týsdagur 30. oktober 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 210 - 30. oktober 2007
- Brúkar tú mentan-
ina sum slóðbrótara
og flaggskip, tá tú
ætlar at gera vart við
teg uttanlands, hevur
tú nógv, nógv størri
møguleika fyri at
vekja ans og vælvild.
Mentanin hevur tann
eginleika, at hon kann
skapa hugtakandi
upplivingar, sum
vekja góðar kenslur
og gera fólk meira
opin og álitisfull,
segði Elin Heinesen,
stjóri í Samvit, tá hon
setti Mentanarvikuna
sunnudagin
Vinna og mentan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Elin Heinesen,
stjóri í Samvit, sum setti
Mentanarvikuna á torginum
í Saltangará sunnudagin.
Mentanarvika er sum kunn
ugt alla hesa vikuna í Runa
víkarøkinum, samstundis
sum vinnustevnan FaroExpo
er í Ítróttarhøllini í Runavík
og fyrilestrar í Kelduni í
Skálafirði. Meðan Mentan
arvikan varar frá sunnudegi
28. oktober til sunnudagin
4. november, er FaroExpo í
dag og í morgin.
Bleytt og hart
Í setanarrøðu síni setti Elin
Heinesen fyrst spurningin:
Hvat hava vinna og
mentan við hvørt annað at
gera?
Hon helt fyri, at nógv
verður tosað um bleyt og
hørð virði í hesum tíðum,
og ofta verður tað lagt fram,
sum um tað útihýsir hvørj
um øðrum.
Skulu vit hava vegir og
tunnlar, kunnu vit ikki eis
ini keypa fleiri ljóðføri til
skúlarnar ella seta fleiri
starvsfólk á barnagørðunum
– ella umvent. Hetta er
undarligur hugsunarháttur.
Eg havi ongantíð rættiliga
skilt, hví nøkur virði skulu
verða kallað bleyt og onnur
hørð? Hví býta vit tað upp
soleiðis? Er tað bara fyri at
kunna keglast um tað?
Kóka vit tað niður, snýr tað
seg so ikki bara um at skapa
umstøður fyri øll at trívast
í? Trívast vit øll ikki best, tá
vit hava eitt ríkt umhvørvi
og eina breiða viftu av
øllum tilboðum til bæði
menn og kvinnur, børn og
ung og eldri – bæði góðar
vegir og tunlar, góðar ans
ingarmøguleikar,
góðar
ítróttarhentleikar og góðar
umstøður til undirhald og
felagsskap. Alt hevur virði
fyri øll og einki er meira
ella minni týdningarmikið
enn annað.
Elin setti eisini spurning
in, um fólk hava hugsað
um, hví tey uppliva nakað
sum virðismikið.
Hvat eru virði? Virði er
tað, tú velir at síggja sum
virði. Virði snúgva seg júst
um, hvussu tú eitt nú
upplivir, hvussu tú sansar,
sært, hoyrir og smakkar. Tá
tú heldur, at okkurt sær gott
út smakkar væl – ella ljóð
ar ordiliga gott – ella at okk
urt bara gevur tær eina góða
kenslu onkusvegna. Tað eru
vit menniskju – okkara upp
livingar, sum geva tingum
virði.
Stórt vøruútboð
Hon helt, at fatanin av hes
um samanhangi er vorðin
heilt grundarleggjandi fyri
at kunna gera seg galdandi
vinnuliga í dag.
Vøruúrvalið er so stórt í
dag, og so nógvar vørur á
marknaðinum eru so eins,
at fólk kunnu í roynd og
veru ikki meta um eina
vøru bara eftir fysiskum
eginleikum. Fólk meta og
keypa fleiri og fleiri vørur
eftir, hvussu tey »uppliva«
vørurnar, og í hvørjum sam
anhangi, tey uppliva tær.
Hon helt, at vit eitt nú
kunnu hugsa um, hví tær
stóru fyritøkurnar úti í
heimi – ja, sjálvt fyritøkur í
so »hardcore« vinnum sum
oljuvinnu ella bankavinnu
– leggja so stóran dent á at
skapa lekra sniðgeving ella
góðar søgur um teirra vør
ur.
Jú, sjálvandi tí tað er
hetta, sum kundarnir ganga
eftir.
