Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 Bakkafrost á Glyvrum er bæði um-og útbygt í summar. Sam- stundis, sum virkisbygningurin er bygdur longur norðureftir, er alt tikið innan úr gamla virkinum, sum hevði við sjálva framleiðsluna at gera. Tá ið tilbygningurin var liðugur, varð alt sett upp aftur av nýggjum. Endamálið við um-og útbyggingini hevur verið at rationalisera og økja framleiðsluna av portiónum úr laksi. Øll reinskering av fløkum fer nú fram við maskinum – ella “robottum”, sum stjórin í Bakka- frost Holding, Regin Jacobsen, tekur til. - Hetta kemur kortini ikki at merkja, at talið av arbeiðsfólkið verður minni, men kanska heldur størri, tí framleiðslan av portión- um verður munandi økt, leggur hann aftrat. Bakkafrost er útbygt við 30 metrum norður úr gamla bygning- inum, soleiðis at samlaða longdin suður og norður nú er 100 metrar tilsamans. Breiddin er 30 metrar. Regin Jacobsen sigur, at útbygg- ingin merkir, at ein portiónslinja er sett upp aftrat, soleiðis at virkið nú hevur tvær linjur. - Vit byrjaðu at byggja út longu í januar, men sjálv framleiðslan av portiónum hevur gingið ótarn- að heilt fram til 5. juni, tá vit fóru undir at taka gamla virkið niður, sigur stjórin í Bakkafrost Holding, sum eisini veit at siga, at nøgdirnar av alifiski hjá feløgunum, ið virka undir móðirfelagnum, eisini fara at veksa. (-vilmund) Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost Holding, heldur, at ein stórur fyrimunur við FaroExpo er, at fleiri keyparar og seljarar kunnu hittast saman dag – og undir sama taki. - Fyri okkum er hetta ikki ein stevna, har vit vænta at selja nakað. Hinvegin fara vit leita eftir ymiskum, sum vit kunnu brúka í okkara virksemi, sigur hann FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bakkafrost Holding, sum hevur onnur dóttirfeløg undir sínum veingjabreiði, hevur øll árini luttikið á FaroExpo. Hetta er sostatt á triðja sinni, at felagið verður við á hesi vinnustevnu. Regin Jacobsen, stjóri í Bakka- frost Holding, heldur, at FaroExpo er ein góður møguleiki hjá fyri- tøkum, sum leita eftir ymiskum veitarum til tað virksemi, sum tær hava. - Tað er serliga í hesum sam- bandi, at vit eru við. Tá tú bæði hevur smoltframleiðslu, aling og virking, er tað nógv, sum tú kanst hava eyguni eftir og vilja tosa við aðrar veitar um. Ymiskir veitarar Hann vísir á, at FaroExpo í fyrsta lagi er ein vinnustevna fyri veitar- ar av ymiskum slagi. Og tó. - Á FaroExpo í fjør var eisini onkur keypari av fiskavørum, men hetta er ikki tað primera á hesi stevnu. Regin heldur, at FaroExpo er ein lutfalsliga bíligur og ómaka- leysur háttur at hitta fyritøkur, ið hava tín áhuga. - Tær nýtist ikki at dragsa nakað við tær í Ítróttarhøllina, tí skipanin við partneriati leggur upp til prát og fundarvirksemi millum áhug- aðu fyritøkurnar. Stjórin heldur, at tað er ein stór- ur fyrimunur, at tú á eini slíkari vinnustevnu kann hitta fleiri veitarar sama dag – og undir sama taki. Fleiri fundir - Fyri okkum er hetta ikki ein stevna, har vit vænta – ella leggja okkum eftir - at selja nakað. Hin- vegin fara vit leita eftir ymiskum, sum vit kunnu brúka í okkara virk- semi, sigur hann. Stóra matvøru- framsýningin í Brússel í mai, har vit eisini eru við, hevur eitt heilt annað søluendamál. Tá eru vit við og bjóða út okkara vørur til keyp- arar, sum leita eftir veitarum. Stjórin í Bakkafrost Holding sigur, at rættiliga fitt av veitarum eru við á vinnustevnuni hesaferð, og hann ætlar at tosa við fleiri teirra. Tá vit høvdu orð á hann seinasta hóskvøld, hevði hann ikki sæð, hvussu endaliga fundarskráin sær út, men Regin væntaði, at tey, sum umboða Bakkafrost Holding á FaroExpo, fara at hava einar 10- 12 fundir við aðrar fyritøkur, sum eru við. Góðir fyrilestrar Regin sigur, at undanfarnu tvær vinnustevnurnar hevur ráðstevnu- parturin, sum fevnir um fyrilestrar- nar í Skálafiðri, verið áhugaverdur, og hann ivast onga løtu í, at so- leiðis verður aftur hesaferð. - Øll evnini, sum teir fýra fyri- lestrarhaldararnir fara at røða um, eru á hvør sín hátt áhugaverd. Stjórin í Bakkafrost Holding sigur, at hann í nógv ár hevur fylgt við teimum hagtølum og metingum, sum høgt metta fyri- tøkan í Noregi, Kontali Analyser, hevur lagt fyri dagin. Umboð fyri hesa fyritøku fer eisini at halda fyrilestur í Skála- firði. - Kontali Analyser eru kendir í heimshøpi fyri síni hagtøl, met- ingar og framskrivingar, ikki minst innan fiski-og alivinnu. Í sínum fyrilestri fer Ragnar Nystøyl at tosa um evropeiskt og altjóða rák í sambandi við laks og hvítan fisk, sigur Regin. Keypa kunning Hann sigur, at Kontali Analyser savna ein hóp av hagtølum kring um heimin, og fyritøkan hevur eisini neyvt samstarv við mark- naðarfólk av ymiskum slagi og úr ymiskum heraðshornum. Einaferð um mánaðin kunnu hesi teirra tøl, metingar og framskrivingar keyp- ast fyri dýran pening. - Kontali Analyser selir soleiðis sítt arbeiði og sína kunning til aðrar at hyggja at og gera sínar egnu metingar um. Vit í Bakkafrost Holding hava soleiðis hald upp á hesa kunning, sum eisini fevnir um marknaðar- og framleiðslu- hagtøl, sigur hann og leggur aftrat, at tølini hjá Kontali Ana- lyser eru rættiliga væl dagførd. Regin Jacobsen sigur seg vænta, at fyrilesturin hjá Ragnari Nystøyl – eins og hinir tríggir, sum eru á skránni - verður rættiliga áhuga- verdur. Bakkafrost tvífaldað framleiðsluorkuna Fara at hyggja seg um FAKTA Bakkafrost Holding er høvuðsfelag, sum hevur fýra dóttirfeløg undir sær. Tey fýra feløgini eru Faroe Salmon, sum hevur alla sjógvalingina undir hond, kryvjivirkið í Klaksvík, Faroe Salmon Processing og Bakkafrost, sum er sølufelagið. Øll framleiðslan verður seld undir navninum Bakkafrost, og navnið er soleiðis vorðið kent á útlendska laksamarknaðinum. Eini 160 fólk tilsamans arbeiða hjá Bakkafrost Holding og hjá dóttirfeløgunum. Bakkafrost hevur gjøgnum nógv ár verið eitt gott og støðugt arbeiðspláss, og nógv fólk hava verið í starvi á virkinum í langar tíðir Bakkafrost er eitt portiónsvirki burtur úr. Hetta er ein av framleiðslunum hjá virkinum, sum verður marknaðarførd undir navninum ”Iglo”