Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 209 - 29. oktober 2007 ] Tríggir gingu aftur Skiftingarnar hava verið stórar frá tí, at NSÍ í 2002 vann steypakappingina, og til FM sigurin í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í hesi øldini hevur NSÍ tvær ferðir staðið sum sigursharri. Í 2002 vann NSÍ steypafinaluna ímóti HB 2-1, og í ár hevur 50 ára gamla felagið vunnið fyrsta FM heitið. Liðið, sum fyri fimm árum síðani vann Løgmanssteypið, líkist lítið liðnum, sum í ár hevur vunnið FM heitið. Tríggir spælarar, sum vóru við í 2002, hava í ár verið á besta liðnum. Teir eru Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteinsson og Sjúrður Jacobsen. Bara Jens Martin hevur røkt sama plássið í ár, sum hann gjørdi í 2002. Ta ferðina var Pól Thorsteinsson mið- verji. Í ár hevur hann fyri tað mesta verið høgri vongverji. Fyri fimm árum síðani var Sjúrður Jacobsen vong- verji í vinstru. Í ár hevur hann verið sen- tralur miðvallari. Finaluliðið á Ólav- søku 2002 var mannað soleiðis: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Lang- gaard, Pól Thorsteins- son, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Kári Hansen (Djóni N. Joen- sen, 70.), Helgi L. Pet- ersen, Jónstein Petersen (Eddie Mikkelsen, 85.) – Ulrik Balling (Bergur Djurhuus, 74.), Ian Højgaard. Jógvan Martin Olsen, sum nú er landsliðs- venjari, hevði ábyrgdina av NSÍ í 2002. AB segði farvæl við Formuladeildina, og tað kann væl fara at vísa seg, at onkrir av heimamonnunum ikki fara at vera í eyðkenda skála­ búnanum næsta kappingarár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var gott lag á heima- áskoðarunum í skýlinum við vøllin á Skála leyg- ardagin. Tað er longu langt síðani, at liðið slapp undan niðurflytingarvandanum, sum liðið var í inntil eina ferð í summar. Leygardagin vann Skála 2-0 á AB, og tað saman við úrslitum aðra staðni, sum vóru Skála til fyrimunar, bar við sær, at Skála flutti av 8. og fram á 6. pláss. Heimaliðið var greitt omaná mest sum alla tíðina, og í løtum fluttu teir bóltin væl ímillum sín. Intensi- teturin var ikki so stórur, og tað var ikki so undarligt, tá ið havt verður í huga, at AB fyri fleiri umførum síðani hevur sagt farvæl og mentalt er farið at fyrireika seg til avbjóðingina at endurvinna plássið í bestu deildini. Stórt korter var farið, tá ið miðvallarin og U21 lands- liðsspælarin Levi Hanssen setti hol á, eftir at hann hevði samanspælt við stríðsmann- in Boga Gregersen. Sjey minuttir seinni var 2-0. Í tí førinum var Debus Danielsen málskjútti. Eftir horna royndi Milic ímóti málinum, og Debus stýrdi bóltin síðsta teinin inn um strikuna. So kendist tað sum um, at spurningurin var svaraður, hvør skuldi vinna stigini. Spenningurin snúði seg síðstu løtuna um, hvørja endaplasering tey trý stigini fóru at bera við sær. Tað lagaði seg fínt fyri Skála, tá ið B71 einki fekk burturúr á heimavølli, og tá ið KÍ á heimavølli ikki megnaði at halda tørn um leiðsluna ímóti NSÍ. Fyrstu løtuna eftir steðgin spruttaði AB ikki so lítið. Roynd hjá Allani Mørkøre, sum varð skiftur inn stutt undan steðginum, brast í træverkið aftanfyri Skála málverjan, og argjamenn komu ikki nærri enn so. Fyrsti steðgurin hjá AB í bestu deildini er av. Nú er setningurin at endurvinna plássið í bestu deildini. Millum innføddu argja- menninar, sum fara at luttaka í tí uppgávuni, er málverjin Heðin Stenberg, sum aftur hesa ferð var millum stólparnar. Tað er greitt, at tað fara at verða útskiftingar í AB undan nýggja kappingarárinum. Skála verður eisini í 2008 partur av teimum, sum luttaka í fremstu røð. John Petersen heldur fram sum venjari, men tað tykist greitt, at