Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 Leitiborurin er nú settur í aftur føroysku undirgrundina, og hetta merkir, at fitt av virksemi hevur verið og er á Atlantic Supply Base í Saltangará. - Sjálvandi eri eg ógvuliga spentur. Er man ikki tað, tá leitað verður eftir olju, kann man ikki brúkast í hesi vinnu, sigur Eli Lassen, stjóri FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Maðurin, sum seinastu mánaðirnar man hava rokast eina mest, nú fyrireikingar hava verið gjørdar til at seta leitiborin í aftur føroysku undirgrundina, er stjórin á Atlantic Supply Base (ASB), Eli Lassen. Og nú meðan virksemi á olju­ basanum er í hæddini, noyðist Eli eisini at hugsa um FaroExpo, tí felagið, sum rekur ASB, hevur teknað luttøku á vinnustevnuni. Oljan dregur ­ Hetta er fyrstu ferð, at vit verða við, og tað er ikki minst boringin, sum nú er byrjað á føroyska land­ grunninum og oljan, sum funnin er beint sunnanfyri sjómarkið, sum dregur okkum við. Ætlanin hjá okkum er at hava fundir við ymiskar veitarar, sum eru við á FaroExpo. Enn havi eg ikki neyvt lisið listan yvir luttakarar ígjøg­ num, men fyritøkur eru við, sum vit fara at tosa við. Tað sigur stjórin á ASB, Eli Lassen. Hann hevur havt nógv um at verið seinastu vikurnar, og nú supply­skip siglir inn og út av William­feltinum fleiri ferðir um vikuna eftir útgerð, eru eisini einir 6­7 lossarar hjá Faroe Ship javnan til arbeiðis á oljubryggj­ uni. Aftrat sær, hevur Eli ein hjálpar­ mann, meðan boringin fer fram. Gyltur møguleiki Stjórin á Atlantic Supply Base sig­ ur, at ætlandi kemur onkur útlend­ ingur við honum á vinnustevnuna, men hann hevur ikki hug at siga, hvør tað er, tí enn er hetta ikki endaliga avgjørt. ­ Hetta er ein oljumaður, sum hevur hug at heilsa upp á føroyskar veitarar. Stjórin á ASB heldur, at nú olja er funnin so nær føroyska sjómark­ inum, og nógv styttri vegur er hjá supply­skipum á Runavík enn til Aberdeen, eigur hetta sum tíðin líður at gerast ein gyltur møguleiki hjá føroyskum veitarum. ­ Vit hava eftir mínum tykki fleiri fyritøkur í Føroyum, sum eru væl egnaðar at veita ymiskar tænastur til oljuvinnuna. Vit hava fólk, sum eitt nú duga at sveisa, sum duga maskinarbeiði og sum duga el­arbeiði, og vit eiga eisini fólk og fyritøkur, sum hava tær vanligu forsýningarnar, ið skulu til, eitt nú proviant og olju. Eli heldur, at oljuvinnan, sum nú er komin so tætt uppat okkum, saktans kundi verið ein parttíðar­ vinna hjá nøkrum av hesum fyri­ tøkum. ­ Uppgávan hjá okkara veitarum og okkum øllum, sum longu eru partur av hesi vinnu, er at sannføra feløgini úti í heimi um, at tað loysir seg gera nýtslu av teirri tæn­ astu og veiting, sum vit kunnu bjóða okkum fram við, sigur hann. Spentur stjóri ­ Jú, sjálvandi eri eg ógvuliga spentur upp á hesa leitiboringina, ið BP sum høvuðsfelag nú er farið undir. Er man ikki spentur í slík­ um tíðum, tá leitað verður eftir olju í føroysku undirgrundini, kann man ikki brúkast í hesi vinnu. Eli Lassen sigur, at enn er tor­ ført at meta um, nær henda leiti­ boringin verður liðug, men hann væntar, at tað verður einaferð um ársskiftið. ­ Nú skulu vit bara vóna, at BP rakar við olju í rakstrarligum nøgdum í føroysku undirgrundini, sigur stjórin á Atlantic Supply Base. Meðan Mentanarvika er, verður listaframsýning í Borg í Saltangará. Vit hava verið ein lítlan ”rundtúr” í fyritøkuni við Rodmundi Nielsen, stjóra FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyri einum góðum mánaði síðan kunngjørdu teir, sum nú eiga fyrr­ verandi feløgini, P/F Højgaards Hansdilsvirki, P/F Klaksvíkar Timburhandil og P/F Klement Petersen, at feløgini eru løgd saman, og at nýggja felagið hevur fingið navnið P/F Borg. Hesi feløg hava seinastu tíðina havt sama eigara, og nú hildu