mánadagur 29. oktober 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 209 - 29. oktober 2007 ]
Lukasz stegðaði Fremad
Fyrrverandi VB-spælarin Lukasz Cieslewicz skoraði fyri 2.
Lið hjá Brøndby, sum vikuskiftið spældi ímóti oddaliðnum í 2.
deild eystur, Fremad Amager. Lukasz legði Brøndby á odda 1-
0 í 18. minutti, og seinni í dystinum fekk hann eisini gult kort.
Anders Jochumsen javnaði fyri Fremad Amager, tá ið tað
restaðu stívliga fimm minuttir. Fremad Amager liggur á odda á
deildini og er í løtuni seks stig frammanfyri næstu liðini.
Claus kom inn og tapti
Blackpool var á odda 1-0 í útidystinum ímóti Sheffield
Wednesday leygardagin, tá ið fyrrverandi føroyski
landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen kom á vøllin.
Hetta var eftir ein tíma av dystinum. Fáar minuttir eftir, at
Claus var komin inn, javnaði Sheffield Wednesday. Ein
spælari rann frá Claus og einum liðfelaga og legði upp til
málið. Ilt gjørdist verri, tá ið Sheffield Wednesday legði
seg fram um 2-1 fimm minuttir seinni. Stórt vónbrot fyri
Claus og liðfelagarnar, sum taptu dystin við hesum úrsliti.
Hóast VB/Sumba
var á odda við tveim
um málum í hálv
leikinum, so megnaði
GÍ at fara um fjørðin
við øllum stigunum
VB/SumBa-GÍ
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Eftir langan aldudal kom GÍ
fyri seg aftur. Í tveimum
teimum seinastu umførun-
um hava teir skorað níggju
og latið tvey fara inn. Í Vági
var heimaliðið á odda bæði
1-0 og 2-0, men tá ið síðsta
bríkslið rungaði, var GÍ
omaná. Bæði í málum og í
manntali. Dimitri Jankovic
og Birgir Jørgensen hjá VB/
Sumba sóu báðir reytt frá
dómaranum, Lars Müller.
Talan var um uppgerð
millum eitt lið á veg niður-
eftir, og eitt lið á veg upp-
eftir.
Vágbingar hava ein held-
ur tunnan hóp. Rutineraðu
leikararnar eru fáir, og
fækkaðu uppaftur meiri, tá
ið teir tíðliga vórðu noyddir
at síggja miðverjan Dimitri
Jankovic verða riknan av
vølli fyri at hava stútað ein
gøtumann í andlitið. Saknur
var í leikbannaðu Aco Pan-
durovic og unga Martini
Tausen, men VB/Sumba
dugdi væl við bóltinum,
hóast vindurin var nógvur
og darvaði almikið.
Avgerandi løtan
VB/Sumba dugdu væl at
gagnnýta vindin til egnan
fyrimun, og løgdu seg á
odda beinanvegin. Rutiner-
aði miðvallarin í Djurhuus
skoraði, og løtu seinni skor-
aði verjuskansin Dimitri
Jankovic til 2-0 til heima-
liðið.
Beint fyri hálvleik hendi
so tað, sum ikki skal henda.
Dimitri var í hornatøkum við
gøtumann, og tá orrustan var
av, stóðu Dimitri og ein gøtu-
maður, høvur móti høvur.
Um Dimitri hevur framt brot
ella ikki, skal vera ósagt,
men hvussu er og ikki, gøtu-
maðurin fall til jarða og
eymkaði seg, og dómarin
gav
Dimitri
reytt.
Suðuroyingarnir megnaðu at
halda
búrið
reint
intil
hálvleik, men tað skuldi
verða ørðvísi í øðrum hálv-
leiki.
Stutt inn í annan hálvleik
var Suni úr Hørg so óheppin
at beina bóltin í egið mál,
og tá so annar hálvleikur
var gott og væl hálvrunnin,
fekk GÍ heldur ivasamt
brotsspark og VB/Sumba,
ein afturat riknan av vølli.
Hesu ferðina var tað áleyp-
arin Birgir Jørgensen, ið
hevði hug at greiða dómar-
anum frá um sína áskoðan,
um hendingina.
GÍ skoraði uppá brots-
sparkið, og stutta løtu seinni
var aftur galið hjá suðuroy-
ingunum. Dan Djurhuus
var so óheppin at seta krúll-
in undir bóltin, so at hann
feyk millum vinir og fígg-
indar í handasta horn í
egnum máli, og við bert
níggju monnum móti ellivu
varð heldur torført at standa
ímóti vindinum og einum
áhaldandi GÍ pressi. Sein-
asta málið í dystinum átti
málrevurin Christian Lund-
berg, ið stútaði innlegg úr
høgru í netið. Sagt verður
úr Vági, at hetta mál var
sera vakurt.