ikki allir teir, sum í ár hava verið partur av Skála liðnum, fara at spæla á Skála í 2008. Eitt nú er tað greitt, at ikki allir útlendingarnir fara at spæla á Skála næsta ár. Milic Curcic hevur seinastu árini verið drúgvur í miðverjuni saman við Rúna Rasmussen. Hann fer ikki at spæla við Skála næsta ár. Millum yngru skála- menninir, sum royndu seg leygardagin, og sum tað fer at verða dúvað upp á næsta ár, eru Petur Pauli Mikkelsen og Erland B. Danielsen, sum hesa ferð vóru á vøllinum alla tíðina. Skála-AB 2-0 (2-0) Skála leyp tvey pláss Skála endaði árið við heimasigri á AB, sum fyri sín part segði farvæl við Formula-deildina á hesum sinni savnsmynd AB Skála Tað var avrátt frammanundan, at Hjalgrím Elttør skuldi skjóta, um NSÍ fekk brotsspark í Klaksvík leygardagin Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Klaksvíkingarnir vóru ikki samdir við dómaran, tá ið hann í 2. hálvleiki bríkslaði fyri brotssparki til NSÍ. Eiler Rasmussen metti, at innskifti unglingaspælarin Klæmint A. Olsen var feld- ur í brotsteiginum. Sjón- leikur søgdu klaksvíkingar, men tað er dómarin, sum eigur síðsta orðið. Klaksvíkingurin í NSÍ, Hjalgrím Elttør, fór beinan- vegin eftir bóltinum, sum hann trygt setti í málið aftanfyri vinmannin og gamla liðfelagan Meinhard Joensen, ið plagar at bjarga nógvum brotsspørkum. So var støðan 2-2, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið. - Tað var avtalað framm- anundan, at um vit fingu brotsspark, so skuldi eg skjóta, segði ógvuliga fegni Hjalgrím Elttør eftir dystarlok. Hvussu kendist tað at vinna FM í Klaksvík við NSÍ? - Eg havi altíð droymt um at verða føroyameistari. At vinna tað við NSÍ í Klaksvík var sjálvandi sera sjáldsamt, men tað var stórt, sigur landsliðsspælarin. Tá ið hann hevði skorað, fór hann tuskandi yvir ímóti nógvu NSÍ viðhaldsfólkunum, sum hildu til í skýlinum. Har skræddi hann troygg- juna av sær, og innanfyri var landsliðstroyggjan hjá franska Thierry Henry! Í NSÍ hava teir greitt givið til kennar, at teir ógvuliga fegnir vilja hava Hjalgrím at halda fram í felagnum. Leygardagin hevði hann ikki tikið støðu. Tað ljóðar, at kreftir í Klaksvík arbeiða nógv fyri at fáa hann norður aftur til barndómsfelagið. Tá ið KÍ vann FM í 1999, var Hjalgrím 16 ára gamal. Hann vandi saman við besta liðnum, men hann var ikki á vøllinum í nøkrum lands- kappingardysti. Hjalgrím átti fyrsta rætt Tottenham fingið nýggjan venjara Tottenham hevur í ár havt eitt vánaligt kappingarár, og hetta hevur størsta partin av kappingarárinum lagt stórt trýst á venjara Martin Jol. Og eftir tapið fyri Getafe í UEFA Cup hóskvøldið var ovboðið, og Jol fekk sekkin. Síðan hetta hava søgur gingið um, at Sevilla-venjarin, Juande Ramos, skuldi taka yvir. Undan vikuskiftinum gjørdist tað veruleiki, tá ið hann skrivaði ein fýra ára langan sáttmála við Tottenham. Ramos skal royna at lyfta Tottenham av einum sera skuffandi 18. plássi í Premier League. Fyrsta royndin endaði við tapi sunnudagin. Atli vann stórsigur Føroyski Atli Danielsen var við frá byrjan, tá ið BK Frem fekk vitjan av Køge, sum hevur fyrrverandi føroyska landsliðsvenj- aran, Henrik Larsen, sum venjara. Køge stríðist heilt frammi næstbestu donsku deildini, meðan Frem stríðist í niðara enda- num. Køge var tískil favorittur at vinna dystin, men hetta livdu teir als ikki upp til. Frem eyðmýkti Køge heili 6-0, og hevur tískil lyft seg yvir miðjuna í deildini. Atli byrjaði dystin á vin- stra bakki, men varð miðskeiðis í fyrra hálvleiki fluttur fram á miðvøllin, har hann leikti ein skilagóðan dyst. Hann náddi at gera eitt upplegg sum førdi til mál, áðrenn hann varð útskiftur eftir 70 minuttir.