Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 210 - 30. oktober 2007 Valevni hjá Tjóðveld­ inum ávarar staðiliga ímóti at rópa ov hart um loysing, tí tað fær veljaran at renna skríggjandi vekk Floksting Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Í Tjóðveldinum skulu vit ikki rópa ov hart um loysing. Sjúrður Skaale er valevni hjá Tjóðveldinum, helst bæði til fólkatingsvalið og til løgtingsvalið. Men á eykaflokstingi sunnudagin um fólkatings- valið, fekk hann nógv tjóð- veldisfólk at klóra sær í nakkanum. Tá ið hann tók orðið ávar- aði hann staðiliga Tjóðveld- ið ímóti at rópa ov hart um loysing. Hann helt, at tað kundi tykjast sum eitt rættiliga álopskent herróp at tosa um at loysa frá Danmark. Men í veruleikanum helt hann, at hetta var rættiliga ússaligt og verjukent, í øllum førum hjá teimum, sum eru eitt sindur burturfrá flokkinum. - Fyrr í tíðini rópti tjóð- veldisfólk ógvuliga har um loysing, men tá var flokkur- in heldur ikki so stórur, sum hann er nú. Hann vísti eisini á fráboð- anina hjá Høgna Hoydal, floksformanni, um, at Føroyar skulu loysa í næsta valskeiði og sum vit skriva um í aðrari grein her í blaðnum. - Vit vita væl, at vit fáa ikki loysing í næsta val- skeiði, segði hann og vísti á, at tilsamans hava Fólka- flokkurin, Sambandsflokk- urin og Javnaðarflokkurin greiðan meiriluta í Løg- tinginum. - Tí virkar tað at eitt sind- ur uppgevandi at rópa um loysing nú. Kortini helt hann, at Tjóðveldi broyttust nógv í 1998, tí tá fekk loysingar- hugtakið eisini eitt innihald og tað førdi við sær, at flokkurin hevði stóra fram- gongd. Men nú helt hann, at flokkurin í ein ávísan mun var við at detta aftur í tað gamla at rópa hart um loysing-og so onki meir. - Eg vil ávara staðiliga ímóti at rópa ov hart ímóti at rópa ov hart um loysing, tí tað styggir veljaran langt burtur. - Veljarin vil ikki hoyra slíkt og tí fara herróp um loysing at fáa veljaran at renna skríggjandi burtur. Hinvegin helt hann, at okkurt lá eftir frá undanfarnu samgongu og eitt av tí er grundlógin, sum allir flokkar eru samdir um og har tað verður staðfest, at alt vald liggur hjá Føroya Fólki. Men hesum málið hevur samgongan bølt á í fýra ár, so tað málið er ongantíð komið víðari og Sjúrður Skaale helt, at tað var eitt rættiliga gott mál at fara til val upp á, at fáa grundlógina í gildi. Tað var skilligt, at hesi orð- ini komu eitt sindur óvart á summi tjóðveldisfólk. Men tað vóru eisini tey, sum vóru samd við honum, tí tey hildu, at tað var inni- haldið í politikkinum, sum skuldi vinna flokkinum undirtøku hjá veljaranum. Kortini helt garvaði tjóð- veldismaðurin, Heini O. Heinesen, at herrópini um loysing og kvetting var meiri nakað, sum politisk mót- støðufólk høvdu skotið Tjóð- veldinum í skógvarnar. Høgni Hoydal, floksfor- maður, var samdur við Heina O. Heinesen og hann skoytti upp í, at flokkurin hevði nógv dygdargott tilfar at byggja sín politikk á. Tjóðveldi: Vit skulu ikki rópa so hart um loysing Formaðurin í Tjóðveldinum er sannførdur um, at vit eina uppgerð við Danmark í næsta valskeiði Fólkatingsval Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Í næsta valskeiði verður tað, at eitt uppgerð verður ímillum Føroyar og Dan- mark. Tað er formaðurin í Tjóð- veldinum, Høgni Hoydal sannførdur um. Á eykaflokstingi hjá flokkinum sunnudagin, har uppstillingin til fólkatings- valið var til viðgerð og har staðfesti hann, at í næsta valskeiðið verður uppgerðin ímillum Føroyar og Dan- mark, gjørd. - Tann uppgerðin skal vera so virðilig sum gjørlig og uppgávan hjá teimum næstu føroysku fólkatings- umboðunum verður at fyri- reika og stuðla uppundir tað uppgerðina ímillum tey bæði londini. Hann helt eisini, at fólkatingsarbeiðið honum hetta valskeiðið hevur ging- ið gott og hevur vunnið sær virðing ímillum politikarar í Danmark. - Tað hevur eisini verið endamálið, segði Høgni Hoydal. Hann heldur eisini, at sjáldan hevur tað havt størri týdning at vera á varðhaldi á Fólkatingi, enn í næsta valskeiði. - Vit vita, at ES er í ferð við at gera eina felags grundlóg fyri alt ES og av- leiðingin av tí er, at avgerðir, sum danski staturin higartil hevur tikið vegna