Elin segði, at eisini hesar
fyritøkur vita, at fólk keypa
ikki vørur bara fyri at blíva
heit ella mett. Tey keypa
líka so nógv vørur fyri at
keypa sær til góðar uppliv
ingar, eina góða samvitsku,
tey keypa sær ein identitet,
ein samleika.
Vit spyrja okkum sjálvi,
um onnur fólk, sum okkum
dámar væl, eisini keypa hes
ar vørur. Tey keypa sær okk
urt, sum fær tey til at dáma
seg sjálvi. Sær vøran gott út
– ella rættari: Fær hon meg
til at síggja gott út? Er tað
ein »cool« merkivøra? Gev
ur hon mær prestigu? Hevur
vøran
eina
áhugaverda
søgu? Geri eg eina góða
gerð við at keypa hana, er
vøran vistfrøðilig – ella er
talan um samhugakaffi?
Í røðu síni vísti Elin á, at
fólk finnast, sum fegin
keypa
fartelefonir
fyri
tíggjutúsundatals
krónur
ella meir, sjálvt um tey
kunnu fáa eina líka so dygd
argóða fartelefon fyri fáar
hundrað krónur. Bara tí tey
halda, at tann dýra er
»cool«, kanska tí hon er
framleidd í fáum eintøkum
og er hondgjørd.
Mentan er ísbrótari
Og Elin helt fram:
Vit kunnu bara hugsa
um listina, hvussu nógvan
pening listarverk kunnu
fara fyri, men sum í tilfari
ikki eru verd eina promillu
av tí, tey verða keypt fyri.
Hon helt, at um vit vilja
tjena pening í Føroyum,
mugu eisini vit duga at
spinna tað, sum vit hava at
bjóða, inn í søgur, sum hug
taka fólk og fáa tey til at til
leggja okkara vørum meira
týdning ella meira virði,
enn vøran í sær sjálvum
ítøkiliga hevur.
Tað er her, at vit hava
harðliga brúk fyri teimum
kreativu – tí, sum mentanin
hevur at bjóða.
Hugsa bara um amerik
anararnar. Teir fingu ikki
heimsharradømi
við
at
brúka ráa makt, hóast teir
eisini hava roynt tað, tó ikki
við serligum hepni. Nei,
teir hava fingið heimsharra
dømi ígjøgnum tónleikin
og filmarnar! Mentanin er
tann allarbesti og muna
dyggasti ísbrótarin av øll
um. Brúkar tú mentanina
sum slóðbrótara og flagg
skip, tá tú ætlar at gera vart
við teg uttanlands, hevur tú
nógv, nógv størri møgu
leika fyri at vekja ans og
vælvild, tí mentanin hevur
tann eginleika, at hon kann
skapa hugtakandi uppliv
ingar, sum vekja góðar
kenslur og gera fólk meira
opin og álitisfull.
Elin segði, at fleiri og
fleiri gerast tilvitað um
týdningin av mentanini fyri
búskapin sum heild. Har
Mentanin er besti vinnuli
- Vit mugu fáa mentanarlív og vinnulív til at draga somu línu til gagns fyri báðar partar. Hetta
er avgjørt ein fyritreyt fyri at fáa ein sunnan búskap og trivnað fyri øll í samfelagnum, segði Elin
Heinesen, stjóri í Samvit, tá hon setti Mentanarvikuna
Kreativ seyming í »Iktys«
Handilin »Iktys«, sum selir góð, brúkt klæðir, og hvørs ágóði fer til
neyðstødd menniskju úti um heimin, fer nú undir nýtt tiltak. Frá 31.
oktober og hvønn mikudag í november – frá kl. 16 til 17.30 verður ein
føroyskur sniðgevi at hitta í handlinum. Her kunnu fólk so koma inn á
gólvið og fáa vegleiðing í umseyming av klæðum. Tær sum
sjálvbodnar fara at vegleiða í kreativari seyming, eru: Katrina í Geil,
Elin Lindenskov, Katrin Bonde og Jóna Dalsgarð, ið allar arbeiða
professionelt innan sniðgeving og seyming. Vit minna eisini á, at
fyrstu viku í november er tilboðsvika í góðum brúktum barnaklæðum
fyri lítið og lætt, siga tey úr »Iktys«.