mánadagur 29. oktober 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007
- Styrkin hjá mekaniska
verkstaðnum er, at vit
eisini reinsa og umvæla
el-motorar og generatorar.
Hetta kann í fleiri førum
gera, at skipum ikki nýtist
at liggja leingi og bíða,
tá okkurt gongur galið.
Leveringstíðin upp á
generatorar kann vera
upp í einar 2-3 mánaðir,
sigur verkætlanarleiðarin
á El-Talvuvirkinum í Gøtu,
Petur Martin Glerfoss
FaroExpo 07
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
El-Talvuvirkið í Gøtu er millum
føroysku veitararnar, sum verða
við á FaroExpo, og hetta er eisini
fyrstu ferð, at fyritøkan er við á
hesi vinnustevnu.
- Vit hava sett okkum nøkur
mál og hava lagt eina strategi,
sum eitt nú byggir á at gera okkum
meira sjónligar millum viður-
skiftafólkini. Málið er í størri
mun enn áður at vísa okkum á
marknaðinum. Vit vilja eisini
veksa um søluna av komponentum
og ymiskum eykalutum til eitt nú
el-motorar, generatorar, umformar-
ar og ymiskar el-talvur og skipanir
annars.
Tað sigur Petur Martin Glerfoss,
sum er verkætlanarleiðari á El-
Talvuvirkinum.
Sum navnið sigur, hevur El-
Talvuvirkið spesialiserað seg í el-
talvum og høvuðstalvum í ymisk-
um støddum og ymiskum slagi,
bæði til skip, ídnaðin á landi og
bygningar.
Trý høvuðsøki
Petur Martin sigur, at virksemið
hjá fyritøkuni er býtt upp í trý
høvuðsøkir, har fyrsta økið er
stórar høvuðstalvur, smærri talvur
og ymiskar stýritalvur.
Felagið hevur eisini ein mekan-
iskan verkstað, sum er ein annar
partur av virkseminum.
- Vit selja vælumtóktar el-motor-
ar til ymiskar skipanir umborð á
skipum og virkjum, eitt nú til
bandskipanir. Vit útvega eisini
generatorar
av
dygdargóðum
merki, eins og generatorskipanir,
pumpur til spillivatn, ymiskar
vætur og annað.
Hann sigur, at styrkin hjá
mekaniska verkstaðnum er eisini,
at teir reinsa og umvæla hesar el-
motorar og generatorar.
- Hetta kann í fleiri førum gera,
at skipum ikki nýtist at liggja
leingi og bíða, tá okkurt gongur
galið.
Hann vísir á, at leveringstíðin
upp á eitt nú generatorar kann
vera upp í einar 2-3 mánaðir.
- Í staðin fyri, at skipini liggja
og bíða, kunnu vit undir vanligum
umstøðum umvæla ein generator
eftir 2-3 døgum, sigur Petur Mart-
in.
Triðja økið, sum El-Talvuvirkið
í uppaftur størri mun hevur lagt
seg eftir, er ymiskar instalatiónir,
bæði í skip, virkir og bygningar
annars.
- Tá ið ræður um fiskiflotan,
hugsa vit mest um instalatiónir í
samband við, at talvur skulu skift-
ast og instalatiónir gerast av nýggj-
um. Vit hugsa ikki í sama mun
um instalatiónir í nýbygningar, tí
hesar krevja nógva tíð og nógv
fólk.
Fjarstýringar
Verkætlanarleiðarin vísir á, at El-
Talvuvirkið nýliga hevur sett
talvur upp og gjørt nýggjar
installatiónir umborð á Róki og
Lerki og umborð á nýbygingunum,
sum Beta letur byggja í Spaniu. Í
løtuni eru fólk hjá fyritøkuni í
Gøtu í Spaniu og arbeiða umborð
á nýggju skipunum.
- Okkara arbeiði hevur mest
gingið fyri seg á dekkinum og í
lastini, har vit hava sett tráleysar
og vatntættar skipanir upp, sum
kunnu gera arbeiði lættari, eitt nú
við flutningi av fiski. Okkara
skipanir eru fjarstýrdar og byggja
á, at tær ikki skal nýtast at ganga
og draga ein kaðal aftaná tær, tá
tú arbeiðir og flytir teg við tólin-
um.
Petur Martin sigur, at El-Talvu-
virkið hevur fólk, sum duga væl
at programera, og soleiðis seta
teir eisini ymiskar frekvensum-
formarar upp, sum gera manøvr-
una lagaligari og betri.
El-Talvuvirkið
hevur
eisini
nýliga verið í Hetlandi og Orkn-
oyggjum við el-talvum, sum settar
eru upp í sambandi við Shelf-
kaðalin hjá Føroya Tele.
Fleiri eykalutir
Petur Martin Glerfoss sigur, at
málið hjá El-Talvuvirkinum er at
liggja inni við øllum eykalutum
til tær instalatiónir, el-motorar,
generatorar,
talvur,
kontaktir,
sikringar og annað, sum fyritøkan
fæst við.
- So seint sum í síðstu viku
vóru boð eftir okkum, tá ein stórur
avbrótari fór. Vit vóru á staðnum
hálvan tíma seinni og skiftu
avbrótaran, sigur hann.
Hann vísir á, at tað er kostnað-
armikið at liggja inn við stórari
vørugoymslu, og tí er eisini
umráðandi fyri El-Talvuvirkið at
fáa eitt ”flov” í søluna soleiðis, at
tað betur kann loysa seg at liggja
inni við hesum.
- Jú, størri sølan er, jú størri og
bíligari ber til at keypa inn – og
selja útaftur, leggur Petur Martin
Glerfoss aftrat.
FAKTA
Á El-Talvuvirkinum í Gøtu eru teir serkønir í at projektera el-anlegg,
framleiða el-talvur, projektera og installera sjálvvirkandi skipanir av
ymiskum slagi, viðlíkahalda el-kervið, viðlíkahalda generatorar, el-
motorar og el-talvur.
Starvsfólkini hjá El-Talvuvirkinum eru el-installatørar,
elektromekanikarar, skipselektrikarar og maskinmeistarar.
Vilja gerast meira sjónligir
El-Talvuvirkið hevur nýliga verið í Hetlandi og Orknoyggjum við el-talvum, sum settar eru upp í sambandi við
Shelf-kaðalin hjá Føroya Tele
Teir eru serkønir í at projektera el-anlegg, framleiða el-talvur, projektera og
installera sjálvirkandi skipanir av ymiskum slagi
Á El-Talvuvirkinum starvast el-instalatørar, elektromekanikarar,
skipselektrikarar og maskinmeistarar