mánadagur 29. oktober 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007
P/F Fiskaaling varð stovnað í
1970, og Føroya Landsstýri eigur
allan partapeningin í felagnum.
Fyrstu uppgávurnar hjá felagnum
vóru at menna framleiðslumanna
gongdir og at kanna hvørjir møgu
leikar vóru fyri lønandi aling í
Føroyum.
Tíðliga í áttatiárunum, tá ið
verulig gongd kom í framleiðsluna
hjá privatum alarum, varð upp
gávan hjá felagnum at fáa til vega
nokk av dygdargóðum alitilfari
sum rogn, yngul og smolt, og at
geva alarum innlit í tann kunn
leika, sum var uppbygdur í felag
num. Kynbótaarbeiði og sjúku
verja av alilaksi vórðu mettar sum
týdningarmesta uppgávan, og hev
ur kynbótaog miðvísa heilsuar
beiði eydnast væl.
Fyri at fjøltátta føroyska aling
fór Fiskaaling í 1998 undir mið
vísar royndir at ala kalva. Støð er
bygd í Nesvík har møguleikar eru
at gera royndir við aling av marin
um fiskasløgum.
Í 2000 tók nevndin støðuna hjá
Fiskaaling upp til nýggja viðgerð.
Visjónin hjá Fiskaaling var at
ganga á odda í granskingar og
menningarvirksemi innan alivinn
una í Føroyum. (vilmund)
Stjórin í Fiskaaling, Ingolf
Joensen, sigur seg fegnast
um, at gransking er sett
á breddan í Føroyum, tí
uttan gransking, verður
trupult hjá okkum at bera
tann førning, vit hava,
longur fram á leið. - Tað
er neyðugt, at vit byggja
okkara framburð á vitan, tí
vit hava lítlar møguleikar
at kappast í framleiðslu við
láglønarlond, sum kunnu
framleiða okkum um koll,
sigur hann
FaroExpo 07
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ingolf Joensen hevur verið stjóri í
P/F Fiskaaling síðan 1. november
2004. Aftrat sær hevur hann góð
og dugnalig fólk við góðum
førleikum til tað virksemi, sum
felagið hevur í dag og hevur sett
sær fyri at hava í framtíðini. Enn
vantar felagnum tó nøkur fólk við
ávísum førleikum, og stjórin
kundi eisini hugsað sær, at tey
høvdu meira pening at arbeiða
við innan gransking, sum verður
høvuðsmálið hjá felagnum í fram
tíðini.
Við teirri fíggjarorku, vit hava,
fara vit spakuliga til verka, men
vit kundu væl hugsað okkum, at
vit kundu sett enn meira ferð á
hetta økið, sigur hann.
Á annan bógv
Í nógv ár hevur ein av stóru, krevj
andi og kostnaðarmiklu uppgáv
unum hjá Fiskaaling verið kyn
bótaarbeiði, men nú verður høv
uðsdenturin lagdur á gransking
og menning innan fisk og sjódýr,
sum longu eru áhugaverd ella
væntast at verða áhugaverd fyri
føroysku alivinnuna.
Ingolf sigur, at Fiskaaling steðg
aði við sjálvum kynbótaarbeiðnum
við laksi í 2004, tí laksarogn nú
kunnu flytast inn, samstundis sum
raksturin av at framleiða rogn ikki
er lønandi.
Fyri at seta ferð á gransking
arpartin, settu vit seinast í 2005
ein granskingarleiðara, Hannes
Gislason, við granskaraútbúgving
(PhD), og í fjør gjørdust uppaftur
fleiri granskarar knýttir at felag
num, allir við førleika á PhD
stigi.
Fimm høvuðsøki
Stjórin vísir á, at Fiskaaling hevur
sett sær fimm høvuðsøkir upp,
sum granskast skal í frameftir.
Hesi eru 1) Aling av fiskaog
djórasløgum, 2) Genog biotøkni,
3) Fóður, vatn og framleiðsluhættir,
4) Matvørugóðska og 5) Fiska
heilsa og aliumhvørvi.
Hetta er ein stór og spennandi
uppgáva, sum liggur fyri framman,
og eg fegnist um øll tey góðu og
dugnaligu fólkini, sum vit hava í
felagnum.
Ingolf vísir á, at nú sjálvt kyn
bótaarbeiði er lagt á hilluna, hevur
Fiskaaling fingið meira fíggjarliga
“luft”, sum hann tekur til, og hetta
kemst av, at kynbótaarbeiði, sum
gjørt er seinastu nógvu árini, hev
ur verið rættiliga krevjandi og
kostnaðarmikil.
Tað er eisini hugaligt at síggja,
at vit aftur hava uppdrift í alivinn
uni, leggur hann aftrat.
Stjórin sigur seg fegnast um, at
gransking er sett á breddan í Før
oyum, tí uttan gransking, verður
trupult hjá okkum at bera tann
førning, vit hava, longur fram á
leið.
Tað er neyðugt, at vit byggja
okkara framburð á vitan, tí vit
hava lítlar møguleikar at kappast í
framleiðslu við láglønarlond, sum
kunnu framleiða okkum um koll,
sum hann tekur til.
Vegurin fram
Ingolf vísir á, at gransking er ikki
eitt øki, sum gevur sjónlig úrslit
her og nú, men upp á sikt kann
gransking koma at hava ein alt
avgerandi vinnuligan týdning fyri
okkum.
Tað eru so mong dømir um,
hvat kann spyrjast burtur úr
gransking. Vit kunnu bara taka
Danmark. Tá danir byrjaðu at
granska í heilivági fyri kanska
3040 árum síðan, vóru tað mong,
sum ikki dugdu at síggjar møgu
leikar við hesum. Men hygg at
heilivágsídnaðinum í Danmark í
dag. Ein hópur av fyritøkum eru í
landinum, sum hava ein veldugan
útflutning, ið gevur dønum stórar
inntøkur. Í dag eru danir framm
arliga innan henda ídnað.
Hann vísir á, at tað er eingin
patentloysn upp á gransking sum
heild, men tað vísir seg, at vitan
hevur eina positiva “effekt”, sum
smittar av sær – ikki minst út í
vinnuna, har nøkur av hesum fólk
um seinni fara við síni vitan.
Vit eru ikki teir fyrstu, sum skulu
prógva, at hetta er so. Hetta er prógv
Tætt tilknýti
Granskararnir, sum eru í starvi ella hava tilknýti til Fiskaaling,
arbeiða og hava tætt tilknýti til stovnar í Danmark og í Noregi,
og hetta gevur føroyska felagnum møguleika at hava tætt
tilknýti til útlendskar granskingarstovnar. Arbeitt verður við at
seta í gongd nýggjar PhDverkætlanir og at knýta PhD lesandi
til Fiskaaling.
(vilmund)
Gransking vegurin fram
Søgan aftan fyri fiskaaling
Poul Vestergaard við einum stórum og gýtingarførum toski av Føroyabanka.
Toskayngul gongur nú á Árnafirði og í Hvalba
Sjódepilin hjá Fiskaaling í Nesvík, har tey
serliga fáast við tosk og kalva, sum eru
lutfalsliga nýggj fiskasløg í føroyskum alihøpi