Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 13 Ein nýggj frágreiðing stað­ festir við sjeytummaseymi, at havnin í Hanstholm hevur ein týdningarmiklan leiklut í Thisted kommunu og í Norðurjútlandi sum heild. Ein týðandi orsøk er siglingin hjá Master Ferries, Fjord Line og Smyril Line upp á Hanstholm FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hanstholm Havn, sum danir rópa hana, verður millum útlendsku út­ bjóðararnar á vinnustevnuni FaroExpo. Vit hava tí hugt at, hvat sagt verður um hesa donsku havnina, ið nógvir føroyingar kenna frá ferðunum við Norrønu. Aðrir kenna hana, tí teir hava siglt við skipum úr Hanstholm – ella hava landað og selt veiðina um fiska­ marknaðin har. Áhugaverd kanning Havnin í Hanstholm er fyrsta fiskivinnuhavnin í Danmark, sum hevur latið gera eina kanning og eina kortlegging av tí týdningi, sum havnin hevur fyri økið. Samfelagsbúskaparligu útrokn­ ingarnar eru gjørdar eftir eini eini skrá, sum Danske Havn og Syd­ dansk Universitet hava gjørt. Hetta merkir, at beinleiðis saman­ beringar kunnu gerast við til­ svarandi kanningar, sum gjørdar eru fyri samferðsluhavnir og kom­ andi kanningar av fiskivinnuhavn­ um. Úrslitið av kanningin av havnini í Hanstholm talar fyri seg: ­ Havnin spælir nevniliga ein týðandi leiklut í búskaparligu menningini í Thisted kommunu og í Norðurjútland. Vit eru ein ”erhvervsklynge”, sum vit rópa tað. Men vit vistu ikki, at havnin á ymiskan hátt gevur arbeiði til heili 2300 fólk, sum kanningin prógvar. Tað sigur havnastjórin, Hans Kjær. Nógvur aktivitetur ­ Kanningin vísir, at framleiðslu­ virðið, sum er tengt at havnini, er út við 1,9 miljardir krónur um árið, og at hetta gevur út við 770 miljónir krónur í inntøkum um árið. Tað er 12,5% av samlaða skattagrundarlagnum í allari Thi­ sted kommunu. Havnin í Hanstholm kundi halda 40 ára dag sín í ár, sam­ stundis sum árið í ár hevur verið hitt besta í umsetningi í havna­ søguni sum heild. Herfyri skipaðu tey í Hanstholm eisini fyri eini havnaráðstevnu, har 117 gestir úr øllum landinum vóru við. ­ Á ráðstevnuni var fokus sett á spurningin um, hvat krevst fyri at havnaskipanin í Danmark kann megna tær avbjóðinar, sum liggja fyri framman – við flutningi, fiskivinnu og arbeiðsmenning. Havnastjórin sigur, at veksandi tal av ferðafólki og góðsi merkja, at danskar havnir – og eisini havnin í Hanstholm – hava ein størri og størri samfelagsligan týdning, tá avgerðir skulu takast um vegakerv og menning. ­ Okkara havn hevur røkkið sínari støðu við, at havnin er eitt náttúrligt knattapunkt við atliti til fiskileiðirnar í Norðsjónum. Har­ aftrat kemur tann flutningur av ferðafólki, bilum og farmi, sum er millum Hanstholm, Noreg og Føroyar. Liggur væl fyri Hann leggur aftrat, at orsøkin til, at norsk og føroysk feløg brúka Hansholm, er, at hetta er nærmasta havnin í Danmark av sínum slagi. ­ Vit eru ógvuliga bevíst um hes­ ar stóru fyrimunir, sum vit hava, men vit hava ikki í nóg stóran mun ”brandað” okkum við teim­ um møguleikum, sum liggja í hes­ um. Hans Kjær sigur, at ferðafólka­ og bilaflutningurin um Hanst­ holm gjørdi stór framstig í 2006, tá Master Ferries við skjótt­ gangandi ferju fór at sigla millum Kristianssand og Hanst­ holm. ­ Hesin túrur tekur minni enn tveir tímar og hevur havt 300.000 ferðandi um árið. Aftrat hesum hava vit reiðaríini, Fjord Line og Smyril Line, sum eisini sigla til ávikavist Egersund, Haugesund og Bergen – umframt Føroyar og Ísland. Havnastjórin sigur, at tilsamans flyta hesi trý reiðaríini 530.000 ferðandi, 119.000 persónbilar og 21.000 lastbilar um Hanstholm um árið. Góð tænasta ­ Aftrat sentralu plaseringini, sum Hanstholm hevur, ið er grundar­ lagið undir øllum hesum flutningi, bjóðar býurin eisini 24 tímar langa tænastu um samdøgnið, eitt nú við skiljing av fiski og umvæl­ ingum. Fiskifør kunnu soleiðis altíð fáa ta tænastu, tey hava brúk fyri. Havnastjórin vísir á, at Hanst­ holm eisini hevur gjørt munandi íløgur í Hanstholm Seafood Cent­ er, har tey eisini hava heimsins nýggjastu og mest nútímans skilji­ skipan til fisk – ein skipan, sum eisini lýkur krøv um sporføri og góða viðferð av fiskinum. ­ Aftrat savningarstøðunum til fisk, hava vit eisini ein fiska­ marknað, og allastaðni verður fiskurin goymdur undir optimal­ um umstøðum, sigur Hans Kjær, havnastjóri. ”Vit eru ein ”erhvervs­ klynge”, sum vit rópa tað. Men vit vistu ikki, at havnin á ymiskan hátt gevur arbeiði til heili 2300 fólk, sum kanningin prógvar..” (Havnastjórin, Hans Kjær) Hanstholm – týdningarmesta fiskivinnuhavnin í Danmark Hanstholm Havn, sum danir rópa hana, verður millum útlendsku útbjóðararnar á vinnustevnuni FaroExpo. Virksemið, sum á ymiskan hátt er knýtt at havnini og havnalagnum, gevur í løtuni 2300 fólkum arbeiði – ikki minst í fiskivinnuni og ferðamanna­og flutningsvinnun Mynd: Vilmund Jacobsen Ein kend og hugnalig mynd hjá teimum, sum hava ferðast við Norrønu úr Hanstholm Mynd: Vilmund Jacobsen