mánadagur 29. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 209 - 29. oktober 2007
Alt síðani 1852 hava Før
oyar havt 7 valdømi. Frá
2007 eru allar Føroyar at
rokna sum eitt valdømi.
Hetta kann tykjast at vera
ein ógvuliga stór broyting.
Men hyggja vit at, hvussu
samskiftirmøguleikarnir í
breiðastu merking eru
broyttir frá 1852 og til í
2007, so mugu øll ásanna,
at tað er ikki meira enn
rímiligt, at framburðurin
endurspeglast í samfelags
strukturinum. Ein av hes
um natúrligu og neyðugu
rationaliseringunum er, at
allar Føroyar sjálvandi eiga
at roknast sum eitt
valdømi.
Allir dómadagsprofetar
nir, sum vildu seta niður
kommissiónir og nevndir
fyri at køva málið, og sum
spáddu, at demokratiið
hevði sæð sínar bestu
dagar her á landi, og at
útjaðarin fór at fara heilt í
rot, at útjaðarafólk (hvørji
tey so eru) fara at missa
hugin at fara á val, teir fara
óivað at síggja, at alt fer at
laga seg nógv betur, enn
tað var frammanundan. Øll
tey, sum vilja, at alt skal
vera, sum tað altíð hevur
verið, verða nú noydd at
hyggja inn í framtíðina við
nýggjum eygum. At ein
partur av valdu løgtings
limunum nú hava tikið seg
saman og hava víst dirvi at
gera nakað við framtíðini í
huga og sum fer at styrkja
ta demokratisku tilgongd
ina í framtíðini, tað er bara
at frøast um.
Gjørdi Edmund rætt?
Nógv hevur verið tosað
um, at tað var skeivt av
løgtingsformanninum at
leggja hetta uppskotið um
eitt valdømi fram. Men tað
er uttan fyri nakran iva, at
var tað ikki júst formað
urin, sum setti tað fram, so
hevði eitt slíkt uppskot
ongantíð á ævini verið
samtykt. Fýra ferðir áður
hava ymisk tingfólk lagt
uppskot fram um eitt
valdømi, men hvørja ferð
er tað kulað niður. Var tað
andstøðan, sum kom við
uppskotinum, so var tað
prædestinerað, at tað var
felt. Við teimum royndum
vit hava av samgongum, so
er tað við vissu givið, at
hon hevði ikki sloppið at
lagt eitt slíkt uppskot fram.
Við øllum sum vit gera,
eru bæði fyrimunir og
vansar. Tað hevur verið
lætt hjá ymsum serfrøð
ingum og ávísum ting
limum, sum hava hildið
seg fara at verða raktar av
rekylinum frá uppskoti
num, at vísa á vansar. Men
meirilutin í tinginum hevur
so hildið, at vansarnir fara
at verða at liva við, og at
fyrimunirnir í nógv størri
mun fara at viga upp ímóti
vansunum. Tað kann væl
vera, at tað geografiska
býtið av tinglimum fer at
verða eitt sindur øðrvísi,
enn núgaldandi lógin hevur
tvíhildið um. Men er tað
nú so galið, at demokratiið
verður loyst úr fjøtrandi
bondum, og at alt Føroya
fólk endiliga sleppur at
manna løgtingið á
javnbjóðis hátt?
Hvat nú við
veljarafeløgunum?
Nevndin í Norðoyar Sam
bandsfelag skal hava tað
rós, at hjá teimum er stutt
frá tanka til handling. Tað
hava tey mangan víst áður.
Tá ið átakið um fleiri
kvinnur í politikki rættiliga
poppaði upp í fjølmiðlu
num, var nevndin skjót at
melda út, at hon fór at
stilla líka nógvar kvinnur
sum menn á listan. Gott
dømi at taka eftir! Men tey
vóru kanska í so skjót á
klikkipinninum, tá ið tey
avráddu, at gjørdust
Føroyar eitt valdømi, so
var grundarlagið undir
veljarafeløgunum burtur,
og at Norðoya
Sambandsfelag kundu líka
so væl fáa kúluna fyri
pannuna við brestin.
Men veruleikin verður
ein heilt annar. Lokalfeløg
ini fara at hava akkurát líka
nógvar uppgávur, sum tey
altíð hava havt. Tey fara
framvegis at mæla sínum
landsfelag til, hvørji úr
teirra øki eiga at vera mill
um tey í mesta lagi 45, sum
flokkurin stillar upp til
løgtingsval. Annars hava
feløgini tær somu upplýs
andi og eggjandi uppgávur
nar, sum tey altíð hava havt.
