Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 29. oktober 2007 13 viðmerkingar Landsstýrið hevur sent til hoyringar uppskot til nýggja náttúruverndar­ lóg at koma ístaðin fyri verandi Løgtingslóg nr. 48 um nátúrfriðing frá 1970. Hetta er í tøkum tíma nú ágangurin á føroyska náttúru gerst størri og størri og fløkj­ urnar økjast í tali sam­ stundis sum avvarandi myndugleiki Innlendis­ málaráðið dag um dag er í hornatøkum við komm­ unustýri, feløg og einstaklingar Stórsta frambrot í nýggju lógini er m.a. at vit fara frá eini forboðslóg har t.d. møguleiki ikki er at kæra eitt mál fyri dómstólar, til eina lóg har vit fara at skráseta, kanna og vegleiða um náttúruverndaratlit. Vit fáa eina skilabetri og fak­ liga viðgerð av náttúru­ verndarmálum ið framyvir verða viðgjørd í góðari tíð soleiðis at sleppast kann undan konfontratiónum og óneyðugum bardøgum millum ymisk áhugamál. Nýggja lógin fer í enn størri mun at byggja á lvfrøðilga margfeldni, landslag, jarðfrøði og siðsøgu. Friðingarnevndir og yvirfriðingarnevnd verður avtikin og vit fáa náttúru­ verndarnevndir at ummæla mál og annars ráðgeva landsmyndugleikanum. Stóra frambrotið er at vit loksins fáa eina miðvísa náttúruumsiting við nýggju Umhvørvisstovuni. Haðani verða framyvir krøv sett til árinskanningar, góðkenn­ ingar til grótbrot, vatnorku­ byrgingar, tunnlar, havnir og annað, og nýggjar býarskipanir og byggi­ samtyktir skulu hava ummæli innan nakað kann setast í verk. Føroysk náttúra á landi og sjógvi fær við nýggju lógini køna fakliga við­ gerð, har samfelagsmenn­ ingin tó ikki ferð at verða fyri afturhaldni. Munurin frá gomlu lógini til tað nýggju vil i fólkaræðis­ ligum høpi verða eitt nýtt orðaskifti á tingi um náttúruverndar­ og um­ hvørvismál. Flestu vita at verandi friðingarnevndir við endaligu avgerð yvirfriðingarnevndarinnar – uttan kærumøguleika – ikki hoyrir heima í nútímans fólkaræðisligum samfelag. Náttúruoyðing í søguna Ikki kann sigast at gamla náttúrufriðingarlógin var okkum serstakliga nýtilig til vernd og friðing av føroyskari náttúru. Okkurt er vorðið friðað, Sand­ heyggjarnir á Sandi og so sjálvandi Fjallavatn. Her sleppist ikki undan at nevna Tórmóður Dahl, sála, ið saman við góðum fólki úr allari Vágoy, megnaði at steðga náttúru­ oyðaranum mikla, SEV. Frá tíðini við Fjallavatn hevur bardagi staðist í góð 25 ár millum SEV og Føroya Náttúruverndar­ felag. Kampurin hevur ikki verði á jøvnum støði. Goliat (SEV) hevur sitið á allari maktini og kassa­ num, og við hópin av skitnum vápnum og lítið mannsømuligum royndum roynt at kvæla Dávid (FNU) – enntá á sera ódemokratiskan hátt steingja felagið niður so einki meiri skuldi hoyrast frá hesum grønu spírum. Tað heppnaðist Goliat at oyða mesta partin av Eysturoy, vakra fjallavatnið Eiðisvatn varð neyðtikið og lívgevandi áðir og løkir hvurvu. Ávaringar vóru frá føroyskum og útlendskum serfrøðingum, at Eiðis­ verkætlanin hevði alt ov stórt árin á náttúru og sið­ søgu, og at vit ikki fingu fulla nýttu úr tí vatnnøgd tøk var í økinum. Hesum hevur so Goliat váttað fyri góðum tveimum árum síð­ an, men nú er skaðin gjørd­ ur og vendist ikki aftur. Ein av stóru døgum før­ oyinga var 28 september 2007. Landsstýrið fekk endiliga tikið seg saman at fáa veðurlagssáttmálan í tingi og samtyktan fyrra­ partin við stórt buldur og brak. Seinrapartin legði Goliat kongin. Hann ásannaði at leikurin var taptur og at frægast loysn varð sjálvur at finna úthurð­ ina og loka hana uttanífrá. Timburmenninir hava allarhelst verið ógvusligir, tí dagin eftir varð hetta hátíðarhildi hjá Dávidi við kaffi og rundstykkum og so umrødda uppskotinum til nýggja lóg til vernd og tryggjan av føroysku nátt­ úruni okkum sjálvum og