Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 30. oktober 2007 5 tíðindi um lívi nógv ár. - Tað er ikki uttan grund, at eg í nógv ár havi kallað mín gamla bygdaskúla fyri »helviti á jørð«, sigur ein bersøgin Helgi Breiner. Í nógv ár hevði Helgi Breiner symptomir, sum mintu um posttraumatiskt stress syndrom. Ein diag- nosa, sum man oftast fær, um man hevur sitið í kon- sentratiónslegu ella verið prostituerað, greiðir Helgi Breiner frá. Symptomini vísa seg mill- um annað við, at man isolerar seg frá øðrum menn- iskjum, ofta er vónleysur, kennir seg hóttan ella missir álit á menniskjur, religión- ina ella lívið sum heild. Fobiskúli Tá ið Helgi Breiner í 1997 kom til Keypmannahavn fann hann Fobiskúlan. Og har byrjaði leiðin burtur úr traumaunum. - Eg kom eg í bólk við nøkrum heilt vanligum fólk- um, sum av ymiskum orsøk- um høvdu sosialfobi í ym- iskum samanhangum. Ein teirra, ein alisfrøðingur arbeiddi ikki longur á uni- versitetinum, tí hon var bangin fyri at rodna. Í stað- in arbeiddi hon sum post- boð. Nógvar líknandi søgur vórðu fortaldar á skúlanum, og vit fingu amboð til at takla ymiskar støður, sigur Helgi Breiner. Men hóast hann hevði verið á Fobiskúlanum, var tað torført fyri hann at fáa nýggju vitanina gróðurfesta í lívinum. - Eg skifti arbeiðspláss nakrar ferðir, vildi ikki vitja í Føroyum, vildi ikki síggja familjuna og eg føldi meg hóttan og vónleysan, júst sum eg havi lisið um fyrrver- andi fangar i konsentratións- legum. Tað, sum eg hevði lært á Fobiskúlanum, var fest í heilanum, men ikki botnfelt í sálini. Tí sjálvt um eg visti, at eg einki hevði at vera bangin fyri, stýrdi óttin alsamt lívinum hjá mær, greiðir Helgi Breiner frá. Grøðing skuldi til Ikki fyrr ein sanglærari spurdi hann, um hann hevði evnir at kenna, hvat rørir seg í fólki, fann hann ein veg til at fáa vitanina um ótta og fobiir úr heilanum niður í kroppin og sálina. - Eg hevði ongantíð hugs- að um, hví eg bleiv ótrúliga stressaður av stressaðum menniskum ella ógvuliga bangin, tá ið tey blivu ill. Men tað kan samanlíknast við ein musikara, sum hev- ur fingið tinnitus, og sum fær ilt í oyrini, tá hann hoyr- ir ógvuslig ljóð. Helgi Breiner fekk sam- band við ein góðan healara- massør og hevur gingið hjá honum í 5 mánaðir. - Tað hevur verið hart til tíðir, tí øll traumaini høvdu sett seg fast í kroppinum. Men healarin hevur hjálpt mær við at gjøgnumliva tær traumatisku hendingarnar aftur; hendingar, sum eg annars havi flýggjað frá alt lívið, sigur hann. Viðgerðin hjá healaranum gjørdi so nógvan mun, at Helgi Breiner setti seg før- an fyri at koma aftur til Før- oyar. Her hevur hann nú millum annað vitjað familj- una og sæð skúlan í Gøtu aftur. - Túrurin var góður fyri meg, og tað er, sum óttin, misálitið og vónloysið eru horvin. Eitt nýtt kapittul er byrjað í mínum lívi. Endi- liga havi eg funnið eitt amboð til at fáa frið í sálina og nú fær fortíðin ikki long- ur loyvi at stýra og oyði- leggja nútíðina, sigur Helgi Breiner at enda. Í oysandi regninum leygarmorgunin gingu fólk um alt landi og seldu kalendarin fyri 2008 fyri felagið Javna. Seinasta ár vóru allir 5000 kalendarar seldir eftir fáum tímum, so í ár vórðu 8000 kalendarar gjørdir, og aftur í ár gekk sølan væl JAVNI Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Ben Rasmussen Javni hevur sett árið 2008 av til at vera eitt serligt familjuár. Serliga ynskja tey at stuðla familjum og hjúnarbondum við at halda hjúnabandsskeið serliga ætlað hjúnum at børnum við breki, syskinaskeið og hjásitaraskeið fyri teimum sum eru áhugaði í at gera eitt arbeiðið fyri Javna. Peningurin, sum kom inn frá søluni av kalendarunum fer til hetta arbeiðið. Eins og í ár verður tað eisini komandi ár møgu- leiki fyri at vinna listaverk hvønn mánað. Listafólkini eru: Ásla Rannvá Svens- son, Edward Fuglø, Eyðun av Reyni, Kára Løkin, Frits Johannesen, Bjørg Mohr Anderssen, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Archibald Black, Edith Mørkøre, Jóna Rasmussen, Hedvig Jóhansdóttir og Oggi Lamhauge. Men høvðusmyndirnar á kalendaranum fyri 2008 er ikki málningalist, men hug- takandi vangamyndir av limum í Javna. Ræddust ikki regnið Enn ein kalendari er seldur. Hetta er annað árið, at Gurli Egholm gongur hurð til hurð og selur kalendara fyri Javna Gurli Egholm hyggur ígjøgnum ein kalendara meðan hon bíðar eftir kundanum, sum fór at leita eftir pengum. Í dag býr Helgi Breiner í Keypmannahavn og arbeiðir sum organist við Frederiks­ sunds Kirkju. Hann vónar, at hansara søga kann hjálpa fólki at skilja, hvat happing ger við menniskju Slakur toskaárgangur Kanningar hjá íslendskum fiskifrøðingum benda á, at toskaárgangurin í ár er heldur slakur og á leið líka stórur sum í árunum frá 2004 til 2006. Harafturímóti tykist tað, sum at árgangurin av hýsu er væl oman fyri meðal. Kanningarnar vístu, at minni var ársgomlum og eldri toski á øllum leiðum enn seinasta vetur, men at væl var av ársgamlari og eldri hýsu. Fiskifrøðingarnir hava eisini kannað rækjustovnin, sum tykist vera í vøkstri. Rætt at steðga hvalaveiði Íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson, gjørdi rætt, tá hann sýtti fyri at geva hvalabátunum loyvi til at skjóta fleiri stórhvalir til vinnuligt endamál, fyrr enn eftirspurningurin eftir stórhvalatvøsti var vorðin størri. Ein kanning vísir, at góð 66 prosent av øllum íslendingum taka undir við avgerðini hjá fiskimálaráðharranum. Kanningin vísir eisini, at serliga í Reykjavík og har um vegir eru fólk fegin um avgerðina.