Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 56

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 209 - 29. oktober 2007 tíðindi Einans fimm næmingar eru í Leyna skúla. Men fyri teir er hetta eingin trupulleiki: - Vit hava tað fínt kortini, siga teir fýra dreingirnir og tann eina gentan í skúlanum Bygdarskúli Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Leynar: Tað er týsdagur og klokkan er farin at nærkast middegi. Uttanfyri er veðrið av tí allar ringasta. Vindurin er nógvur og haraftrat oysir regnið niður. Inni í skúlanum eru næm­ ingarnir lidnir við fyrru helvtina av degnum, og nú sleppa tey umsíðir út aftur í frælsið. At veðrið ikki er til vildar, leggja tey líka í: Bólturin verður tikin í hondina, og nú skal dystur vinnast á vølli. So er líkamikið, hvussu regnið oysir niður. Einki er sum at sleppa av við eitt sindur av orku. Løt­ an uttanfyri verður kortini ikki long, tí regnið vann á huganum at spæla bólt. Fáar minuttir seinni er hetta fríkorterið av, og skúla­ gongdin byrjar aftur. Í skúlastovuni seta tey fimm børnini seg so friðar­ liga at taka ímóti undir­ vísingini sum lærari teirra, Jens Pauli í Dali gevur teim­ um. Best við fleiri Hetta skúlaárið er tey bert fimm í Leyna skúla – Eyðun í 4. flokki, Ári í 5. flokki, beiggi hansara Martin í 2. flokki, Hans í 3. flokki og einasta gentan, Laila í 4. flokki. Hóast næmingarnir bert hava gingið fá ár í skúlanum, duga tey sjálvi at síggja bæði fyrimunir og vansar við at ganga í einum soo lítlum skúla. Tað góða – fyri at taka tað fyrst – er at tað er rætti­ liga friðarligt. Tað er líka­ sum at samanhaldið gerst betri, og hvør veit, kanska læra tey eisini meiri, tí lærarin hevur so góða tíð til tann einstaka næmingin. Serliga á jólum merkja tey tað góða í tí, at tey eru so fá og tá tey gera ymiskar útferðir tað góðu árstíðina. Tað hevur sína stóru ávirkan á at hugnin gerst so serstak­ ur. Hinvegin hevur hetta eis­ ini eina baksíðu, og sum tey eisini eru varug við: Ein kann nevniliga ikki spæla øll spøl, tá tey eru so fá. ­ Tað er ofta ringt at manna tvey lið til ein fót­ bóltsdyst. Best hevði verið um fleiri vóru sum kundu spælt dyst, sigur Ári, sum er ein teirra sum dámar sera, sera væl at sparka. Onkran at práta við Í Leyna skúla er bert tann eina gentan, og onkur kundi kanska hildið, at tað var ein óinteressant tilvera sum ein­ støk genta millum allar dreingirnar. ­ Ja, tað er skeg viðhvørt, men sum oftast er tað eitt sindur keðiligt ikki at hava onkra aðra at spæla við í fríkorterinum. ­ Tað hevði verið gott um onkur onnur genta var at práta við, staðfestir Laila. Tey eru við millumbilum í Kvívík, og tá koma tey í ein skúla við munandi fleiri næmingum. Hetta halda børnini er sera gott, tí tá kunnu tey spæla spøl við fleiri næm­ ingum. Besta lærugrein Hjá næmingum er so ymiskt, hvørjar lærugreinar teimum dáma best. Í Leyna skúla er skipanin hon, at tey hava tær flestu lærugreinarnar í teirra skúla, men fara so í Kvívíkar skúla til ymiskar handaligar læru­ greinar og fimleik. Hjá teimum fimm børn­ unum eru bestu lærugreinar­ nar ymiskar: Lailu dámar væl kristni, enskt og søgu. Eyðun dámar væl enskt, meðan ára dámar best enskt og lesing. ­ Men annars dámar okk­ um væl at ganga í skúla, siga tey fimm við ein munn. Góður skúli hóast vit eru fá Næmingar í skúlanum Í Leyna skúla eru sum nevnt fimm næmingar. Teir eru: Martin H. Dam í 2. flokki Hans Benadiktsson í 3. flokki Laila Djurhuus í 4. flokki Eyðun Petersen í 4. flokki Ári H. Dam í 5. flokki Lærari er Jens Pauli í Dali, sum hevur verið lærari her í samfull 35 ár Teir báðir Eyðun (fremst á myndini) og Ári sita síðu um síðu og spæla ofta saman Mynd: Jens Kr. Vang Laila trívist væl í skúlanum, hóast hon er einasta dama í forsamlingini Mynd: Jens Kr. Vang