Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 210 - 30. oktober 2007 mentanin er rík og mentan­ arligu tilboðini eru mong, trívast fólk betri. Tey gerast enn meira skapandi og upp­ finnsom, og tað gagnar ofta vinnulívinum eisini. Gjøgnum upplivingar Hon segði, at list og mentan er í sær sjálvum blivin ein vøra, ein vinna og ein marknaður. ­ Londini kring okkum arbeiða hart uppá at menna seg til at vera tey mest kreativu ella skapandi lond­ ini í Evropa, har mentanar­ lívið kann kappast á altjóða marknaðinum, og har stórir partar av vinnulívinum vilja vera kend fyri sínar skap­ andi ressursur, góðu søgur og gjøgnumførdu sniðgev­ ing. Hetta er eitt dømi um, hvussu heimurin við sjey­ mílafetum er á veg inn í ein búskap, har størsta virðið og bestu forrætningarnar verða skaptar gjøgnum upp­ livingar – og har tað í størri og størri mun verður app­ ellerað til kenslulív, lívs­ virðir og samleika – við øðr­ um orðum til alt tað mentanarliga. Og Elin helt fram: ­ Mær er sagt, at uppliv­ ingarídnaðurin, tá vit hugsa um umsetning, er størsta vinna í heiminum – ja, frammanfyri hernaðar­, olju­ og matvøruídnaðin! Her hugsi eg um undir­ halds­, mentanar­, og ferða­ ídnaðin – alt, sum gevur fólki upplivingar. Bæði filmar, sjónvarp, tónleikur, bløð og fjølmiðlar í heila tikið eing og sjónleikarhús, listasøvn og onnur søvn, ferðaupplivingar, wellness­ ídnaður, caféir, matstovur, ítróttur, teldur, telduforrit og telduspøl, lotto ella happadráttir, leikutoy og merchandise, stuttleika­ parkir og mangt annað. Stjórin í Samvit heldur einki vera til hindurs fyri, at vit í Føroyum eisini kunnu knýta mentan og vinnu meira saman og ‘uppfinna’ okkurt, sum kann vekja ans langt út um landoddarnar – okkurt, sum hevur við undirhald ella upplivingar at gera, okkurt spennandi ella stuttligt, góð­ ar søgur, sum vit spinna vør­ ur okkara inní, søgur sum hugtaka fólk. ­ Tað er hetta, sum skapar umsetning, segði hon. Elin legði aftrat, at vit eiga tilfeingið, sum er kreativa fólkið. ­ Hugsa vit okkum um, hava vit í roynd og veru betri kort á hondini enn tey flestu, um vit leggja í at brúka tey. Tí, hetta landið er so íblásandi við síni fantastisku náttúru og skift­ andi veðri, litum og ljósi. Hetta er kent fyri at ala fram kreativitet í fólkinum. Vit eru kreativ Hon helt, at tað neyvan finst nakað land í verðini, sum hevur so nógv listarfólk og gávurík kreativ fólk í mun til íbúgvaratalið sum í Føroyum. ­ Her hugsi eg ikki bara um mentanarligan kreativ­ itet, men um uppfinnsemi í heila tikið. Tað er jú ikki bara mentanin, sum hevur einkarrætt til kreativitet, men tað er kanska serliga í mentanini, at kreativitetur sum heild hevur góðar um­ støður til at verða fram­ aldur. Elin segði, at júst hetta er okkara fyrimunur, men legði aftrat, at vit gagnnýta kanska ikki tær styrkirnar, vit hava, nóg væl. Ikki sum er. ­ Um vit skulu lyfta før­ oyska vinnulívið, so tað í minsta lagi kemur á hædd við vinnulívið í londum, sum vit samanbera okkum við búskaparliga – og helst enn hægri, mugu eisini vit fáa tingini til at ganga upp í eina hægri eind ­ mentanina og vinnuna. Skulu vit fáa ta synergiina, sum kann koma burturúr hesum og sum ofta vísir seg at skapa búskapar­ ligan vøkstur, mugu eisini vit virðismeta mentanina og geva teimum kreativu tær bestu umstøðurnar til at vera kreativ og virkin. Hon segði, at vit mugu skilja, hvussu mentan og vinnulív kunnu fáa gagn av hvørjum øðrum og taka stig til at tengja saman skapandi – listarligt og handilsligt – forstáilsi meira. ­ Vit mugu fáa mentanar­ lív og vinnulív til at draga somu línu til gagns fyri báð­ ar partar. Hetta er avgjørt ein fyritreyt fyri at fáa ein sunnan búskap og trivnað fyri øll í samfelagnum. Hetta hevur týdning, eisini tá ið ræður um fiskivinnu, oljuvinnu ella bankavinnu, sum eisini kappast um kundarnar ígjøgnum at skapa sterkan samleika í