Teir valdu politikararnir
fáa nú eina víðkaða
skyldu. Fyrr skuldu teir
fyrst og fremst hava
kontakt við sítt egna
veljarafelag. Nú hava teir
sjey lokalfeløg, sum
umboða teirra veljarar.
Hesi skulu røkjast bæði
væl og virðiliga, hava teir
sítt politiska lív kært, og
eftir sum politikararnir nú
fara at arbeiða javnt fyri
alt landið, fara vit kanska
at sleppa av við handan
spjaðandi og køvandi
skilnaðin millum útjaðara
og miðstað.
Val til løgtingið verður í
seinasta lagi 19. januar
komandi. Tá sleppur
nýggja skipanin at royna
seg, og eingin ivi er um, at
hon fer at roynast heldur
frægari enn pessimistarnir
hava spáað. Fólkatingsval
verður eisini um miðjan
november, og við tað
valið hava Føroyar altíð
virkað sum eitt valdømi.
Og eitt er heilt vist, at
valskipanin hevur ikki
skyldina í, at nógv halda,
at tað eru tey skeivu
valevnini, sum verða
vald.
Latið nú bara valini koma
Eilif
SamuElSEn
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá góði maður mín og pápi,
verpápi, abbi og langabbi okkara
Dánjal Petur Hansen
(á stykkinum) Nes
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum, sum dagliga vóru um hann
øll hesi mongu ár hann var sjúkur.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Parkinsonfelagið.
Tøkk til øll tykkum, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Mary,
Elsa, Margretha, Hans Terji, Andrias,
Alberg, Magnus, Dagmar og Eyðbjørg
Tøkk
Vit takka øllum tykkum, sum á ymsan hátt
hjálptu til tá
Kári Jensen
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri samkenslu og troystarrík orð
og tøkk til tykkum øll, ið vístu honum
seinasta heiður til jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Heri Jensen
Tjóðveldi hevur gjørt av
at hava ein opnan lista til
fólkatingsvalið, so at tey
lokalu limafeløgini kunnu
stilla so nógv valevni upp,
sum tey hava hug til. Og
tey fyrstu nøvnini eru
longu klár
Fólkatingsval
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tjóðveldið hevur longu latið
startskotið av til valstríðið í sam
bandi við fólkatingsvalið.
Á eykaflokstingið í gjár varð
avgjørt, at flokkurin skuldi hava
ein opnan lista til valið. Tað merk
ir, at tjóðveldisfeløgini runt um í
landinum, kunnu stilla so nógv
valevni upp, sum tey vilja.
Tað ber til, tí til fólkatingsval er
tað óavmarkað, hvussu nógv
kunnu stilla upp, men hvørt val
evni skal hava ein stillara.
Og tey fyrstu nøvnini eru longu
komin á ein lista, men flokkurin
ger vart við, at talan er um ein
fyribils lista og at tann endaligi
listin verður klárur seinni í vik
uni.
Tey, sum fyribils eru í umbúna
at stilla upp til fólkatingsval fyri
Tjóðveldi, eru Høgni Hoydal,
Annita á Fríðriksmørk, Heini O.
Heinesen, Heidi Petersen, Her
geir Nielsen, Bjørt Samuelsen,
Sjúrður Skaale, Tórbjørn Jacob
sen, Jórun Høgnesen, Petur í
Gong, Róaldur Jákupsson, Berg
tóra Høgnadóttir Joensen, Jákup
Petersen, Óluva Klettskarð, Nikl
ái Petersen, Olga Biskopstø og
Sólfríð Flallsbak.
Sostatt eru níggju mannfólk
og átta konufólk á fyribils lista
num hjá Tjóðveldinum til fólka
tingsvalið.
Einastu løgtingslimir, sum ikki
stilla upp, eru Finnur Helmsdal
og Páll á Reynatúgvu.
Ætlanin er at hava endaliga list
an kláran ein av allarfyrstu døgu
num.
Bjóða øllum at stilla upp til fólkatingsval
Tjóðveldi ætlar at hava ein fjølment
an lista á fólkatingsvalinum 13.
novembur og tey fyrstu nøvnini eru
longu klár. Endaligi listin verður
klárur um fyrsta dagin
Mynd: Áki Bertholdsen