teir, at tíðin var komin til, at feløgini vórðu løgd saman – og fingu ein felags samleika. Teir, sum eiga P/F Borg í dag, eru Rodmundur Nielsen, Jónsvein Knudsen og Jóhannus Danielsen, sum er fíggjarleiðari. Hornasteinurin ­ Vit hava valt at geva samanlagda felagnum navnið Borg, tí vit halda, at hetta hóskar væl til virk­ semi hjá okkum, ið alt á ymiskan hátt hevur ”húsið” sum horna­ stein. Stjórin í felagnum, Rodmundur Nielsen, vísir á, at ein borg er eitt verndarvirki ella ein skansi, har fólk frá gamlari tíð høvdu sínar goymslur. ­ Ein Borg er eisini ein miðdepil og eitt savningarstað, sum skarar fram úr landslagnum, sigur hann. Samanlagda felagið hevur fýra rakstrarstøð, sum liggja í Runavík, har høvuðsdeildin er, Klaksvík, Fuglafirði og í Saltangará. ­ Eingin broyting verður við okk­ ara vøru­og tænastuúrvali, men vit fara at leggja stóran dent á, at okkara viðskiftafólk fáa eina uppaftur betri tænastu, sigur hann. Listaframsýning Nú Mentanarvika og FaroExpo verða í Runavíkar­økinum, verður Borg í Saltangará karmur um eina listaframsýning hjá Livari Nysted. Framsýningin letur upp mána­ dagin komandi klokkan 10 og verður opin til og við hósdagin klokkan 18. Fríggjadagin er opið frá klokkan 10 til 17.30 og leyg­ ardagin frá klokkan 10 til 17. ­ Vit eru sera fegin um, at Borg í Saltangará kann vera ein partur av Mentanarvikuni, og øll vælkom­ in inn á gólvið, sigur Rodmundur Nielsen. ”Rundtúrur” Nú vit tosa við stjóran í P/F Borg, kemur hann ein ”rundtúr” við okk­ um, og í stuttum letur hann okkum vita, hvussu fyritøkan sær út í dag. ­ Í Borg í Klaksvík hava vit timburhandil, og har hava vit eisini lagt stóran dent á køkspartin. Her eru stórar broytingar framdar, ið gera køkarnar til ein sjónligari part av virkseminum. Í Klaksvík hava vit soleiðis ein góðan handil við góðari tænastu. Í Fuglafirði hevur Borg timbur­ handil, beint omanfyri bátahylin, og í Syðrugøtu hevur felagið eina høll, har handverkarar og við­ skiftafólk hjá Borg kunnu smíða elementir til hús og annað. ­ Vit hava høllina í Syðrugøtu sum eina tænastu til okkara við­ skiftafólk, sigur hann. Á Hústoft, omanfyri Lamba, hevur felagið dynamitt­goymslu og eisini er ein minni dynamitt­ goymsla í Havn. ­ Nú koma vit út til Borg í Saltangará, har vit hava køkar, hvítvørur, skrivstovumøblar, garaguhurðar, steinar til laging og mangt mangt annað. Rodmundur sigur, at úti í Runa­ víkini, har timburhandilin er við stórari amboðsdeild, er eisini høv­ uðsfyrisitingin hjá felagnum. At enda koma vit yvir á Ritu­ víkarháls, har Borg hevur stóran goymslubygning. Dugnalig starvsfólk Eini 55 fólk eru í starvi hjá P/F Borg, og stjórin dylur ikki fyri, at hesi eru grundarsteinurin undir fyritøkuni. ­ Vit hava dugnalig fólk, sum øll hava verið opin fyri broytingum og betran av fyritøkuni. Summi hava verið leingi í fyritøkuni og hava fleiri ára royndir, onnur eru nýggjari. Men felags fyri øll er, at tey øll vilja frameftir. Eg haldi, at tað er heilt ótrúligt, sum øll hava verið væl við og eru positiv fyri teimum broytingum, sum longu eru gjørdar og standa fyri framm­ an, sigur Rodmundur Nielsen, stjóri. P/F Borg er í fyrsta lagi ein heildarveitari til føroysku byggi­ vinnuna. Eingin dagur eins á Atlantic Supply Base Borg heildarveitari til byggivinnuna - Vit mugu sannføra feløgini úti í heimi um, at tað loysir seg gera nýtslu av teirri tænastu og veiting, sum vit kunnu bjóða. Tað sigur Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base. Myndin av supply-skipi við oljubryggjuna hevur verið vanlig sjón í Runavík í heyst Mynd: Vilmund Jacobsen Í Borg í Saltangará fer Livar Nysted at sýna fram list. – Vit eru ógvuliga fegin um, at vit kunnu vera ein partur av Mentanarvikuni, sigur Rodmundur Nielsen, stjóri í P/F Borg