Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 Leygarkvøldið 3. november verður rættiligt konsertbrak við Simon Mathew í Ítróttarhøllini í Runavík. Honum til hjálpar verða eisini Boy’s in a Band, Høgni Lisberg og Crawling Blue FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Brakandi konsert, dansur og “trendshow”. Hetta er tað, sum Ítróttarhøllin í Runavík sambært fyriskiparunum hevur at bjóða uppá á leygarkvøld­ ið 3. november á mentanarvikuni. Konsert­og dansitiltakið í fjør savnaði rættiliga nógv fólk og Rannvá Troest, sum starvast á Virkisráðgevingini, veit at siga, at eini 1400 fólk vitjaðu í Ítróttar­ høllini hetta kvøldið. ­ Í Ítróttarhøllini er pláss fyri umleið 2000 standandi fólkum, so hóast nógv fólk nýttu høvi at vitja í fjør til konsert og dans, er pláss fyri uppaftur fleiri í høllini. Tískil nýtast fólk ikki at halda seg aftur, leggur hon aftrat. Atgongumerkini til tiltakið, sum kosta 220 krónur, fáast til keyps á Kunningarstovunum í Sal­ tangará og Tórshavn og í Kiosk Vár í Saltangará og Klaksvík. Aldursmarkið til konsert­og dansitiltakið er 15 ár. Simon Mathew Tónleikarin Simon Mathew, sum fer at spæla í Runavík, er føddur og uppvaksin í Danmark. Fyrsta útgávan hjá 24 ára gamla mann­ inum, sum kom í 2005, varð sera væl móttikin – ikki minst millum útvarpsstøðir og lurtarar í Dan­ mark. Síðan útgávuna hevur Simon havt einar 100 konsertir í Dan­ mark, og samstundis hava danir sæð rættiliga nógv til Simon í sjónvarpssendingini hjá TV2 “Vild med dans”, har hann mundi vunnið. Men Simon tekur sær eisini tíð til at skriva tónleik. Eygleiðarar siga, at hann er komin nærri sær sjálvum gjøgnum tónleikin, ið er merktur av poppi og rokki. Í løtuni er ein single at fáa, sum eitur “never another you”. Nýggj fløga er í framleiðslu og kemur væntandi seinni í ár. Simon hevur sungið og spælt tónleik síðani hann var seks ára gamal, og hann hevur fingist við nógvan ymiskan tónleik. Rebekka í Creamy Saman við systrunum Rebekku og Sabinu hevur hann ferðast kring heimin við gospeltónleiki. Flestu føroyingar minnast óivað Rebekku, sum var helvtin av hálv­ føroysku duo’ini Creamy. Á konsert­og dansitiltakinum í Runavík verður eisini “trend­ show”, har Trend Floor fer at sýna ymisk mótaklæði. Skipað verður fyri busssam­ bandi í sambandi við tiltakið í Ítróttarhøllini. Framsýning av 50 ára søguni hjá NSÍ Sunnudagin 28. oktober klokkan 16 letur upp ein áhugaverd framsýning um søguna hjá ítróttarfelagnum NSÍ FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Framsýningin, sum er ein liður í hátíðarhaldunum, nú NSÍ er farið um tey fimmti, verður í Heiðahúsinum í Saltangará. Fyrireikararnir av framsýningini hildu tað verða sera væl hóskandi at leggja hesa saman við árligu Mentanarvikuni, sum er í somu viku sum vinnustevnan FaroExpo. Søgan hjá NSÍ verður lýst á hesi framsýning, sum verður opin í døgunum 28. oktober til og við 4. november. Framsýningin verður opin allar dagarnar frá klokkan 17­20 – undantikið tann fyrsta dagin, tá latið verður upp við móttøku klokkan 16. Í høvuðsheitum er talan um eina fjølbroytta myndaframsýning, sum lýsir fyrstu 50 árini hjá felagnum. Men tað verður eisini annað enn myndir at síggja. Eitt nú verða gamlir NSÍ­búnar við og brot úr gerðarbókum hjá felagnum. Hvønn dag, meðan framsýningin er opin, verður eisini høvi at heilsa upp á eldri sum yngri NSÍ’arar. Fyrireikararnir hava fingið til vega heilt fitt av tilfari frá fólki, men ynskja framhaldandi at fáa fatur á enn meira tilfari, um onkur liggur inni við onkrum áhugaverdum íkasti til framsýningina. ­ Fólk, sum vita um okkurt, sum tey meta eigur at verða ein partur av hesi framsýning, eru eisini vælkomin at venda sær til felagið. Fyrireikararnir ivast onga løtu í, at framsýningin av 50 ára søguni hjá NSÍ verður væl vitjað, eins og tey heldur ikki ivast í, at tey vitjandi fáa eitt áhugavert upplivilsi. Framsýningin er ókeypis. Tað dámar børnum – og vaksnum, garrvill trøll og ein eldspýtari, sum fer at spýta eld í Ítróttarhøllini í Runavík Sunnudagin 4. november klokkan 16 verður Ítróttarhøllin í Runavík karmur um eitt stórt barna ­og familjutiltak. Hetta tiltak, sum hevur nógv spennandi at bjóða børnum og vaksnum, verður endabresturin á Mentanarvikuni hesaferð. Trøllapætur, Omman, Ommu­ didd og politistarnir fara á pallin, og tað verður við buldur og braki. Eisini verður ein eldspýtari, sum fer at vísa síni kynstur, og har­ afturat kemur Bassi á vitjan ­ og hann plagar at vera í gávuhýri. Atgongumerki kunnu keypast í Ítróttarhøllini eina tíma, áðrenn tiltakið byrjar. Tey kosta 80 krónur – fyri bæði børn og vaksin. ­ Øll eru hjartaliga vælkomin til Runavíkar at hugna sær saman við garvillum trøllum – og eld­ spýtaranum, siga fyrireikararnir. (-vilmund) Eldspýtari fer eisini at royna síni kynstur Konsertbrak og dansur í Runavík Hann er 24 ára gamal og hevur síðan útgávuna í 2005 longu havt einar 100 konsertir ymsastaðni í Danmark NSÍ er nú farið um tey fimmti árini, og tí skipar felagið fyri framsýning, sum lýsir søgu felagsins Ársins barnatiltak Trøllarok, buldur og brak verður í Runavík sunnudagin 4. november