eftirkomarunum til stóran frama. Nýreligiøsir umhvørvisknokkar Ein av sera týðandi táttun­ um í nýggja uppskotinum til náttúruverndarlóg er tryggjan av lívfrøðini, plantum, fugli, kyknum, fiski, korallum og øllum livandi annars. Her vita vit at veðurlagsbroytingin kann ávirka lívfrøðina í sera stóran mun og at inn­ triv okkara í náttúruna ann­ ars, kann hava oyðilegg­ andi árin á lívfrøðiliga margfeldi. Eitt gott dømi um hvussu tápuligt vit kunnu bera okkum at er ferjulegan inni á Trongis­ vágsfirði. Her tvíhelt lands­ stýrsimaðurin Bjarni Djur­ holm um, at legan skuldi byggjast á innara Lítla Holm, sjálvt um víst varð á sera sjáldsaman taravøkst­ ur í økinum, og at økið sum frítíðarpláss fór fyri skeytið. Verkfrøðingar hava síðan víst á, at tað púrt ongan mun gjørdi, hvørki í kostnað ei heldur í útinnan av verkætlanini, um henda varð løgd 50­ 100 metrar innari á fjørðinum. Nógv dømi eru um manglandi fyrilit frá lands­ stýrismanninum Bjarna Djurholm til náttúru og umhvørvið, fyri ikki at tala um allar tær fløkjur hann saman við Oyvindi Brim­ nes, landsverkfrøðingi, kann fermja við tunnlum sum opna fyri síðan aftur at steingja, nýggjan lands­ vegum gjøgnum búseting, orkuverkætlan sum ikki er annað en glæntrileikur, flogvølli í einum mjørkaholi o.s. fr. Tó so skilja flest øll hví “eingin er heima” hjá Bjarna Djurholm. Chefi­ deologurin og hundaførari hansara er gamli komm­ unistajagstrarin, ið við høgari cigarføring og butterfly má finna aðrar syndabukkar nú eingir kommunistar eru. Skilligt er at John Johannesen er við at fara úr sínu góða skinnið, at skula verða bukaður til at góðtaka samgongunar chefideolog, sum júst her tevjar nýggjar leiðir, teir nýreligiøsu umhvørvisknokkanar á la Gore og nú eisini Clinton Global Initiativ. Men frí og bevari okkum væl fyri at fáa Kallsberg í kopari við síðuna á Rasmussi, langommu­ beiggja. Tjóðgarðar og friðað náttúruøki Føroya Náttúruverndarfelag hevur heitt á landsstýrið at stuðla undir at kanna um økið, Hvannhagi, í Suðuroya kann lúka altjóða ásetingar sum tjóðgarður. Føroyskir og fleiri útlendskir lívfrøð­ ingar vóru fyri ári síðan við staðkendum fólki og hugdi at Hvannhaga. Her vóru øll á einum máli at meira sermerkt, vakur og sjáldsamt stað høvdu fólk ikki sæð fyrr. Verkætlanar­ uppskot er gjørt, ið skal lýsa Hvannhaga út í æsir í lívfrøði, jarðfrøði, siðsøgu og mentan, og sum landslag. Landsstýrið vil ikki játta nakran stuðul til hesar kanningar, og grundgevir við at arbeitt verður við Koltri sum Føroya tjóðgarð. Kommunur og eigarar av økinum í Suðri taka undir við møguleikanum at stað­ festa Hvannhaga sum tjóð­ garð. Økið skal ætlandi verða kjarna í einum størri øki. Roynt hevur verið at vísa landsstýrið/Innlendismála­ ráðið á, at Koltur ikki kann lúka altjóða ásetingar hjá IUCN ­ International Union for Conservation of Nature. Allýsingin frá IUCN til tjóðarð er soljóðandi: Tjóð­ garður er stórt náttúru­ landslag, ið hevur týdning fyri tjóðina. Hetta er vard vistfrøðiskipan, ið ikki hevur verið brúkt ella er rørd av mannahond í t.d. landbúnaði, minugrevstri og tílkum. Í tjóðgarði skal náttúran liva á egnum treytum, tó so at fólk kunnu vitja øki eftir gøtum og skipaðum viðurskiftum. Tjóðgarðar kunnu tæna frálæru og vísundaligum endamálum og nýtast sum rekreativ øki har vitjandi kunnu njóta órørda náttúru. Innlendismálaráðið hevur sambært viðmerk­ ingunum lagt seg eftir at Koltur skal verða ein blanding av mentanar­ og náttúruvirðum. Talan er um gamla býlingin og teiga­ lendið og varðveiting av føroyskum húsdjórum. Sagt verður at seyðurin kann takast av norðara part av oynni soleiðis at hetta verður órørd náttúra. Sambært flokking IUCN´s er eitt tjóðgarðar, annað økis­ og