Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 210 - 30. oktober 2007 Javnaðarflokkurin ásannar, at sam­starv­ ið ím­illum­ Føroyar og Danm­ark m­á lyftast upp á eitt annað støði, so at tað ikki verður ein spennitroyggja Landsfundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Samstarvið ímillum Føroyar og Danmark má endurnýggj­ ast. Tað ásannar Jóannes Eid­ esgaard, formaður í javnað­ arflokkinum. Í formansfrágreiðing síni á landsfundinum hjá Javn­ aðarflokkinum leygarmorg­ unin, staðfesti hann, at broytingar mugu gerast, so at samstarvið við Danmark, ikki gerst ein spennitroyggja, sum forðar okkara menning og luttøku í altjóðasamfel­ agnum, men tvørturímóti gevur okkum vakstrarmøgu­ leikar. ­ Løgfrøðisligar forðingar og stirvnar tulkingar mugu ikki forða fyri politiskari nýhugsan, segði hann. Hann vísti á, at Tjóðveldi hevur framvegis vil loysa í stundini, og so má restin lag­ ast seg hareftir, sum Jóannes Eidesgaard málbar seg. Men meiri forvitnisliga helt hann tað vera, at for­ maðurin í Sambandsflokk­ inum hevur boðað frá, at Sambandsflokkurin skal hava tvær fólkaatkvøður. Tann fyrra í 2010 skal snúgva seg um ein atlima­ skap í ES, men tað er als ikki er ein møguleiki, sum ES arbeiðir við. ­ Men tann seinna fólka­ atkvøðan hjá Sambands­ flokkinum, sum skal vera í 2012, er uppaftur meira áhugaverd, tí tá vil gamli Sambandsflokkurin hava fólkaatkvøðu um loysing ella samband. ­ Tað vil so aftur siga, at bæði Tjóðveldi og Sam­ bandsflokkurin vilja hava eina avgerð, uttan at hava nakra sum helst hóming av, hvat úrslitið verður. Spæla hasard Hann helt, at hetta var at spæla hasard við framtíðini. ­ Formaðurin í Sambands­ flokkinum hevur eisini alment sagt, at so vil man taka úrslitið til eftirtektar. ­ Tað vil so aftur siga, at verður loysing, verður við hjálp frá Sambandsflokkin­ um og tað helt hann ljóðaði rættiliga ótrúligt. Jóannes Eidesgaard helt, at Javnaðarflokkurin hevur verið tann praktiski flokkur­ in í samstarvinum við Dan­ mark. Hann ásannaði, at uttan­ ríkipolitiska lógin hevur nakrar avmarkingar, tí her er talan um okkara virkis­ møguleikar á einum ikki yvirtiknum øki. ­ Men eg haldi, at karmar­ nar fyri okkara uttanríkis­ politisku virkismøguleikum kundi verið rúmligari, um danskir myndugleikar vóru eitt sindur smidligari í teirra tulking av donsku grundlóg­ ini. Tá hugsað verður um, hvussu nógv grundlógin er tambað gjøgnum ár og dag, eigur tað at bera til at koma víðari eisini á hesum økinum. Hann ivaðist ikki í, at tað finnast nógvir danskir polit­ ikarar, sum eisini føla, at grundlógin er ein forðing fyri, at vit finna nýggjar leiðir í samstarvinum ímill­ um Føroyar og Danmark. Hann nevndi, at sam­ tyktirnar í WTO siga, at eisini tollfelagsskapir kunnu verða limir. Kina hevur ikki færri enn tríggjar limaskapur, ein fyri Hong­ kong, ein fyri Makao og ein fyri lýðveldi Kina. ­ Men hetta ber ikki til í okkara føri, tí danir siga, at grundlógin forðar tí. Eitt annað dømi, hann nevndi, er Ráðharraráðið hjá Norðurlandaráðnum, har vit ikki fáa fullan lima­ skap, tí grundlógin er ein forðing fyri hesum. Løgmaður segði, at grund­ lógina ber ikki til at broyta og tí verður úrslitið altíð, at hon verður tulkað og tamb­ að til roknistykkið