Útlend-
ingarnir
gevast
VB/Sumba og Royn hava
hildið á við samráðingum
um at samstarva, sjálvt
um TB takkaði nei í
fyrstu atløgu. Bogi Mort-
ensen, nevndarlimur í
starvsnevnd,
fíggjar-
nevnd og samstundis
samskipanarleiðari, vænt-
ar, at greiða fæst á málin-
um komandi tvær vikur-
nar. Bogi sigur eisini at
útlendingarnar í felag-
num fara allir heim eftir
kappingarlok, og ógreitt
er, hvør leistur verður
nýttur til at byggja nóg
sterkt lið, so teir megna
uppflyting aftur til bestu
deildina.
- Ogor fara at tosa við
málmannin Vlada Filipo-
vic um leingjan av sátt-
málanum og annars fer
tíðin at vísa, hvat gjørt
verður. Fyrst og fremst
verður bíðað eftir hvat
kemur burtur úr samráð-
ingunum við Royn, og so
verður avgjørt hvat ger-
ast skal, sigur Bogi Mort-
ensen, og leggur afturat,
at skilabest hevði verið,
at havt eina stammu á lið-
num, ið var úr oynni, og
at man fekk tað upp at
koyra, áðrenn man hugs-
ar um styrk uttanífrá.-
niels
Hóast úrtøkan í
landskappingini
gjørdist neyvt tann
sama, sum í fjør, so
var lagið hjá EB/
Streymi munandi
betri leygardagin, enn
tað var fyri einum ári
síðani
FótBóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
54 stig. Tað var tað, sum
EB/Streymur fekk í stiga-
posan í ár. Hetta er tað
sama, sum liðið vann sær í
fjør, og eins og ta ferðina,
so rakk tað eisini til silvur í
ár.
Men í mun til næstan
sorgarstøðuna á Mølini í
fjør, so var lagið í hópinum
heilt gott, nú talan aftur
gjørdist um silvur.
- Hetta var nakað heilt
annað. Í fjør høvdu vit jú
allar møguleikar at ogna
okkum gullið, og tí var vón-
brotið øgiligt, tá tað ikki
eydnaðist. Í ár gjørdist tað
jú so, at silvurið var tað,
sum vit kundu røkka, og
tað var deiligt, at tað eydn-
aðist, sigur Egil á Bø, lið-
skipari hjá EB/Streymi.
- Og vit halda okkum eis-
ini kunna vera nøgdar. Við
silvurinum her og gulli í
steypakappingini er talan
um besta árið í felagssøguni.
Og tá fær tað illa verið mun-
andi nógv betri í øllum før-
um.
Eftir tvey silvurmerki á
rað, er væl náttúrligt, at EB/
Streymur
strembar
enn
hægri komandi ár. Og hóast
hann illa fæst at siga nakað
um FM-vónir 12 mánaðir
fram í tíðina, so staðfestir
Egil, at tað ræður um at
halda støðuna millum tey
fremstu.
- Her verður onkur útskift-
ing. Ronnie ætlar sær at
gevast, og tað ger Símun
Eliasen helst eisini. Hartil
fer John Heri til Danmarkar,
eins og Rafal helst ikki
verður við komandi ár, so
har skulu spælarar inn á
ávís pláss. Men bulurin á
liðnum er framvegis á leið
tann sami, og sum eg havi
skilt tað, so meddar leiðslan
eftir, at liðið aftur í 2008
skal halda seg uppi millum
tey fýra fremstu. Og ert tú
fyrst har, so kann jú alt
henda, sigur Egil.
Vildu vinna
Dysturin á Sandi var annars
ikki heilt so misjavnur, sum
úrslitið kundi bent á. Fyri
tað nógva var B71 heilt væl
við, men teir megnaðu sjáld-
an at vera eins avgjørdir,
sum gestirnir vóru tað, og
hetta kostaði nógv.
Arnbjørn Hansen legði
fyri, tá hann enn einaferð
prógvaði seg sum helst
vandamesta harran í For-
mula-deildini, áðrenn Egil
á Bø stutt fyri hálvleik økti
til 2-0. Eftir steðgin gjørdi
Sorin Anghel sítt 10. mál
hetta kappingarárið, áðrenn
Egil aftur økti.
Seinasta málið í Traðar-
dali í ár fekk B71 tó, tá
Magnus Olsen sendi í kass-
an, men í samlaðu myndini
munaði hetta lítið. Og so
máttu
FSF-umboðini
ásanna, at tey høvdu valt
skeivt, tá lótu silvurið vera
eftir í Havn og tóku brons-
una við til Sands.
EB/S
B71
GÍ
VB/Sumba
B71-EB/S 1-4 (0-2):
Nú smakkaði
VB/Sumba-GÍ 2-4 (2-0):
Tvey reyð kort og tvey sjálvmál
Við at vinna silvur annað árið á rað tykist EB/Streymur veruliga hava bitið seg fast í føroyska fótbóltsoddin
Mynd: Sofus D. Johannesen
19