náttúru­ garðar, triðja sonevnt “biosphere reserve” og fjóra “World Heritage Sites”. Hetta síðsta er náttúruøki, ið á alheims støði hevur ovurstórt virði og alstóran týdning at verða tryggja. Koltur, soleiðis sum Innlendismálaráðið sjálvt greiðir frá, kann við IUCN flokkingini ikki lúka treytir sum tjóðgarður, men kann flokkast sum økis­ ella náttúrugarður. Tað kann tykjast løgið at Innlendismálaráðið partú vil tvíhalda um Koltur sum tjóðgarð. Her hava eingir lívfrøðingar verði við at viðgera málið og úrslitið kann tí blíva at vit enn einferð dumma okkum í norðurlendskum og altjóða høpi við einari discount­ loysn uttan altjóða góðkenning. Onkur Suðuroyarting­ maður átti at vakna nú valið narkast – lukkutíð leggja gomlu knokkanir frá sær, men Hvannhagi hevur ovurhonds stórt virði í ferðavinnuhøpi, so um umhvørvismálaráðharrin ætlar sær á ting aftur, eigur hann nokk at venda eyguni suðureftir. Nýggj náttúruverndarlóg, tjóðgarðar o.a. Kári Thomsen Umframt tær stóru hækk­ ingarnar í Samhaldsfasta er tað eitt politiskt ynski hjá samgonguni at betra um viðurskiftini hjá pensjon­ istum, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Seinastu trý árini er oljuprísurin hækk­ aður umleið 45%. Tí vilja landsstýrismaðurin og sam­ gongan bøta um henda stóra prísvøksturin, soleið­ is at viðbótin fyri ávísar pensjonistar (fyrr kallað brenni­ og samskiftisstudn­ ingur) verður hækkað minst líka nógv sum oljuprísurin. Tí hevur landsstýrismað­ urin lagt uppskot fram á ting um at hækka viðbótina til ávísar pensjonistar upp í 6.924 kr. um árið. Hetta er ein hækking frá 4.572 kr. í 2004 til 6.924 kr. frá 1. jan. 2008, tvs. ein hækking uppá 51%. Hetta er ein viðbót, sum serliga er til gagns fyri pensjonistar við ongari ella bert lítlari aðrari inntøku enn pensjónina. Treytin fyri at fáa viðbótina er at stakur pensjonistur ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn 60.000 kr., og at giftur pensjonistur saman við hjúnafelaga ikki hevur hægri inntøku enn 80.000 kr. Viðbótin er so, at giftir pensjonistar fáa eina veiting í felag. Tað eru eini 3.500 fólk, ið fáa hesa serligu viðbót. Útreiðslan til hesa hækk­ ingina er umleið 4 mió. kr. og er tikin við í fíggjarlóg­ aruppskotinum fyri 2008. Uppskotið var til 1. við­ gerð á løgtingi tórsdagin 25. okt., og tóku allir flokkar væl undir við uppskotinum. Munandi hækking av viðbót til pensjonistar landsstýrismaður hans Pauli sTrøm Rørandi var tað, at hoyra tingmenn berjast, sum úlvur á skóg, ímóti at Føroyar skuldu gerast eitt vældømi av berari umsorg­ an fyri útjaðaranum, sum fór at missa ávirkan, søgdu teir. Ikki eitt orð um, hvussu lítla ávirkan kvinnur um allar Føroyar hava í politikki. Tó so, ein var so frægur, hann spurdi, hvar kvinnurnar ­ sum eru við skerdan lut, tá um politiska ávirkan ræður­ vóru, hví verja tær ikki útjaðaran? Sera áhugavert sjónarmið. Tá útoyggjafelagið sein­ ast hevði stevnu, nevndu bæði formaðurin í felag­ num og projektleiðarin, at útoyggjarnar áttu ongan góðan á tingi, so tað kundi bert ganga framá, um Føroyar gjørdust eitt vældømi. Hyggjuráðini hjá újaðara og útoyggjum, haldi eg ­nú vallógin er broytt­ verða at velja kvinnur á ting. Kvinnur eru vanar at røkja áhugamálini hjá øðrum enn sær sjálvum. Hugsað verður m.a.um børnini, tey gomlu og tey ófulføru. Harvið verður ikki sagt, at menn ikki duga. Nakrir hava lært nakað seinastu hálvthund­ rað árini. Kvinnur sum heild hava dugað hetta øld eftir øld. Tað eru eisini tær, tú hoyrir tosa við eldhuga um útjaðara og útoyggjar uttan mun til um val er í hondum. Við Føroyum sum eitt valdømi fáa útjaðara­ og útoyggjafólk ein nýggjan óroyndan møguleika nevniliga at velja eina kvinnu Demokrati fyri menn Karin Kjølbro