passar. Løgmaður ásannaði, at hendan danska stjórnin hevur verið trek at taka stig til at koma víðari. ­ Tað, sum eg havi sagt, er, at tá í felagsskapurin er ein forðing fyri framhald­ andi menning av Føroyum eisini í altjóðagerðini, fær sjálvstýrismálið eitt heilt øðrvísi innihald. Jóannes Eidesgaard helt, at serliga nú formaðurin í Sambandsflokkinum longu í 2012 vil hava eina endaliga uppgerð í ríkisfelagsskapin­ um, er tað av stórum týdn­ ingi, at Javnaðarflokkurin vísir á gongdar leiðir, har vit framhaldandi kunnu samstarva uttan at sleppa øllum bondum. ­ Tí helt Jóannes Eides­ gaard, at eitt tað fyrsta stig­ ið kundi verið, at báðir partar við serfrøðingum og politikarum settu seg at viðgera málið. Vit eiga eisini at geva gætur, at Danmark alt meira gerst meira og meira inter­ greraður partur av ES. ­ Eg kundi hugsað mær, at hetta var ein týðandi part­ ur av valstríðnum til fólka­ tingsvalið, helt Jóannes Eidesgaard. Burtur við spennitroyggju - Verður loysing í næsta valskeiði, verður tað við hjálp frá Sambandsflokkinum og tað ein rættiliga ótrúlig støða, segði Jóannes Eidesgaard á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið Kvinnur í Eydnuna Kvinnur í Sundalagnum – og aðrar áhugaðar – fáa komandi mánakvøld eitt serligt tilboð: Eitt kvøld við mótashow, tónleiki, skemti og tí sum har til hoyrir, bara fyri tær. Tað er Sunda Róðrarfelag sum skipar fyri tiltakinum, og tað var sama felag, sum stóð á fyriskipaði seinasta kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrarbakka. Tá var talan um eitt væleydnað og hugnaligt kvøld, og hesaferð er eisini nógv gjørt burtur úr. Sigrid Rasmus­ sen, Bjørt Samuelsen, Laila á Lofti, Jákup Weihe og Kim Hansen fara hvør sínum lagi at gera sítt til, at mánakvøldið í Eydnuni verður hugnaligt, umframt at lokalir handlir sýna fram klæðir. Eisini verður eitt sokallað make­over, sum vælverustova í økinum tekur sær av. - rwd Hálkan kom óvart á Havn: Hetta hava vit hoyrt so mangan áður. Í dag kundu tey hjá Tórs­ havnar Kommunu stað­ festa, at heilt tíðliga í morgun var ikki hált. Men tá klokkan var farin at ganga til 7, gjørdist brádliga so kalt at vegir­ nir gjørdust hálir. Vanligt er, at teir ið arbeiða við kavaruddingini fara út á gøturnar um 4­5 tíðina á morgni at kanna koyri­ líkindini, um ivi framm­ anundan er um, hvussu hesi verða um morgunin. Soleiðis varð eisini gjørt í morgun, men tað vísti seg kortini at hálkan kom seinni, ­ í roynd og veru so seint, at teir ikki sluppu framat at salta eins og teir ynsktu. Teir plaga at salta høvuðs­ vegirnar árla á morgni, í øllum førum soleiðis at Bussleiðin ótarnað kann røkja sínar rutur, tá hon byrjar at koyra um 6­ tíðina. Í morgun hendi alt líkasum samstundis: Hálkan kom um 7­tíðina, júst um tað mundið tá ferðslan so líðandi byrjar at økjast. Tá ferðslan var uppá tað mesta, sluppu bilarnir við saltinum ikki reiðiliga framat at gera sítt arbeiði, og tí upplivdu fólk í Havn at vegirnir ikki vóru saltaðir til fuln­ ar, tá tey fóru til arbeiðis. Av hesi orsøk komu fleiri ov seint til arbeiðis og onnur ov seint í skúla. – At tað frystir so brád­ liga og so seint á morgni er hent áður – og kemur uttan iva at henda aftur. Slík hálka kemur altíð óvart á, verður sagt úr býráðnum. sb.