Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 15 - Tað er ikki óhugsandi, at Lívfiskastøðin í Skopun í framtíðini verður nýtt sum eitt slag av karantenustøð, møguliga í samstarvi við norskar rognaframleiðarar, nú føroyskir alarar hava loyvi at innflyta rogn, sigur stjórin í Fiskaaling Fiskaaling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóast sjálvt kynbótaarbeiði á Lív­ fiskastøðini er hildið uppat, og Fiskaaling nú hevur sett eina granskingarætlan á kjøl, merkir tað kortini ikki, at eingin lívfiskur er eftir á støðini í Skopun. – Vit eiga allar árgangir inntakt­ ar enn, bæði av laksi og sílum, og soleiðis hava vit eisini data yvir allar “familjurnar” hjá lívfiski­ num. Hetta merkir eisini, at eingin vandi er fyri, at vit fáa innalv, sum tað verður rópt. Ingolf Joensen, stjóri í Fiska­ aling, sigur, at orsøkin til, at felag­ ið framvegis hevur rognafram­ leiðslu, hóast einki kynbótaarbeiði verður gjørt, er, at tað framvegis er eftirspurningur eftir føroyskum rognum, og enn í dag hevur felag­ ið helvtina av føroyska marknað­ inum. Framtíðin Høvuðsorsøkin til, at kynbótaar­ beiði á Lívfiskastøðini í Skopun er hildið uppat, er, at føroysku myndugleikarnir hava givið loyvi til at innflyta útlendsk rogn – og føroysku rognini standa seg ikki í hesi kapping, um Fiskaaling skal selja tey fyri kostprís. ­ Fyri ikki so langari tíð síðan høvdu vit eini 15 kynbótafeløg í Norðurevropu, men gongdin sein­ astu árini hevur verið, at feløgini eru vorðin færri og færri. Nú eru kanska bara eini tvey stór feløg eftir, sum eru dominerandi á heimsmarknaðinum, og hesi eru bæði í Noregi. Ingolf sigur, at nevndu feløg eru Aqua Gen og Salmon Breed. ­ Hetta eru stór feløg, sum brúka ein hóp av peningi hvørt ár til kynbótaarbeiði, sum er rættiliga kostnaðarmikið, um tað skal ger­ ast væl, sigur hann. Sjúkuvandi Í staðin fyri at gera kynbótaarbeiði í Skopun, hevur spurningurin ver­ ið frammi, um støðin ikki kundi verið brúkt sum ein klek­og karan­ tenustøð fyri útlendsku rognini. Alivinnan hevur víst á smittu­ vandan við innfluttu rognunum, sum ov lítið eftirlit er við, og tí hevur eisini formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag, Ragnar Joen­ sen, nevnt hetta sum ein møgu­ leika. ­ Jú, vit halda, at hugskotið er gott, og vit halda eisini, at støðin í Skopun er sera væl egnað til slíkt virksemi. Ingolf Joensen heldur tað ikki vera óhugsandi, at Lívfiskastøðin í Skopun í framtíðini verður nýtt sum eitt slag av kleki­ og karan­ tenustøð, møguligar í samstarvi við norsku rognaframleiðararnar. ­ Tað tekur fýra ár at framleiða rogn til rognafisk, og í hesi tíðini skulu vit kunna tryggja, at fisk­ urin, sum verður strokin, er frísk­ ur, sigur stjórin í Fiskaaling. Lívfiskastøðin í Skopun kanska karantenustøða Í 2006 byrjaði Fiskaaling eina toskaverkætlan. Í grannalondunum hava tey í fleiri ár gjørt royndir við toskaaling, og útlit eru nú fyri lønsemi í hesi vinnu. Mett verður, at støðuga hitalagið í sjónum kring Føroyar, ger oyggjarnar væl egnaðar til toskaaling. Harafturat verður mett, at toskur av Føroyabanka, ið er kendur fyri sínar góðu vakstrareginleikar og góðu eginleikar annars, er væl egnaður sum alifiskur. Fyri at stuðla vinnuni at koma skjótt og effektivt í gongd við toskaaling, gjørdi Fiskaaling av at fara undir eina verkætlan yvir 3 ár innan framleiðslu av toskayngli. Felagið hevur sum heild góðar umstøður til royndarvirksemi, bæði á Lívfiskastøðini í Skopun og á Sjódepilinum í Nesvík. (­vilmund) hjá Fiskaaling Føroyar væl egnaðar - Vit halda, at hugskotið um Lívfiskastøðina í Skopun sum karantenustøðu, er gott, og vit halda eisini, at støðin er sera væl egnað til rognaframleiðslu, sigur stjórin í Fiskaaling Føroyska alivinnan hevur víst á smittuvanda við innfluttu rognunum, sum ov lítið eftirlit er við að í so mongum øðrum londum und­ an okkum, sigur Ingolf. Við á Expo Stjórin sigur, at felagið hevur gjørt av at verða við á FaroExpo hesaferð fyri at vísa andlit og fyri at stuðla uppundir føroysku alar­ arnar og framleiðararnar av ali­ fiski í Føroyum. ­ Vit eru ikki við hesaferð við nakrari serligari sølu fyri eyga, men vit vilja vera í høllini og práta við fólk og vera til reiðar at hitta fyritøkur, bæði føroyskar og útlendskar, sum hava hug at práta við okkum. Ingolf Joensen sigur, at hugsandi er eisini, at felagið við hetta høvi fer at røða um spurningin, hvør framtíðin við lívfiskastøðini í Skop­ un skal verða, og her eru ymiskir áhugaverdir tankar frammi, sum vit tosa við stjóran á Fiskaaling um í aðrari grein á hesi opnuni.