mánadagur 29. oktober 2007síða 59
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 209 - 29. oktober 2007
1. MEISTARI TIL FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ
Tvey føst størv og eitt avloysarastarv sum 1. meistari
við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið
lýst leys, at seta sum skjótast.
Avloysarastarvið kemur at vara til 24. mai 2008
Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir
• Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum
frá maskinstjóra
• Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í
maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis
hava samband við maskinrúm, umframt rúm har
maskinútbúnaður er
• Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan
• Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði
Førleikakrøv
• Vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1. stigi
(STCW-regl. III/2 as 2nd Engineer).
• Fyrimunur við 3 ára maskinmeistaraútbúgving
• Heilsuváttan fyri sjómenn
• Leiðsluroyndir
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum,
norðurlendskum og enskum máli
• Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa
• Prógv, so sum trygdarskeið, eldsløkking,
fyrstuhjálp, vinnukavari og onnur ið eru
viðkomandi fyri starvið. Fyrimunur er við
gildugum prógvum.
• Aldur og heilsu til at gerðast vinnukavari.
Fyrimunir men ikki krav.
Setanartreytir
Føstu størvini er tænastumannastørv og lønt í 31.
lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið
og Maskinmeistarfelagið. Setanarøkið fevnir um
Fiskimálaráðið og stovnum undir tí, umframt hini
aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin
í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er 1.meistari.
Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í
starvinum, og at økið verður umskipa til eisini at
fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Fyri avloysarastarvið galda treytirnar í avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarfelagið.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri
førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera
Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 12.
november 2007 kl. 1400.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Fiskiveiðieftirlitið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
att: Jóannes Heimustovu
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa
við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á
heimasíðuni www.fisk.fo.
www.fisk.fo
stuðulsfólkaskipanin fyri børn
lýsingar
35