mánadagur 29. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 209 - 29. oktober 2007
tíðindi
Ummæli
Mikkjal Helmsdal
Leikbólkurin
Tvazz vísti við upp
setingini av “Køks
drottningarnar”
eftir Werner
Schwab í fjør eitt høgt ambitións
støði, og at í Tvazz eru bæði vilji
og evni at gera hol í sjógvin
innan føroyska leiklist. Uppset
ingin av Fundamentalisturin eftir
finska skaldið Juha Jokela er enn
ein leikuppseting, ið setir dag
skránna – bæði listarliga og
innihaldsliga.
Stromm og stílførd
uppseting
Fundamentalisturin er eitt sera
væl skrivað sálarfrøðiligt drama
um trúgv, sjálvrættvísi og med
menniskjaliga ábyrgd, og upp
setingin hjá Tvazz er ein hug
vekjandi forloysing av tekstinum.
Svenski leikstjórin Petra Berg
Holbek hevur valt ein einfaldan
stíl við einum reinum og naknum
palli, har sjónleikararnir og
teksturin eru í fokus.
Hvør er fundamentalistur?
Bert tveir persónar eru á palli
num. Presturin Markus, sum fyri
stuttum hevur sagt seg úr starvi
av samvitskuorsøkum, og Heidi,
sum hann kendi væl fyri meiri
enn 15 árum síðani, og sum nú
trínur innaftur í hansara lív og
vísir seg at vera vorðin vakt
átrúnaðarliga og funnið frelsu í
eini víðgongdari kristnari sam
komu. Hon hevur lisið eina
blaðgrein hjá Markusi um trúar
spurningar og er sannførd um, at
hann hevur mist trúnna. Tí leitar
hon hann upp til tess at royna at
umvenda hann, at fáa hann “at
lata seg upp fult og heilt fyri
Jesusi”. Í hansara eygum er hon
ein fundamentalistur, og eins og
hon hevur sett sær fyri at frelsa
hann úr teirri glatan, ið hon fult
og fast trýr bíðar honum í
helviti, setir hann sær afturímóti
fyri at “frelsa” hana frá teirri
andaligu forføring, ið hann er
sannførdur um, at
fundamentalistiskur kristindómur
er. Úrslitið verður, at tey ávirka
lívini hjá hvørjum øðrum, og
bæði enda í djúpari andaligari
kreppu, hóast annað teirra má
gjalda ein munandi hægri prís. Í
hesi tilgongdini gerst
spurningurin meira og meira
opin, hvør er tann mest
sjálvrættvísi og fundamentalist
iski av hesum báðum. Leikurin
er ein innlitsfull og dramatiskt
meistarliga væl frágingin viðgerð
av, hvat átrúnaðarlig sannføring
er og hvussu átrúnaðarlig
fanatisma virkar.
Meira enn átrúnaður
Men samstundis er hetta eisini
eitt væl skrivað drama um menn
iskju og mannalagnur. Persónar
nir Markus og Heidi eru nógv
meiri enn tey átrúnaðarligu
sjónarmið, ið tey umboða. Her
er ein menniskjanslig søga um
kærleika og leitan eftir trygg
leika, sum saman við tí átrún
aðarliga temanum ber leikgongd
ini uppi. Tað sum veruliga setir
hendingarnar í leikinum í gongd,
botnar í síðsta enda í eini felags
fortíð hjá Markus og Heidi, tá
hann var ungdómsprestur, og
Heidi var ein virkin tannáringur
í kirkjuliga ungdómsarbeiðinum.
Í hesi fortíð liggur eitt álitisbrot
frá Markusar síðu, sum fekk
Heidi at venda honum og kirkj
uni bakið, og gjørdi, at hon hvarv
úr lívi hansara í 15 ár. Og tá tey
nú hittast aftur og innleiða eina
røð av samrøðum um tað at vera
kristin, liggur tráanin eftir at
koma til sættis við fortíðina ikki
langt undir yvirflatuni. Tann
kristindómurin, ið tey hvørt sær
umboða í hesum samrøðunum,
avspeglar, hvørji tey eru sum
mennisku. Og tað er í hesi
samanrenningini, at leikurin
gerst so dramatiskur og hugvekj
andi. Tann átrúnaðarliga sam
røðan er eisini ein leitan eftir tí
sanna kærleikanum og ein roynd
at finna og vinna álit hvørt hjá
øðrum.
