týsdagur 30. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 210 - 30. oktober 2007
MINNINGARHALD
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Sunnudagin kl. 14 varð skip
að fyri minnngarhaldi og
avdúking av einum minnis
varða fyri teir, sum fórust við
Stella Argus fyrst júst 50
árum síðani, soleiðis sum tað
varð greitt frá í Miðvikuni
seinasta mikudag.
Tað var reiðaríið P/f Kim
bil við Aksel Hansen stjóra,
sum hevur reist hendan
framúr vakra minnisvarðan,
sum er gjørdur av Hans
Paula Olsen. Tað vóru Kim
bil saman við bygdaráðnum
í Kvívík, sum skipaðu fyri
avdúkingini.
Veðrið var hampuligt, og
tað vóru nógv fólk til staðar.
Tað vóru eisini komin av
varðandi ymsa staðni frá í
landinum. Av sjóvinnufeløg
unum var Føroya Reiðarafel
ag umboðað við formannin
um. Serligan dám á minning
arhaldið setti Kamarkórið
hjá Kára Bæk, sum sang
fleiri sangir.
Byrjað varð við, at Poul
Hansen, sonur Aksel, bjóð
aði øllum vælkomnum. Aft
an á at sangkórið hevði sung
ið, varð minnisvarðin avdúk
aður av børnum hjá kvívík
ingum, sum vóru við Stella
Argus.
Vegna tey, sum sótu eftir,
talaði Jens Kannuberg, sum
misti ein beiggja, hann æt
Egil Jacobsen. Aftan á hann
talaði bygdaráðsformaðurin
í Kvívík, Boje Christensen,
sum annars er versonur ein,
sum fórst, nevniliga Niels
Andreassen.
Síðan talaði Óli Jacobsen,
og Marjun Bæk prestur
endaði.
Aftaná var boðið til ein
drekkamunn í Glæmunu,
har tað eisini vóru nógv
fólk. Sigast skal, at kvívík
ingar vóru sera blíðir.
Vit fara í blaðnum í morg
in at hava eina størri frásøgn
við myndum frá minningar
haldinum, og tá fara vit at
taka í røðurnar, sum vóru
hildnar.
Minningarhald yvir Stellu Argus
Jón Tyril, høvuðsmað
ur handan G!festivalin,
vónar, at festivalurin
aftur verður á skránni
komandi summar.
– Vit hava dugað ov
illa at stýrt fíggjarliga
partinum, tað við
gangi eg blankt. Men
vónandi er álitið ikki
fokið á tiltakið hóast
tað, sigur hann
TóNLeIkuR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
G!festivalurin hevur veru
liga verið í andglettinum
seinastu tíðina. Í síðstu viku
varð kunngjørt, at felagið
handan G!festivalin var far
ið í trotarbúðarviðgerð, og
at felagið skuldi strikast, tí
eingin peningur var at rinda
rokningar fyri. Men hóast
festivalurin er í tungum
sjógvi, hevur høvuðsmaður
in handan tiltakið góðar
vónir til enn ein festival í
summar.
Nógv vilja stuðla
Eg hopi at man fær tiltakið
at halda fram. Nógv hava
vent sær til mín, bæði feløg,
persónar og stovnar, sum
vilja stuðla og hjálpa til, so
leiðis, at tað kann lata seg
gera at fáa tiltakið upp á bein
ini aftur, og seta tað í eina
haldbara skipan, greiðir Jón
Tyril frá.
Spurdur um ikki trúðvirð
ið á G!festivalin er rokið
nú, svarar Jón, at tað er tor
ført at svara uppá.
Tiltakið sjálvt hevur ver
ið gott og hevur riggað væl,
so eg trúgvi, at álitið á sjálvt
tiltakið er gott. So gott sum
allar afturmeldingar hava ver
ið góðar, og ummælarar,
bæði føroyskir og útlendskir,
hava verið framúr positivir.
Men tað er greitt, at fleiri av
kreditorunum
hava
mist
nógvan pening, so teir eru
kanska meiri varnir nú, sigur
Jón Tyril.
Men hvør er orsøkin til,
at eitt so væleydnað tiltak,
sum G!festivalurin øll árini
hevur verið, kann fáa so
stórt hall? Talan er jú um
milliónaupphæddir, sum nú
vanta í roknskapinum.