Føroyar, nú verða fluttar niður til ES høvuðsborgina í Brússel. Men annars er ein ørgrynna av málum, sum skulu greiðast, bæði málin- um um loftrúmið, útlend- ingamálini og verjumálini. Tí helt, at tað er av ser- ligum týdningi, at Tjóðveldi aftur fekk umboð á Fólka- tingið fyri at tryggja sakliga upplýsing í Danmark um føroysk viðurskifti og at talan er ikki um eitt stríð ímóti Danmark, men um eitt stríð fyri at vinna føroy- ingum okkara egnu rødd í altjóða samstarvi og at vera á jøvnum føti við Danmark. Annars helt hann, at høvuðsuppgávurnar hjá før- oyskum fólkatingslimir, er at upplýsa um tær avbjóðingar, sum taka seg upp í sambandi við, at vit taka uppgerðina við Danmark í næsta valskeiði. Men annars skulu føroysku fólkatingsmenninir eisini útgreina teir samstarvs- møguleikar vit hava í altjóða samfelagnum, tá ið vit hava tikið ábyrgdina av landinum og at styrkja okkara samleika og at skapa virðing fyri okk- um sum tjóð. Men hann helt eisini, at tað verður ein stór uppgáva at fáa útisetar at taka virknan lut í arbeiðnum at byggja einar frælsar Føroyar og samstundis er tað ein uppgáva at tryggja rættindini hjá føroysku tjóðini og bæði hjá føroyingum í Danmark og hjá dønum í Føroyum, tá ið vit hava gjørt upp við Danmark í næsta valskeiði. Vit hava onga ávirkan Páll á Reynatúgvu, løgtings- maður, sum hevur boðað frá, at hann er sinnaður at stilla upp, helt, at hetta var alt ov nógv avgjørt, tí ongin skuldi fyrigykla sær, at tey føroysku fólkatingsumboð- ini hava nakra ávirkan. - Føroyskir fólkatingslimir hava onga ávirkan og her heima í Føroyum hevur tað lítlan og ongan týdning, staðfesti hann. - Eisini í royndum okkara at vinna okkum sjálvræði, tí tað er lítið og onki, sum sæst aftur her heima, legði hann afturat. Hann helt, at tað var nakað annað at brúka fólkatings- valið til at marknaðarføra tjóðveldispolitikk annars. Heldur ikki Sjúrður Skaale, sum er í umbúna at stilla upp til fólkatingsvalið, helt, at fólkatingsumboðini í Føroyum hava nakra ser- liga ávirkan. Og hann helt, at við at stilla upp til fólkatingsvalið, góðtekur flokkurin í veru- leikanum eina skipan, sum hann annars er ímóti. Kortini helt at hann tá ið støða verður tikin til spurn- ingurin um Tjóðveldi skal stilla upp til fólkatingsval ella ikki, má vigast fyri og ímóti um flokkurin fær so nógv burturúr, at tað upp- vigar tað, at hann sam- stundis góðtekur eina skip- an, sum hann í veruleikanum er ímóti. Í næsta val­ skeiði loysa Føroyar frá Danmark Martin Næs nýggjur deildarstjóri ....... Mentamálaráðið hevur í dag sett Martin Næs í starv sum deildarstjóra í Mentamáladeildini, ið m.a. umsitur hægri útbúgvingar, gransking, mentan og kirkju. Hann loysir Jóannes Dalsgaard av. Martin Næs er 54 ár og hev- ur verið landsbókavørður seinastu 22 árini. Er er útbúgvin bókavørður og kandidatur í bókasavns- og upplýsingarfrøði. Hevur røkt eina røð av álitis- størvum, millum annað sum formaður í Rithøvundafelag Føroya, Orða- bókagrunninum og Fjøllrit. Eisini hevur hann verið umboð í stýrinum fyri Norðurlandahúsið, føroyskt umboð í Nordbok og Nordinfo undir Norðurl andaráðharraráðnum. Martin Næs tekur við starvinum 1. desember 2007. ..... og Una Joensen Mentamálaráðið hevur eisini í dag sett Unu Joensen í starv sum deildarstjóra í Vinnu- og miðnámsskúladeildini, ið millum annað umsitur allar miðnámsskúlarnar. Tað er studentaskúlar, HF-skeið, Handilsskúlan, teknisku skúlarnar, Fiskivinnuskúlan, Vinnuháskúlan og Yrkisdepilin (lærlingaútbúgvingar). Una Joensen, sum loysir Eyðbjørn Poulsen av, er 41 ár, búskaparfrøð- ingur og hevur seinastu tíðina arbeitt sum ráðgevi í Fíggjar- málaráðnum. Frammanundan var Una Joensen deildarleiðari í Føroya Tele. Una Joensen hevur eisini fleiri álitisstørv, milluam annað hevur hon verið limur í Búskaparráðnum, nevndarlimur í Landsbankanum og nevndarlimur í KT-felagnum. Tjóðveldisfólk eru ikki samd um, hvussu stóra ávirkan tey føroysku fólkatingsumboðini hava. Høgni Hoydal, fólka­ tingsmaður, sigur, fremsta uppgávan hjá teimum komandi fólkatingsumboð­ unum úr Føroyum, verður at fyrireika uppgerðina millum Føroyar og Dan­ mark, sum verður í næsta valskeiði