Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 209 - 29. oktober 2007 ] KÍ legði nógv fyri, men meistararnir megnaðu tvær ferðir at koma aftur í aftur, og tað tóktust báðir partar kunna liva við Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað hilnaðist væl í Klaksvík leygardagin. Eftir at fyrra­ parturin veðurliga hevði verið í ringum hýri, lýsnaði tað, og tá ið FSF bossarnir høvdu handað gull og skreyt, jublaði NSÍ í fagrastu líkindum. Um nakar fingur skal setast á, so er hann, at teir leitaðu sær inn í eystara málið við stórum bygn­ ingum aftanfyri, tá ið fyrsta søguliga FM myndin skuldi takast. Tað var eisini óhepp­ ið, at tað ikki varð syrgt fyri, at sjálvur meistara­ venjarin var á myndini, sum hevði verið ólíka stórslign­ ari, um hon var tikin mitt úti á vøllinum og við skýli­ num og stórsligna Kunoyar­ nesi sum bakgrund. Men hetta eru smálutir, sum ikki hava so nógv við sakina at gera. Sakin er, at NSÍ fagnaðurin var stórur, og at meistaraliðið fór úr Klaksvík uttan at hava tapt, og at liðið fór úr Klaksvík eftir so frægt undir hald, sum tað undir umstøðunum kundi roknast við og kanska meiri enn tað – inni á vøllinum. Kring vøllin vóru tey gulu og svørtu so væl upp­ løgd, sum tað sjáldan hevur verið at sæð. Hugburðurin hjá heima­ liðnum var, at nú skuldi endi fáast á hesum kapp­ ingarárinum við betri spæli og meiri stríðsvilja, enn støðutalvan vísti hevði verið eyðkenni fyri hetta árið. KÍ leyp á, og NSÍ hugsaði fyrst og fremst um verjuna og um at gera skjótt av í snarálopum. KÍ trýsti og hevði fleiri vandamikil hornaspørk, og tað var í einari sovornari støðu, at heimaliðið legði seg á odda. Bólturin stakk í armin á Pól Thorsteinsson, og dómari peikaði á ellivu metra blettin. Meinhard Joensen, KÍ málverjin, vágaði sær fram í brotsteigin hjá vinmann­ inum, Jens Martini Knud­ sen, sum hann hevur vant so nógv saman við og lært so nógv av. Ivaleyst hava teir báðir eisini vant brotssparks­ støður. Jens Martin tveitti seg rætta vegin, men skotið var so mikið gott, at bólturin fór í málið. Eitt korter var farið, og støðan 1­0 til KÍ. Leiðslumálið tóktist bera við sær, at KÍ eina løtu hevði hug at toga eitt sindur í hondbremsuna. Meistar­ arnir fingu høvdið meiri fyri seg, og á hálva tímanum var aftur stantum: NSÍ hevði fríspark á brotsteigarmarkinum og eitt sindur til høgru. Andy Olsen, ið hevði fingið møguleikan sum miðfram­ herji, tá ið Christian Høgni Jacobsen sat skaddur uttan­ fyri, smekkaði til, og bólt­ urin sigldi omanfyri heima manngarðin og í málið. Besta løtan hjá NSÍ var beinanvegin eftir steðgin. Fleiri vandastøður vóru í KÍ brotsteiginum, men einki spurdist burturúr, og miðskeiðis í umfarinum var tað aftur KÍ, sum skoraði. NSÍ verjan gjørdi púra óneyðugt brotsspark ímóti Denni Conteh. Jens Martin tóktist hava tak á støðuni, tá ið einsamalli álopsspælarin hjá KÍ varð trýstur niður. Meinhard Joensen var á veg fram á miðjuna, men danin vildi pynta um síni máltøl, og so var 2­1. Fimm minuttir undan leikloki var aftur javnt. Dómarin metti, at innskifti Klæmint A. Olsen var feldur í brotsteiginum. Hjal­ grím Elttør var skjótur at bjóða seg til. Eftir málið dansaðu hann og hinir svørtu og gulu frammanfyri stóru fjøldini í skýlinum, og so snúði tað seg um gull og skreyt eftir at undirhaldið á vøllinum ikki hevði verið so galið. NSÍ KÍ KÍ-NSÍ 2-2 (1-1): Stórt undirhald á og kring vøllin So var stóra løtan komin. Óli Hansen kann saman við liðfeløgunum fegnast um, at Formkula-steypið fyri 2007 hoyrir heima í Runavík Mynd: Álvur Haraldsen Føroyameistarar 2007: Standandi Rósing Johannesen, Sjúrður Jacobsen, Óli Hansen, Andy Olsen, Pauli Poulsen, Jústinus Hansen, Johan Troest Davidsen, Einar Hansen, Øssur Dalbúð, Predrag Stankovic, Brynjálvur Nielsen, Andras Olsen, Marjun Thomasen, Jonhard Hansen, Jens Martin Knudsen Húkandi: Bjarni Kjeld, Philip Jacobsen, Johan Martin Mortensen, Pól Thorsetinsson, Hjalgrím Elttør, Nenad Stankovic, Klæmint Olsen, Tórður Thomsen, Jónhard Frederiksberg, Christian Høgni Jacobsen, Bogi Løkin Mynd: Álvur Haraldsen Símun og teir taptu Notodden spældi um vikuskiftið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, og aftur hesaferð endaði tað við tapi hjá Notodden, har vágbingurin Símun Samuelsen er ein av spælarunum. Símun spældi við allar 90 minuttirnar hesaferð. Bryne koma á odda 1­0, og økti seinni til 3­1, áðrenn Notodden svaraði aftur. Sambært heimasíðuni hjá Notodden var Bryne betra liðið í dystinum, men Notodden stóð seg væl seinasta partin av dystinum. U17-landsliðið reistist aftur Føroyska U17­landsliðið er í hesum døgum í Týsklandi og leikar EM­ undankapping. Byrjanin gjørdist heldur trilvandi, eftir at liðið í fyrsta dystinum tapti heili 8­0 fyri Týsklandi. Men í leygadagin fingu føroysku dreingirnir uppreisn. Í dystinum ímóti Rumenia var føroyska liðið sera væl við í fyrra hálvleiki og spældi seg fram til nógvar málmøguleikar. Í seinna hálvleiki var Rumenia greitt omaná, men heldur ikki teir megnaðu at skora. 0­0 er eitt gott úrslit, tá ið hugsað verður um, at heilar 22 milliónir fólk búgva í Rumenia, og landið als ikki er ein lítil fótbóltstjóð.