Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 58

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 29. oktober 2007 Arbeiðsloysisskipanin • Postsmoga 3022 FO-110 Tórshavn • Tel 349550 • Faks 349551 als@als.fo • www.als.fo Sum móttøkufólk hjá okkum, skalt tú vera við til at tryggja, at ALS framhaldandi verður eitt sera gott og mennandi arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á, at starvsfólk og brúkarar kenna seg væl og trívast. Okkara arbeiðsumhvørvi er dynamiskt og positivt eins og tú. Vit sóknast eftir einum móttøkufólki, sum kann røkja nógvar arbeiðsuppgávur. Tú verður ein lyklapersónur hjá okkum, sum er okkara rødd og andlitið yvirfyri brúkarunum, men sum eisini hevur dagligt samskifti við øll starvsfólkini á stovninum. Tú kemur at samstarva tætt við verandi móttøkufólki. ALS er kent sum ein vælvirkandi stovnur, sum hevur skjóta og dygga málsviðgerð. Tú ert ein avgerandi liður í at tryggja hetta, tí tínar uppgávur eru millum annað at taka ímóti posti, at umsita journalskipanina og at taka ímóti brúkarum – bæði um telefonina og í móttøkuni. Tú ert fyrsta andlitið og røddin, brúkararnir møta, og tí er ógvuliga umráðandi, at tú ert blíð/ur, fyrikomandi og dugir væl at tosa við fólk. Tú skalt eisini vera nærlagdur/løgd og ábyrgdarfull/ur og duga at hava yvirlit yvir nógv í senn. Tað er ein fyrimunur, um tú er vanur/von við ella hevur evnir at samskifta og veita góða tænastu, til dømis frá handilsarbeiði, umsiting ella skrivstovu. Men vit sóknast eins nógv eftir persónligum eginleikum. Umframt arbeiðsloysisstuðul umsitur ALS eisini Barsilsskipanina. Løn sambært avtalu. Umsóknarfreistin er 12. november 2007. Umsóknir skulu stílast til Mourits Joensen, deildarleiðara á ALS, sum fegin sigur tær meira um starvið á tel 349550 ella teldupost mourits@als.fo Ert tú okkara smílandi rødd? 7^aWaV^d`idWZg'%%, Stórt bilblað í Sosialinum Mikudagin 31. oktober verður stórt serblað ÓKEYPIS í Sosialinum 34 lýsingar