fyritøkunum, eina mentan og eitt andlit úteftir, ið hug­ tekur kundarnar og sum tey kunnu sameina seg við. Vinna og mentan Elin Heinesen helt, at fólk í Runavíkar­økinum hava skilt nakað av hesum, tí tey hava valt at hava Mentanar­ viku, samstundis sum FaroeExpo fer fram. ­ Tit tykjast at hava skilt, at mentan og vinna stuðla uppundir hvørt annað. Vón­ andi kann henda sínámillum virðingin eisini breiða seg til gerandisdagin her í økin­ um, so tað ikki bara hendir einaferð um árið, at vinna og mentan taka lógvatak saman, men at vit ikki gloyma – eisini dagliga – at geva teimum kreativu tær bestu umstøðurnar til at menna seg, tí tað vísir seg ofta seinni at koma tíggjufalt aftur, segði stjórin í Samvit, tá hon setti Mentanarvikuna. gi ísbrótarin Tað var ein hugnalig løta í Ítróttarhøllini í Runavík í morgun, tá altjóða vinnustevnan FaroExpo varð sett FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Løtan í morgun byrjaði við, at kórið Vox Angelica, sum er mannað við átta fólkum, sang tveir vakrar sangir, ein útlendskan og ein føroyskan. Fyrsti før­ oyski sangurin í frostveðr­ inum í morgun, var »Land mítt har grasið í líðum grør«. Eftir formellu setanina setti kórið aftur sín dám á við sínum vakra sangi. Tað var Árni Joensen úr Oyndarfirði, ið beyð væl­ komin og greiddi frá nøk­ rum praktiskum viðurskift­ um í sambandi við stevnu­ dagarnar. Tá Árni hevði sagt nøk­ ur orð og hevði kunnað luttakararnar um fundar­ virksemið, kaffi og mat­ steðgir eins og fyrilestr­ arnar, sum eru í Kelduni í Skálafirði seinnapartin í dag, gav hann formannin­ um í Føroya Arbeiðsgev­ arafelag, Jóhan Páll Joen­ sen, mykrofonina. Stóran týdning Í setanarrøðu síni segði Jóhan Páll, at tað er ein heiður fyri seg – og eitt privilegium ­ at fáa høvi at seta FaroExpo. Hann segði seg vóna, at tey, ið hava tikið stig til vinnustevnuna eins og tær fyritøkurnar, sum við eru, fáa nakrar góðar dagar saman. ­ Hetta er ein stevna, sum gevur føroyskum fyri­ tøkum møguleikan at fáa í lag samband og samstarv við fyritøkur úti í heimi. Endamálið hjá føroyskum fyritøkum er at hitta útlendskar fyritøkur og at hitta sínar samstarvs­ partar. Hann vísti á, at styrkin við FaroExpo er, at fyri­ tøkur undir sama taki hava høvi at tosa saman og møguliga fáa í lag sam­ starv. Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag segði, at slíkar stevnur sum hesar eru ógvuliga týdningar­ miklar fyri føroyskt vinnu­ lív, og hann segði seg vóna, at FaroExpo verður ein hornasteinur í at røkka góðum samstarvi millum fyritøkur tvørtur um landa­ mørk. Fyrilestrarnir Jóhan Páll nam eisini við áhugaverdu fyrilestararn­ ar, sum eru í Kelduni seinnapartin í dag og segði seg vænta, at hesir fara at geva okkum eina breiða vitan um tey evni, sum teir fara at snúgva seg um. At enda segði hann seg vóna, at útlendsku gestirn­ ir fáa eina positiva mynd av føroysku vinnulívi og okkara landi. ­ Við hesum orðum seti eg FaroExpo 07, segði for­ maðurin í Føroya Arbeiðs­ gevarafelag. Stóran týdning fyri føroyska vinnulívið Smyril aftur í sigling Smyril fer at røkja leiðina um Suðuroyarfjørð mikudagin 31. oktober. Fyrsta fráferðin verður úr Havn kl 13:30. Smyril fer síðan at sigla eftir ferðaætlanini, ið var galdandi áðrenn skipið fór til eftirlit. Bussleiðin í Suðroy verður broytt samsvarandi ferðaætlanini hjá Smyrli. Harvið ger St. Ola sín síðsta túr mikumorgunin kl 06 av Krambatanga til Havnar, og fer seinni út á dagin aftur til Estlands. Av Strandferðsluni takka tey ferðafólki fyri tolsemi, meðan Smyril hevur verið til eftirlit. - Eg vóni, at FaroExpo verður ein hornasteinur í at røkka góðum samstarvi millum fyritøkur tvørtur um landamørk, segði Jóhan Páll Joensen, tá hann setti FaroExpo 07 í morgun Mynd: Vilmund Jacobsen Kórið Vox Angelica, sum er ein partur av Kór Glyvra Kirkju, sang vakrar sangir við setanina Mynd: Vilmund Jacobsen