mánadagur 29. oktober 2007síða 57
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 29. oktober 2007
33
tíðindi
Fyri júst 100 árum síðani - í
1907 - vórðu Kvívíks og
Leyna skúli bygdir. Stutt
frammanundan var Karin
Samuelsen úr Kvívík sett
sum einalærari fyri Leynar,
Vál og Kvívík. Áðrenn
høvdu privatmenn í Leynum
og Stykkinum havt royndir
við at hava skúlagongd til
teirra egnu børn. Karin var
lærari í øllum bygdunum til
1919.
Nú lærari var settur, skuldi
hann ferðast millum allar
tríggjar bygdirnar. Skúladag-
arnir vórðu býttir nøkulunda
eftir barnatalinum: Einar 4-5
dagar á Válinum, 7-8 í Leyn-
um og nakrar fleiri í Kvívík.
Á Válinum varð skúli
hildin í privathúsi til 1951, tá
skúli og læraraíbúð vórðu
bygd har. Um somu tíð vórðu
lærarahús gjørd til lærararnar
í Kvívík og Leynum. Ofta var
torført at ferðast ímillum
bygdirnar fyri kava og ill-
veðri, helst út á Vál. Eftir
Karin komu Kristian Bjarna-
dal og Johanna Jensen at vera
lærarar.
31 skúlabørn á Leynum
1. januar í 1927 verður
Christian Høj settur eina-
lærari fyri skúlarnar í
Leynum og Válinum, og
Johanna Jensen verður
burturav lærarinna í Kvívík.
Dagatalið verður býtt
nøkulunda eftir barna-
talinum í báðum bygdunum
– 1/3 á Válinum og 2/3 í
Leynum. Seinni, í 1953
játta myndugleikarnir í
Havn at gangast skal í skúla
líka nógvar dagar í báðum
bygdunum, eina viku ella
tvær vikur í hvørjari ísenn.
Christian høj var einalærari
frá 1927 til 33, tá hann fór
inn á Strendur.
Í Leynum gingu børn úr
Leynum og Stykkinum.
Hægsta barnatal ein veit
um í Leyna skúla er í
1920, tá 31 børn ganga í
skúlanum. Mesta talið á
Válinum er í 1932, tá 16
børn ganga har.
Børnini á Stykkinum
ganga í Leyna skúla líka til
umleið 1970, tá ongi
skúlabørn eru har í fleiri
ár. Seinni, seinast í
70’unum ella fyrst í
80’unum, tá skúlabørn
aftur eru har, fara tey í
Kvívíkar skúla, tí tá var
skúlabussur komin at koyra
millum bygdirnar í komm-
ununi og eisini til Vest-
manna í eldru flokkarnar.
Umframt hetta fingu tey
skúlagongd hvønn dag í
Kvívík, meðan í Leynum
gingu tey hálva tíð.
Í 1967 verður avgjørt bara
at hava 1. til 5. árgang í
báðum skúlunum; 6. til 7.
skúlaár gingu tey í Vest-
manna. Seinni, í 80’unum
fóru Leynabørn til Kvívíkar
í 6. til 7. árgang og síðani í
framhaldsdeild í Vestmanna.
Einalærarar
Aftaná 1967, tá bert fimm
árgangir vóru, hevur barna-
talið í Leynum verið
umleið 5-8, og upp í 10-11
børn, og á Válinum uml. 4-
6 børn til umleið 10 børn.
Í skúlaárinum 1988-89
er einki skúlabarn á Váli-
num. Tá fara børnini í
Leynum at ganga hvønn
dag í skúla. Í 89-92 eru 3
børn á Válinum, og verður
tá gingið fyrrapart í Leyn-
um og seinnapart á Váli-
num. Aftaná 1992 fara
børnini á Válinum at ganga
í Vestmanna skúla burturav.
Aftaná Christian Høj
komu fleiri lærarar í eina-
lærarastarvið í Leyna-Vála
skúla. Teir sum vóru longst
vóru:
1933-49 Elin Sofía
Jacobsen, Kvívík
1950-65 Maria Hansen,
Leynar
1967-72 og 1977 og
frameftir Jens Pauli í Dali
1965-67 og 1972-1977:
Nakrir ársvikarar við real-
ella studentsprógvi. Onkur
í longri tíð.
At flestu bygdafólkini vilja
varðveita skúla er tí tey
vilja hava at yngru børnini
ikki verða noydd at fara av
bygdini fyrstu skúlaárini.
Seinastu fýra árini hava
verið tveir lærarar við
skúlan – Jens Pauli í Dali
og ein, ið tók
avloysaratímar.
(Kelda: Jens Pauli í Dali,
lærari)
Eitt lív eftir skúlan
Skúlin er kortini ikki alt í teirra lívi. Aftaná skúlatíð taka børnini við ymisk spøl –
serliga uttandura, Eyðuni dámar væl at sparka, og fær hann ofta vitjan av Ára. Tá
kunnu teir finna uppá ymisk spøl úti og frammanfyri telduna. - Vit eru eisini
onkutíð niðri á sandinum. Tá veðrið er gott, eru sera nógv fólk her, siga
næmingarnir. Laila dámar væl at gera fimleik, og gongur hon til fimleik og flogbólt
í Kollafirði. Hon er rættiliga nógv í Kollafirði, har hon hevur familju. Og tey úr
Kollafirði koma hinvegin ofta til Leynar at vitja hana. Næmingarnir ganga í Leyna
skúla til og við 5. flokk, tá tey síðani fara í Kvívíkar skúla. Sum støðan er nú, eru
fleiri børn í bygdini undir skúlaaldur. So líkt er til at skúlagongdin verður í
skúlanum eisini í framtíðini.
Øll árini í Kvívík
Tað eru tó fleiri skúlabørn í Leynum enn hesi fimm,
sum ganga í bygdarskúlanum. Í Kvívíkar skúla ganga
í løtuni seks næmingar úr Leynum í 1., 3. og 5.
flokki. Orsøkin til hetta er ymisk. Heldur enn at koyra
tey í dagstovn í Kvívík, fyri síðani at ganga tey fyrstu
fimm árini í Leyna skúla og eftir tað halda fram í
Kvívíkar skúla, velja fleiri at lata barnið bæði ganga í
barnagarð og barnaskúla í Kvívík. Víst verður á, at
hesir báðir stovnarnir liggja í roynd og veru í sama
umhvørvi. Haraftrat verður víst á, at í Kvívík er eitt
størri skúlaumhvørvi og ein nýggjari skúli við størri
útboði og útbúnaði til undirvísingina.
Brot úr skúlasøguni í Leynum
Tey hava tað gott saman teir fimm næmingarnir og lærari teirra – vinstrumegin: Martin í 2.
flokki, Laila í 4. flokki, Ári í 5. flokki, Eyðun í 4. flokki og Hans í 3. flokki. Aftanfyri sæst lærari
teirra, Jens Pauli í Dali
Mynd: Jens Kr. Vang