mánadagur 29. oktober 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 23
Aftur á slóðina
Næstu tveir sunnudagarnar verður skipað fyri
søguligum gongutúrum í Eysturoy við Óla Simonsen
sum ferðaleiðara
FaroExpo 07
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Mentanarvikuni verður skipað fyri tveimum áhugaverdum gongu
túrum í Eysturoy.
Hin fyrri verður sunnudagin 28. oktober, tá gingið verður úr
Elduvík til Oyndarfjarðar, og hin seinni verður sunnudagin 4.
november, tá gingið verður av Glyvradali oman til Glyvrar.
Ferðaleiðari á báðum túrunum verður Óli Simonsen. Kostnaður
fyri hin fyrra túrin er 100 krónur og 80 krónur fyri hin seinna.
Túrurin úr Elduvík til Oyndarfjarðar byrjar klokkan 14, tá fólk
hittast Yviri á Støð í Elduvík, haðani gingið verður.
Í Oyndarfirði verður hugt at Rinkusteinunum, og síðan verður
gingið niðan í skúlan til ein góðan drekkamunn.
Bussur koyrir úr Oyndarfirði til Elduvíkar klokkan 16.30.
Á seinna túrinum av Glyvradali til Glyvrar, hittast fólk við forn
minnissavnið Forna á Glyvrum, haðani bussur koyrir til Lamba.
Á Gomu støð í Lamba greiðir ferðaleiðarin frá søguni um Norsku
Løvu. Síðan gongur leiðin yvir á Glyvradal, haðani gingið verður
fram við Dalánni og Glyvragjógv til Glyvrar, har okkurt verður til
matna í Forna.
Tilmelding til báðar gongutúrarnar fer fram á Kunningarstovuni
í Saltangará á tlf. 417060.
Þröstur og Kári í Blikk
Ein øðrvísi málninga
framsýning verður í
Trend Floor í Saltangará á
Mentanarvikuni, tá Beinta
Hansen fer at sýna fram
sína forvitnisligu og litríku
list
FaroExpo 07
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Beinta Hansen er ung listarkvinna,
sum byrjaði tíðliga at mála. Hon
fór á listaháskúla í 1998, har hon
serliga legði seg eftir myndlist,
leiri og grafikki.
Unga listarkvinnan hevur ser
liga fingist við at mála og hevur
verið við á framsýningum ymsa
staðni í landinum.
Í løtuni lesur hon sjúkrarøktar
frøði.
At arbeiða við menniskjum er
í sjálvum sær ein íblástur til máln
ingarnar, og tað er gott at hava
kreativitetin við í arbeiðnum sum
sjúkrarøktarfrøðingur,
heldur
Beinta Hansen.
Tað er torført at lýsa stílin hjá
henni, tí hann fevnir víða – og tí
má hann síggjast.
Listin er forvitnislig, og stórt
litspæl er í listaverkunum.
Málningarnir hjá Beintu eru at
síggja í Trend Floor frá mána
degnum 29. oktober, og klokkan
17 hendan dagin verður ferniser
ing.
Øll eru vælkomin inn á gólvið,
sigur Beinta Hansen.
Beinta Hansen í Trend Floor
Listin hjá Beintu Hansen
er forvitnislig við stórum
litspæli
Óli Simonsen verður ferðaleiðari á báðum gongutúrunum í Eysturoy í
sambandi við Mentanarvikuna
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mentanarvikan hevur
nógv ymiskt at bjóða,
bæði innan myndlist og
tónlist av ymskum slagi.
Hóskvøldið 1. november
fara íslendski vísusangarin
Þröstur Jóhannesson og
okkara Kári Sverrisson at
spæla ókeypis í Café Blikk í
Saltangará
FaroExpo 07
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir eru báðir fólkatónleikarar og
vísusangarar, Þröstur Jóhannesson
og okkara Kári Sverrisson.
Hóskvøldið 1. november fara
teir báðir at seta hugnaligan dám
á í Café Blikk í Saltangará, har
teir fara at spæla og syngja
ymiskan fólkatónleik, sum vit
plaga at rópa tað.
Þröstur er føddur 2. januar í
1969 í Keflavík. Hann er yngstur
av sjey systkjum. Pápi hansara
var sjómaður og mamman heima
gangandi. Saman við konu síni
eigur Þröstur fýra synir, og tey
búgva øll í Ísafirði, sum er vinar
býur hjá Skála, sum nú er partur
av Runavíkar kommunu.
Sjálvur byrjaði Þröstur at spæla
á gittara í tónleikaskúla, tá ið
hann var 12 ára gamal. Hann fekk
sín fyrsta elgittara í fermingar
gávu, og tá stovnaði hann sín
fyrsta rættiliga tónleikabólk. Síð
ani hevur hann spælt í fleiri
ymiskum bólkum. Hann helt fram
at útbúgva seg innan tónleikin, og
hevur millum annað lært klassiskt
gittarspæl á tónleikaskúlanum í
Ísafirði.
Men tónleikurin hevur tó ikki
altíð verið hansara høvuðsyrki.
Þröstur hevur eisini arbeitt í fiski
vinnuni, á goymslum, á prentmið
støð og hjá sløkkiliði. Síðani 2003
hevur hann verið gittarlærari í
tónleikaskúlanum.
Eitt av høvuðsáhugamálunum
hjá Þrösturi er at lesa yrkingar, og
hetta endurspeglast í tónleikinum
hjá honum. Harafturat hevur hann
eisini sjálvur skrivað yrkingar.
Um sín tónleik sigur Þröstur
sjálvur, at hann er eitt gott bland
av country og punk. Nýggjasta
fløgan hjá honum eitur ”Aðrir
sálmar”. Hon kom í 2006.
Konsertin við Þrösturi Jóhannes
son og Kára Sverrisson er sum
nevnt ókeypis, og hon byrjar í
Café Blikk klokkan 21.
Hann hevur roynt eitt
sindur av hvørjum – og ikki
bert innan tónleikaheimin.
Umframt at vera tónleikari,
er hann eisini yrkjari og
upplesari, og hann hevur
eisini roynt ymiskt í sínum
arbeiðslívi
Saman við Þrösturi Jóhannesson, fer
Kári Sverrisson at syngja ymiskan
fólkatónleik, og alt bendir á, at
tey, sum fara í Café Blikk fáa eina
hugnaliga løtu saman við báðum
tónleikarunum