Til tað svarar Jón Tyril at
útreiðslurnar eru hækkaðar
ár undan ári.
Vit hava ikki dugað nóg
væl at hildið í teymarnar. T.
d. kundu vit kanska havt for
handlað okkum til betri sátt
málar við onkrar av bólkun
um, umframt at vit kundu
havt roynt at funnið bíligari
loysnir í fleiri førum. Vit
hava ikki hugsað tað nóg
væl ígjøgnum, og ikki havt
nóg góða fíggjarliga stýr
ing, staðfestir Jón Tyril.
Hann heldur, at tað átti at
verið onkur, sum við kritisk
um eyga hugdi at tølunum,
soleiðis, at sloppið kundi
verið undan hesi støðuni.
Bíðistøða
Jón sigur, at tey fyrr í ár
byrjaðu fyrireikingarnar til
komandi festival, men allar
ætlaninar eru fyribils lagdar
á ís.
Vit hava sett allar fyri
reikingar á standby, til vit
vita hvat fer at henda. Vit
mugu bíða eftir niðurstøð
uni, og so taka vit tað har
frá. Men vit hava fingið
nógv tilboð frá fólki, sum
vilja vera við at endurskapa
festivalin,
so
vónandi
sleppa vit í gongd at arbeiða
við okkara ætlanum aftur
skjótt, tí standa tær ov leingi
á standby, er stórur vandi
fyri, at tær vera av ongum,
greiðir Jón Tyril frá.
Spurdur um Jón Tyril aft
ur verður ein av berandi
kreftunum handan G!, svar
ar hann, at tað hevur hann
ikki tikið støðu til enn.
Eg fari at gera tað, sum
eg kann. Um mín persónur
er til hindurs fyri, at festival
urin 08’ verður veruleiki, so
taki eg meg fegin aftur. Um
eg kann hjálpa við at vera
við, so vil eg gera alt, sum eg
kann. Men tað eru onnur
fólk, sum mugu døma um,
hvørt eg skal vera við ella
ikki, tí tað snýr seg í stóran
mun um álit, vísir Jón á.
Hann heldur, at tað er ein
ávísur vandi fyri, at støðið
á festivalinum fer at falla
komandi ár.
Allir hesir trupulleikarnir
kunnu sjálvsagt ávirka tiltak
ið negativt. Ein vansi kann
vera, at fólk ikki tora at seta
pening í tiltakið aftur. Ein
annar vansi er, at jú seinni vit
veruliga kunnu fara í gongd
við fyrireikingarnar, jú verri
verður tað at fáa góðar bólkar
til festivalin, greiðir Jón Tyril
frá.
Spurdur nær vit fáa enda
liga svarið um hvussu verð
ur við G!festivalinum, svar
ar Jón, at hann vónandi
kann koma við einum svari
um G! 2008 innan nakrar
fáar vikur.
Vónin um G! 2008 ikki slept
Innan nakrar vikur kemur endaliga svarið um framtíðina hjá G! festivalinum. Jón Tyril vónar, at
tað fer at bera til at fáa tiltakið upp á beinini aftur
Frá minningarhaldinum í Kvívík
Minningardagur flytir
Hósdagin, allahalgunardag kl. 10.00 verður minningar
hald teirra sjólætnu. Í ár verður minningarhaldið hildið á
Vinnuháskúlanum Nóatún 2, og ikki á Hotel Tórshavn,
sum siður hevur verið undanfarnu ár. Jóannes Eidesgaard,
løgmaður og Hanus Simonsen, prestur tala. Aftaná verður
farið niðan í Viðalundina, har løgmaður leggur krans við
minnisvarðan.
Atlantsflog flýgur fyri SAS
Trupulleikarnir hjá SAS við Dash Q400 flogførunum, sum øll eru
sett, føra til, at nógv onnur flogfeløg mugu hjálpa flogfelagnum.
Eitt teirra er Atlantsflog. Onnur eru Air Greenland, Danish Air
Transport, Spanair, Sterling og Jettime. Hetta kostar sum vera man
SAS milliónir um dagin. Bara í dag hevur SAS í Danmark seks
flogfeløg á flogi úr Keypmannahavn til einar 50 flogferðir.
Atlantsflog flýgur til London City Airport, Stavanger til Turku í
Finnlandi og til Luxembourg.