Framúrskarandi spæl
Spælið hjá Bárði Persson og
Gunnvá Zachariassen sum ávika
vist Markus og Heidi er einki
minni enn framúrskarandi. Her
er veruliga talan um eina tour de
force hjá báðum tveimum.
Gunnvá Zachariassen vísir
nakað av tí allarbesta, ið eg havi
sæð frá henni á palli. At byrja við
heldur ein kanska, at hon yvir
spælir eitt sindur, men skjótt
gerst ein greiður yvir, at tað er
ikki leikarin, men persónurin, ið
hon leikar, ið yvirspælir. Tá vit
møta Heidi í byrjanini av leiki
num, spælir hon ein leiklut, hon
tosar eitt kunstugt og klisjefylt
mál og hevur eitt líka kunstugt
kropsmál. Men so við og við
koma vit tættari at henni sum
menniskja og at enda stendur hon
kensluliga púra nakin á pallinum.
Alla hesa tilgongdina framsetir
Gunnvá sera sannførandi og
nuanserað – hetta er sjónleikara
avrik á altjóða støð!
Ongantíð av pallinum
Bárður hevur eina aðra avbjóðing
í leiklutinum sum Markus. Mark
us mennist kanska ikki so nógv
gjøgnum leikgongdina sum
Heidi, men tað er hansara søga,
sum verður søgd. Hann er
frásøgumaðurin gjøgnum alla
tilgongdina, og tí er hann eisini á
pallinum samfullar 150 minuttir
nar, ið leikurin varðar. Kanska
er tað sumt í spæliháttinum hjá
Bárði –ávísar røddføringar og
ávísar keipur , ið ein kennir
aftur frá fyrri framførslum hjá
honum. Men tað broytir ikki við
tað, at tað eydnast honum at fáa
eina samanhangandi og trúverd
uga framseting av persóninum
Markus.
Fundamentalisturin verður
spældur á Tjóðpallinum fram til
4. november. Lat ikki hesa
serstøku uppliving fara aftur við
borðinum.
Høvundur:
Juha Jokela
Tey luttakandi
LEIKSTJÓRN:
Petra Berg Holbek, leikstjóri frá Statens Teaterskole í 2001. Hon hevur
arbeitt bæði í Svøríki og í Danmark, eitt nú á Stockholms Stadsteater,
Malmø Dramatiska Teater og við sínum egna bólki Lone Star. Hon fæst
í løtuni eisini við at skriva leikrit.
PALLUR OG LJÓS:
Egil Barclay Høgenni Hansen, ljóssniðgevi frá Statens Teaterskole í
2002. Hann starvast á Aalborg Teater. Hann hevur kasta ljós á manga
konsert í Føroyum seinastu árini. Egil var við til at stovna bólkin TVAZZ.
LEIKARI (MARKUS):
Bárður Persson, sjónleikari frá Elevskolen ved Arhus Teater 2002. Verið
við í leikum hjá Leikhúsinum Grímu og Tjóðpallinum. Bárður var við til
at starta bólkin Willieboys. Fekk Herðaklappið í 2006 fyri leiklutin sum
Kjell-Bjarni í leikinum Elling og Kjell-Bjarni.
LEIKARI (HEIDI):
Gunnvá Zachariasen, sjónleikari frá Statens Teaterskole í 2000. Hon
hevur arbeitt sum sjónleikari í Danmark, Føroyum og USA. Í Føroyum
hevur hon verið við í leikum hjá Leikhúsinum Grímu, Tjóðpalli
Føroya, Willieboys o.ø. og hon var við til at stovna bólkin TVAZZ.
Týðing: Gunnvá Zachariasen og Annika Hoydal
Sangur: Annika Hoydal
Plakat og leikskrá: Heiðrik á Heygum
Tøkni: Símun Pauli Hansen
Hjálparfólk: Rakul Thomsen & Christa
Verður spældur á Tjóðpallinum til og við 4. november
FAKTA
Framúrskarandi framførsla frá Tvazz
Spælið hjá
Bárði Persson
og Gunnvá
Zachariassen
sum ávika
vist Markus
og Heidi er
einki minni
enn framúr
skarandi