mánadagur 29. oktober 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 209 - 29. oktober 2007 ]
Meðan FM rákin
svinnur, verður
stórur dentur lagdur
á fyrireikingarnar til
nýggja kappingarárið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Landskappingin 2007 er av.
NSÍ hevur fingið FM steyp
og gullkrónur og atgongu
merkini til innleiðandi um
farið í europeisku meistara
kappingini. Harvið hevur
NSÍ tryggjað sær eina stóra
millión frá UEFA. Europe
isku pengarnir verða ikki
fluttir til NSÍ fyrrenn á
sumri í 2009, men sjálvandi
ber tað til at brúka hesar
pengarnar sum trygd longu
nú.
FM rákin í Runavíkar
kommunu kennist framveg
is, og í fleiri feløgum er rák
in av vónbrotið framvegis
ramur. Ikki minst í gomlu
stórfeløgunum:
Í KÍ, har dagsskráin tíð
liga á árinum var ein heilt
onnur, enn tað hevði verið
vónað og ivaleyst eisini
roknað við. Uggin var, at
flaggskipið so dánt fótaði
sær fram ímóti kappingar
enda.
Í HB, har grundarlagið
undir stórliði undan kapp
ingarbyrjan kendist væl
betri, enn tað gjørdist undan
kappingarbyrjan í fjør, tá ið
liðið vann FM. Men HB
stórkiksaði, og tapið í
steypafinaluni og fjórða
plássið í landskappingini er
langt frá tí, sum tað altíð
verður vónað og roknað við
í felagnum, sum hevur vunn
ið meiri enn nakað annað.
Í B36, sum leingi var í
tættari kapping við NSÍ um
FM heitið, men sum fall
púrasta í fátt fram ímóti
kappingarenda og eftir svíð
andi tap í grannauppgerðini
leygardagin datt heilt aftur
á bronsuplássið. Tað var
stórt vónbrot.
Gott lag
Í fimm feløgum eigur lagið
at vera í topp, tí liðini stóðu
seg so avbera væl:
50 ár eftir stovnanina hev
ur NSÍ vunnið fyrsta FM
heitið. Tí er lagið í toppi í
Runavík.
Í Sundalagnum varð rokn
að við, at tað fór at verða
striltið eftir vónbrotið í fjør.
EB/Streymur er steypavinn
ari, og silvurkrónurnar í
landskappingini vórðu leyg
ardagin vunnar við manér.
Tí er lagið gott í Sundalag
num.
Í Gøtu er lagið gott. Í
summar var GÍ í vanda fyri
at flyta niður. Kortini megn
aðu gøtumenn at sleppa út
djúpum aldudali og fram á
5. plássið. Tað var framúr.
Málið var at halda tørn
um plássið í fremstu røð,
sum B71 vann sær í fjør, og
tað eydnaðist. Sandoyingar
endaðu á 8. plássi, og av
rikini vístu, at tað eru fleiri
møguleikar í sandoyingun
um og stuðlunum, sum teir
hava uttanlands frá. Tí er
fótbóltslagið gott á Sandi.
Skála endaði á sætta
plássi. Fyrstu umførini vóru
katastrofal, og hóast úrtøk
an ikki hevur verið nakað
serlig í heyst, so er sætta
plássið væl og virðiliga at
liva við.
Royna aftur
AB og VB/Sumba eru ikki
longur partur av Formula
deildini. Tað er longu langt
síðani,
at
niðurflytingin
meiri og minni varð veru
leiki. Merkisvert hevur ver
ið, at bæði liðini – hóast
vónbrotið – ikki hava lagt
árarnar inn.
Sammett við undanfarin
ár hava botnliðini ikki lagt
rygg til fleiri stórtap. VB/
Sumba hevur tvær ferðir
tapt við fimm málum – 50
í Klaksvík og 61 í Streym
nesi – og størsta AB tapið
var 40 í Gundadali ímóti
HB.
B68 og ÍF fáa í 2008
møguleikan at vísa, at upp
flytararnir ikki nýtast at
flyta niður aftur beinanvegin
– í hvussu so er annar
teirra.
Uttan mun til hvør flytir
niður næsta ár, so tykist tað
rættuliga sannlíkt, at tey
bæði, sum fluttu niður í ár,
skjótt fara at bjóða seg til
aftur í fremstu røð.
Pengarnir avgerandi
Onkur spælaraflyting er
longu kunngjørd, og næstu
dagarnar fara fleiri at frætt
ast. Í átta feløgum hava teir
gjørt av, hvør skal vera venj
ari. Í vikuskiftisblaðnum
varð víst á, at talan er um
átta føroyskar venjarar, og
at sjey teirra – allir uttan
meistaravenjarin
Johan
Nielsen – eru í tríati árun
um.
Felags fyri allar átta er, at
teir – saman við landsliðs
venjaranum – eru útbúnir í
Føroyum. Tað vil siga, at
miðvísa arbeiðið at útbúgva
venjarar, sum FSF fór undir
fyrst í níti árunum, í ríkt
mát hevur borið frukt.
