mánadagur 29. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 209 - 29. oktober 2007 ]
Venjaraútbúgvingin
verður hent hjá
veteranmálverjanum
í nýggja starvinum
sum virkisleiðari í
fiskivinnuni
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Jens Martin Knudsen er
givin sum málverji á hægsta
støði. Fimm minuttir fyri
leiklok í Klaksvík leygar
dagin fór Jens Martin av
vøllinum. Í hansara stað
kom Tórður Thomsen, sum
hevur sitið á beinkinum alt
hetta kappingarárið og bíð
að, inntil tað skuldi verða
hansara tørn.
Eg verði ikki málverji í
Formuladeildini næsta ár.
Hvørki í NSÍ ella í øðrum
felag. Higartil hava familjan
og fótbólturin staðið í fremstu
røð, og so hevur annað
arbeiði verið lagað eftir tí.
Fyri nøkrum vikum síðani
fór eg í starv sum virkisleiðari
á saltfiskavirkinum Vaðhorn
á Strondum, og nú verður
mín
leiklutur
í
fótbólti
lagaður eftir arbeiðnum.
Jens Martin leyk í fjør
hægstu venjaraútbúgving.
Tað ljóðaði nakað herfyri,
at hann skuldi vera venjari í
Gøtu næsta ár. Men soleiðis
verður tað ikki.
Eg verði ikki málverji í
fremstu røð, og eg verði
heldur ikki venjari í fremstu
røð. Eg havi tilboð frá NSÍ
um at halda fram í felagnum
sum
málmansvenjari.
Hvussu tað verður við tí, og
hvussu tað verður við
landsliðnum, har eg eri sátt
málabundin sum málmans
venjari inntil á nýggjárinum,
dugi eg ikki at siga enn. Fót
bóltsframtíðin verður avklár
að ein av næstu døgunum,
men tað er greitt, at eg giri
niður, sigur 40 ára gamli
málmansveteranurin, sum
úti í heimi man vera kend
asti føroyski málverjin – í
topphúgvuni.
Tú hevur útbúgving sum
venjari, men nú sleppur tú
fótbóltinum heilt?
Nei ikki heilt. Eg eri far
in í annað starv, sum krevur
so nógv, at eg ikki haldi tað
vera ráðiligt at fara undir
aðra nýggja stóra avbjóðing
sum Formulavenjari, sam
stundis sum eg skal seta
meg inn í hetta nýggja
starvið. Men møguleikin er
opin fyri, at eg seinni fari at
venda aftur til fótbóltin í
fremstu røð.
Kanst tú brúka nakað av
venjaraútbúgvingini í starv
inum sum virkisleiðari inn
an fiskivinnuna?
Avgjørt. Nógv av útbúgv
ingini sum venjari snýr seg
um at fáast við fólk og um
at leggja til rættis. Starvið
sum virkisleiðari snýr seg
eisini um at fáast við fólk
og at leggja til rættis.
Jens Martin hevur fingist
nógv við fiskaarbeiði. Pápi
hansara var í nógv ár virk
isleiðari
á
Handils&
Frystivirkinum í Fuglafirði,
og har var Jens Martin í
mong ár frá tí, at hann var
stórur smádrongur. Meðan
Jens Martin spældi við GÍ,
arbeiddi hann á fiskavirk
inum í Gøtu.
Einki at vera
bangin fyri
Spurningurin er so, hvør
skal verja føroyameistara
málið hjá NSÍ. 40 ára gamli
veteranurin sigur seg ikki
stúra fyri, at tað fer at verða
nakar trupulleiki:
Tórður Thomsen loysti
meg av leygardagin. Hann
er dugnaligur, og tað er
sjálvsagt, at hann nú fær
møguleika at vísa, hvør dug
ur er í honum. Predrag Stan
kovic – beiggi Nenad – hev
ur verið góður í 1. deild í ár,
og so eru onkrir aðrir á veg.
Fyrst og fremst málverjin á
unglingaliðnum, sum vann
FM, Petur á Roykheyggi.
Hann hevur møguleika at
røkka langt. Tað valdast
bara, um hann er sinnaður
at leggja tað í venjingina,
sum er neyðugt, sigur Jens
Martin
Knudsen,
sum
kanska verður málmans
venjari, tá ið NSÍ skal royna
at verja FM heitið. Men tað
er ikki víst:
Hetta verður greitt um
stutta tíð, eru mest ítøkiligu
boðini frá Jens Martini.
Langa søgan
11. juni fylti Jens Martin 40
ár. Hann var fyrstu ferð á
landsliðnum í fyrsta altjóða
skrásetta
landsdystinum,
sum varð spældur á Akra
nesi 24. august í 1988. 65
ferðir vardi Jens Martin før
oyska málið, og hann var
169 ferðir í landsliðsmesk
unum eftir bóltinum.
Fótbóltsvøllurin í Runa
vík var bara tvey ára gamal,
tá ið Jens Martin í 1975 fór
at spæla í NSÍ:
Tummas Jacobsen ella
Tummas hjá Hennibeth var
venjari hjá okkum fyrstu
árini. Millum liðfelagarnar
vóru Terji Leitisstein Han
sen, sum í fleiri ár var á
besta
NSÍ
liðnum,
og
Trygvi Mortensen, sum
spældi nógv við NSÍ – bæði
úti á vøllinum og sum mál
verji – og sum hevur vant
NSÍ, og sum nú er hjálpar
venjari í Klaksvík, minnist
Jens Martin Knudsen aftur
á. Hann var seytjan ára gam
al, tá ið hann í 1985 kom á
besta NSÍ liðið. Seinni
umboðaði hann GÍ og fleiri
útlendsk feløg. Nú hevur
hann aftur verið í Runavík,
og har vóru hann og liðfe
lagarnir á toppinum, tá ið
veteranurin
leygardagin
legði húgvuna fyri seinastu
ferð.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Jens Martin hevur lagt
húgvuna á toppinum
Í ætlandi seinasta dysti sínum sum málverji í fremstu føroysku røð eydnaðist Jens Martini Knudsen at fáa gull við
barndómsfelagnum
Mynd: Álvur Haraldsen
17