mánadagur 29. oktober 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 209 - 29. oktober 2007 ]
Viðhaldsfólkini
royndu at gera
grannauppgerðina
í Havn eins serliga,
sum tær vanliga
eru. Men á vøllinum
komu ferðin og
intensiteturin sjáldan
í hæddina
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast B36 hevði silvur
merkini at stríðast fyri, so
tóktist hetta ikki vera nóg
mikið, tá teir leygardagin
fóru á vøllin til seinasta
dystin hetta kappingarárið.
Grannauppgerðin í høvuðs
staðnum plagar annars at
vera nakað, sum fær spæl
arar á báðum liðum upp í
gear, men heldur ikki hjá
HB sást nakað til, at hesin
dysturin skuldi verið so
serligur fram um aðrar.
Orsøkin var sum so eisini
einføld. Við gullinum, sum
NSÍ vissaði sær seks dagar
undan hesum, var gassið at
kalla farið av ballónini. HB
kundi so ikki vika seg frá
sínum fjórða plássi, og júst
hendan dagin mundu teir
hvítu vera hampuliga líka
sælir, um talan gjørdist um
silvur ella bronsumerki.
Og so fekk tað valla verið
øðrvísi. Dysturin gekk fyri
tað nógva fyri seg í einum
róligum
tempo,
har
nærdystirnir vóru fáir og
intensiteturin lítil. Til tíðir
megnaðu partarnir at fáa
samanhang í spælið eina
løtu, men veruligt bit var
sjáldan í. Undantakið var
kanska Sylla, sum tóktist
ógvuliga uppsettur upp á at
staðfesta sín status sum
toppskjútti í Formuladeild
ini, men hann varð alla
tíðina væl ansaður av Vagni
Mohr Mortensen, ið mundi
vera frægasti HB’arin á
vølli.
Málmøguleikarnir
vóru
heldur ikki teir heilt nógvu.
Og ógvuliga sigandi, so var
talan um eitt málmansmistak
eftir deyðbólt, sum bar
leiðslumálið við sær. Hví
Jákup Mikkelsen valdi at
hava múr, tá HB fekk fríspark
einar 30 metrar úti, er ilt at
siga. Úrslitið var í øllum
førum, at Rasmus Nolsøe
langaði til, og tá bólturin so
knekkaði á veg inneftir,
samstundis sum Jákup sá
hann rættiliga seint, kundi
hart skjótandi tvøramaðurin
enn einaferð fegnast um eitt
frísparksmál.
Hjá B36 gekst illa at
skapa nakað. Eftir steðgin
varð Fróði Benjaminsen
fluttur á miðvøllin, og tvær
ferðir var um reppið, at
hann fekk javnvág í, meðan
Oddmar Færø eisini hevði
ein stútara, sum fór beint á
HBmálverjan.
Hin vegin royndi HB at
dúva upp á kontra, og tá
tveir minuttir vóru eftir at
spæla,
kundu
teir
við
vakrasta
álopinum
í
dystinum seta punktum fyri
Formulafótbóltinum í ár.
Milan Kuljic og Andrew av
Fløtum broderaðu seg niðan
eftir vøllinum, og dygst
undir málinum kundi Rógvi
Jacobsen
staðfesta
sína
støðu sum HBtoppskjútti.
Lakur endi
Fyri HB mundi sigurin
kennast sum ein troyst, nú
talan
ikki
gjørdist
um
heiðursmerki í ár. Hóast alt,
so gevur ein sigur á
grannunum rættin til at arga
komandi
vetrarhálvuna,
meðan felagið aftur ger seg
til
at
seta
kós
móti
oddinum.
Hjá B36 var tapið mest
sum ein staðfesting av, at
endaspurturin ikki var nóg
góður, tá talan av álvara
gjørdist um kapprenning
við NSÍ. Seinastu tríggjar
dystirnar varð einki stig
vunnið, og seinasta triðingin
megnaðu teir bert at vinna
12
av
27
møguligum
stigum.
HB
B36
B36-HB 0-2 (0-1):
Veitslan var uttanfyri
Hóast hann stríddist, so eydnaðist ikki hjá Amed Davy Sylla at økja um máltalið. Men hann endaði tó árið sum besti málskjúttin í
Formula-deildini
Mynd: Jens Kr. Vang
Hol skulu
fyllast
Tað tykist, sum skulu
nøkur
týðandi
hol
fyllast, um B36 aftur
skal gera seg galdandi í
føroyska fótbóltsodd
inum í 2008.
Tað er greitt, at Jákup
Mikkelsen ikki heldur
fram sum málverji hjá
B36, nú hann er liðugur
við læraraútbúgvingina
og er fluttur aftur til
Klaksvíkar.
Hartil er eisini iva
samt, um Fróði Benja
minsen fer at halda
fram í felagnum. For
maðurin í B68 hevur
alment váttað, at teir
fegnir vilja hava Fróða
aftur til heimbygdina,
og tað ljóðar eisini, at
NSÍ, EB/Streymur og
HB øll liggja fram við í
royndunum
at
fáa
spælaran úr B36.
Eg havi einki sum
helst gjørt av. Eg veit
væl, at gitingarnar eru
nógvar, men teimum
má eg bara flenna at.
Fyrst og fremst havi eg
savnað tankarnar um at
spæla fyri B36, og eg
havi alla tíðina sagt, at
eg onga avgerð takið,
fyrr enn kappingin er
liðug,
sigur
Fróði
Benjaminsen.
Umframt teir báðar
føroysku
landsliðs
spælararnar er eisini
sera ivasamt, um Sylla
heldur fram í felagnum.
mørk
Gongur einki hjá AC Milan
Tað hevur ikki gingið, sum tað plagar at ganga hjá AC
Milan í italsku fótbóltskappingini í ár. Um vikuskiftið spæl
di AC Milan á heimavølli ímóti Roma, og Milan tapti dyst
in 10. AC Milan hevur bert fingið 10 stig í fyrstu 9 dystu
num í italsku Seriu A, og tað er ikki nóg mikið til at gera
seg galdandi í toppinum í deildini, har Milan plagar at
halda til.
Einki stuttligt at vinna
Napoli vann um vikuskiftið 31 á Juventus í italsku Seriu A, men
dómarin gav Napoli eina hjálpandi hond. Eftir at støðan var blivin
11, bríkslaði dómarin tvær ferðir fyri brotssparki, hóast talan als
ikki var um brotsspark. Okkara spælara framdu eitt stórt avrik,
men tað er keðiligt at vinna á slíkum grundarlagi. Vit kunnu ikki
gera nakað við tað, og rættast hevði verið at brúkt sjónvarpsupp
tøkur í avgerandi støðum fyri at fáa rættari døming , segði De
Laurentiis, forseti í Napoli eftir sigurin.