Hvør fær bestu venjarar
nar, og hvør fer at fáa undir
skriftirnar frá bestu spælar
unum valdast nógv um,
hvar mestu pengarnir eru at
finna. Um nakrar vikur
verður farið undir fyrireik
ingarnar til nýggja kapp
ingarárið.
2007 er søga, og nú fer
fótbóltsprátið at snúgva seg
um 2008.
Laudrup tapti aftur
Eftir at Getafe, sum hevur danan Michael Laudrup
sum venjara, vann í UEFA Cup kappingini
hóskvøldið, var tað aftur gerandisdagur í sponsku
kappingini í gjár. Getafe spældi ímóti Racing
Santander og tapti týdningarmikla dystin 20. Harvið
er framvegis stórt trýst á Michael Laudrup, og Getafe
hevur bert vunnið ein av 9 dystum í sponsku
landskappingini í ár.
Súni stóran leiklut
Tað gongur einki serligt hjá teimum báðu føroysku
landsliðsspælarunum at vinna sær pláss ímillum teir fyrstu ellivu á
besta AaB liðnum. Um vikuskiftið átti Súni Olsen stóran leiklut á
næstbesta liðnum. Hann verður sagdur at hava verið millum teir
stinnastu, tá ið AaB í 2. deild vestur vann 31 á útivølli ímóti
Vanløse. Súni Olsen átti málgevandi sendingina, tá ið AaB eftir
hálvan tíma javnaði til 11, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti
hann við fínum máli 31 sigurin. Hetta var fyrsta ferðin í hesum
kappingarárinum, at Vanløse tapti á heimavølli. Í superliguni fer
AaB mánakvøldið at spæla á heimavølli ímóti Esbjerg.
Nýggj dagsskrá
er longu sett
NSÍ skoraði
250.000krónur, tá
ið troyggjurnar hjá
FM liðnum vórðu
seldar á uppboði
undir móttøkuni
leygarkvøldið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hvussu nógv kann tað
hugsast, at virðið er í einari
brúktari fótbóltsblusu. Sum
í so mongum øðrum førum
valdast tað um útboð og eft
irspurning.
Tá ið NSÍ ferðalagið
leygarkvøldið í góðum hýri
kom aftur úr Klaksvík við
FM steypi og gullkrónum
varð skipað fyri móttøku í
ítróttarhøllini í Runavík.
Har møtti nógv fólk upp,
og lagið var gott.
Seinastu árini hevur tað
verið siður, at troyggjurnar
hjá NSÍ spælarunum í For
mula deildini hava verið
seldar á uppboði. Tað plag
ar at vera stuttligt, og tað
plagar at geva ikki so lítið í
felagskassan.
Leygarkvøldið
vórðu
troyggjurnar seldar, og tað
sást aftur á eftirspurning
inum og harvið prísinum,
at talan var um meistara
troyggjur.
Størsti spenningurin var,
tá ið troyggjan hjá liðfor
manninum og ivaleyst mest
støðuga NSÍ spælaranum í
ár varð seld.
Tveir kappbjóðaðu upp á
troyggjuna hjá Óla Hansen.
Annar var mammubeiggin,
gamli NSÍ álopsspælarin
Símun
Danielsen,
sum
arbeiðir í familjufyritøkuni
OCD. Hin var Fritleif
Olsen, sum er vinnulívs
maður og formaður í nevnd
ini fyri Eik.
Síðsta boðið átti Símun
Danielsen. Hamarin fall
fyri boðnum upp á 75.000
krónur. Tá ið kappbjóðingin
var avgjørd, bað Fritleif
Olsen um orðið. Hann takk
aði NSÍ fyri gott kapping
arár, ynskti tillukku við
FM heitinum, og so hand
aði hann felagnum kekkin
upp á 50.000 krónur, sum
hann hevði í lummanum.
Tí er tað ikki heilt skeivt at
siga, at troyggjan hjá liðfor
manninum gav felagnum
75.000 krónur og harafturat
50 túsund krónur ella í alt
125.000 krónur!
Næsthægsti
prísurin
fekst fyri málmanstroyggj
una hjá nú fyrrverandi NSÍ
málverjanum Jens Martin
Knudsen. Hægsta boðið ta
ferðina átti SeaStar, sum
rindaði 36.000 krónur í
NSÍ kassan fyri troyggj
una.
Tilsaman gav uppboðið
umleið 250.000 krónur,
sum bæði feløg og privatir
stuðlar rindaðu. Kanska
hetta var eitt hugskot at
royna hjá øðrum feløgum!
75 túsund fyri FM troyggju
NSÍ var á gullferð í
Klaksvík leygardagin.
Men hóast smakkurin
av hesum enn situr hjá
spælarum, venjara og
leiðslu, so eru tankarnir
longu nú savnaðir móti
komandi kappingaári
Mynd: Álvur Haraldsen
18