týsdagur 30. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 210 - 30. oktober 2007
Drápið av einum
ungum samkyntum
amerikanara í lítla
býnum Laramie í
Wyoming, USA,
hevur ført við sær
ein doku-drama
leik, og amerikanska
senatið hevur í ár
samtykt eina lóg,
sum nú umfatar
samkynt og brekað í
minnilutaverju
SJÓNLEIKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fyri níggju árum síðani var
hin 21 ára gamli Matthew
Shephard bukaður so illa,
at hann doyði av løstunum.
Matthew var samkyntur, og
tað var eftir øllum at døma
einasta orsøkin til, at tveir
ungir menn sóu seg illar inn
á hann.
Hendingin skakaði alt
USA og varð umrødd í
øllum teimum stóru miðlu
num. Hetta førdi eisini til
eitt landsumfatandi kjak
um hatursbrotsgerðir.
Íbúgvarnir
í
Laramie
vórðu eisini skelkaðir av
hendingini og fingu seg illa
at trúgva, at slíkt kundi
henda í teirra lílta býi.
Flestu hildu eisini í fyrstu
atløgu, at tað mátti vera
onkur fremmandur, ið hevði
framt brotsgerðina.
Tann veruleiki, at offurið
var ein samkyntur, setur
fokus á evnið. Fólk í Lara
mie eru á einum máli um,
at tað sjálvsagt er skeivt og
ræðuligt at fremja eina slíka
brotsgerð. Men hetta hevur
eisini ført til, at fólk í bý
num hava eina støðu til tað,
at vera samkyntur. Tey hava
eina meining um, hvørt
hetta er rætt ella skeivt,
men av tí at kristindómur
spælir ein stóran leiklut í
Laramie, er hetta fyri mong
ein trúðarspurningur.
Fyrsta dokudrama
At brotsmenninir ikki
vóru fremmandir, men tveir
av teirra egnu, førdi til, at
íbúgvarnir seta spurnartekin
við tað umhvørvi, ið teirra
børn vaksa upp í.
Katólski presturin í bý
num heldur, at tey eiga at
nýta hendingina til nakað
konstruktivt – at lata brots
menninar siga teirra søgu,
so tey kunna læra av
teimum, hvat ið tað var sum
gjørdi, at teir hesa náttina
fóru út um alt mark.
Sum leikurin fer sodnar
hendan ræðuliga hendingin
hjá fólki. Hvør í sínum lagi
hevur sína hugsan um
hendingina, og við leiklok
eru
íbúgvarnir
vorðnir
nøkur onnur menniskju,
enn tá leikurin byrjaði.
Leikurin kom í lag við
tað, at stutt eftir hendingina
fór The Tectonic Theater
Company undir leiðslu av
Moisés Kaufmann til Lara
mie, har leikararnir gjørdu
samrøður við fólk í býnum.
Tey vitjaðu javnan aftur í
tvey ár og gjørdu fleiri enn
200 samrøður tilsamans.
Sjónleikurin
Verkætlan
Laramie byggir á hesar
samrøðurnar. Av tí at alt
tilfarið í leikinum eru skjal
festar heimildir og ikki
fiktión, er leikurin eitt
dokudrama.
Hetta
er
samstundis fyrsta doku
drama, sum verður framført
í Føroyum.
Matthew
Shephard Act
Hendingin í Laramie skak
aði ikki bert lokalsamfelag
ið, men sendi rembingar
um alt USA. Í september í
ár, níggju ár eftir eftir
drápið, samtykti amerikan
ska senatið, at samkynt og
brekað eisini verða fevnd
av lógini um verju móti
hatursbrotsgerðum. Lógar
broytingin
er
uppkallað
eftir hesi hendingini og
verður
á
mannamunni
nevnd
The
Matthew
Shephard Act.
Marita Dalsgaard, sum er
leiðari
av
verkætlanini,
hevur sjálv týtt leikin. Hon
er búsitandi í Danmark,
men er her heima í sambandi
við leikin, sum verður frum
sýndur 25. november.
Við í leikinum eru upp
runaliga heilir 54 leiklutir,
men leikararnir eru vanliga
einir
átta.
Í
føroysku
útgávuni eru fimm leikarar
og teir eru Egi Dam og
Birita Mohr, Gunvá Zachar
iassen
úr
leikbólkinum
Tvazz, Hjálmar Dam og
Marita Dalsgaard. Leiklut
irnir eru eisini heldur færri,
einir 45.
Eitt kuriosium við leiki
num er, at hann verður
framførdur í Müllers Pakk
húsi, og hetta er fyrstu ferð
ein leikur verður framførdur
har.
266b-spurningurin á pall
Hjálmar Dam, sitandi fremst, Birita Mohr, Gunvá Zachariassen, Egi Dam og Marita Dalsgaard eru leikararnir í leikinum Verkætlan Laramie
Mynd: Jens Kristian Vang
Sambandsflokkurin er liðugur við
valevnislistan til komandi fólkatingsval.
Valevnini eru 22 í tali og eru tey hesi skrivað í
bókstavarøð:
Helgi Abrahamsen, floksskrivari, Strendur
Svenning Borg, sjómaður, Vágur
Annfinn Brekkstein, stjóri, Velbastaður
Johan Dahl, løgtingsmaður, Vágur
Marjus Dam, løgtingsmaður, Miðvágur
Erikka Elttør, krambakvinna, Klaksvík
Olav Enomoto, løgtingsmaður, Vestmanna
Edva Jacobsen, bankakvinna, Fuglafjørður
Eivind Jacobsen, brandmeistari, Sørvágur
John Kári Jacobsen, skipari, Hvannasund
Edmund Joensen, løgtingsmaður, Oyrarbakki
Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, Tórshavn
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Klaksvík
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, Streymnes
Høgni Mikkelsen, býráðslimur, Tórshavn
Gunnar K. Nattestad, bankamaður, Sandavágur
Ingvør Nolsøe, stjóri, Tórshavn
Alfred Olsen, løgtingsmaður, Saltnes
Marjun Olsen, sjúkrahjálpari, Øravíkarlíð
Rósa Samuelsen, borgarstjóri, Sandavágur
Bjarti Thomsen, granskari, Nólsoy
Jaspur Vang, løgreglumaður, Tvøroyri
Valskráin hjá Sambandsflokkinum er klár, og verður
løgd fram á tíðindafundi hósmorgunin, sigur
Sambandsflokkurin í skrivi.
Sambandið klárt til valið
Paula Larrain stillar upp
SVjournalisturin Paula Larrain váttar nú fyri donskum fjølmiðlum,
at hon stillar upp til fólkatingsvalið komandi. Kendi sjónvarps
verturin stillar upp fyri konservativa flokkin í Stórkeypmanahavn,
har hon skal loysa Stig Elling av, sum heldur óvæntað boðaði frá,
at hann stillar ikki uppaftur. Donsku bløðini hava annars gitt dúg
liga, at Paula skal hava bjóða seg fram sum valevni hjá Naser
Khader og Ny Alliance, men hetta avsannar hon kortini.
Burturflutt genta funnin
Keldur í spanska detektivbureau’num Metodo 3, sum foreldrini hjá
burturfluttu Madelaine McCann hava fingið at leita eftir dóttir
teirra, siga við bretska blaðið Daily Express, at teir hava funnið
eina ljóshærda amerikanska gentu í økinum, har teir leita eftir
Madelaine. Interpol er komið upp i málið, og hendingin hevur
givið Kate og Gerry McCann nýggjar vónir um, at lítla Madelaine
eisini verður funnin á lívi.