, og mastrarnar brotnaðu. Í ódnarveðrinum mistu teir 14 mans og nógvan farm og róku fyri vág og vind, til teir komu inn á Lambavík nýggjársaftan í 1707. Øtlaði aftur Náttina millum 3 og 4. januar 1708 var aftur illveður, og tá smildraðist skipið og sakk. Nakrar ferðir hevur verið grivið eftir Norsku Løvu, men uttan úrslit. Tó finnast lutir, sum hava hoyrt til skipið. Hava fólk áhuga fyri hesi søgu, eru tey meira enn vælkomin at støkka inn á gólvið hjá Bygda­ savninum Forni á Glyvrum. Bygdasavnið fer at hava opið alla Mentanarvikuna frá 28. oktober til 4. november, gerandis­ dagar frá klokkan 16­18 og sunnu­ dagar frá klokkan 15­18. Meðan skipið lá á Lambavík náttina millum 3. og 4. januar 1708 gjørdist aftur illveður, og tá smildraðist skipið og sakk. Frammanundan høvdu teir bæði mist fólk og farm í havið 300 ár síðan Norska Løva fórst Eik Banki og Bassi gera um seg í Runavík Eik Banki er ein av trimum høvuðsstuðlum aftanfyri FaroExpo og Mentanarvikuna. Hinir eru Atlantic Airways og Runavíkar kommuna, sum eisini er vertskommuna Mynd: Vilmund Jacobsen Eftir setanina av Mentanarvikuni í fjør heyst, vóru báðir Bassarnir við – og soleiðis verður eisini, tá stevnan verður sett hesaferð. Er Eik við, eru Bassarnir hjá bankanum eisini við Mynd: Vilmund Jacobsen