týsdagur 30. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 210 - 30. oktober 2007
Eftir fimm ár
við støðugari og
gjøgnumførdari
happing í einum før
oyskum barnaskúla,
sum Helgi Breiner
kallar »helviti á
jørð«, tók tað hon
um mong ár og
nógv stríð aftur at
fáa grundleggjandi
álit á menniskju og
mót upp á lívið
HAPPING
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Símun
Jóannesarson Hansen
Fyri fyrstu ferð í sjey ár hev
ur Helgi Breiner verið aftur
í Føroyum. Eitt land, sum
hann ikki hevði roknað við
at sæð aftur. Tí hóast hann
er føroyingur, so hava minn
ini um happing og forfylg
ing í føroyskum bygdaskúla
fylt so nógv, at tað hevur
oyðilagt alt ov nógv í lívi
num hjá honum.
Mín søga um happing
byrjaði í 1980. Foreldrini
hjá mær fluttu til Gøtu og
eg byrjaði í øðrum flokki í
Gøtu skúla, greiðir Helgi
Breiner frá.
Tað sum skuldi vera ein
flyting til eina friðarliga
bygd var byrjanin til eina
ræðutíð. Eina ræðutíð, sum
gav Helga Breiner so var
andi mein, at hann ikki
slapp burtur úr ótryggleik
anum og fobiunum, fyrr
enn hann hevði gingið bæði
á fobiskúla og verið hjá
healara.
Í dag býr Helgi Breiner í
Keypmannahavn og arbeiðir
sum organistur við Frede
rikssunds Kirkju. Hann er
giftur kenda danska rithøv
undanum, Cæcilie Lassen,
og tey eiga tvær døtur.
Hann hevur tað gott í dag
men sigur, at um hann ikki
hevði verið ígjøgnum sína
grøðingartilgongd, so hevði
hann ikki verið førur fyri at
vitja Føroyar aftur.
Helgi Breiner gleðist um,
at happing er komið á bredd
an í føroyska fólkaskúlan
um, og orsøkin til, at hann
fortelur sína søgu, er ikki, at
fólk skulu taka synd í hon
um, men heldur skilja, hvat
happing ger við menniskju.
Ein skúli í kaos
Burtursæð frá tí fyrstu tíð
ini, varð Helgi Breiner
happaður alla tíðina, hann
gekk í barnaskúlanum í
Gøtu. Hetta var ein happing,
sum til tíðir fekk karakter
av forfylging.
Skúlin var eitt satt kaos.
Teir flestu lærararnir møttu
sjáldan til tíðina. Sum oftast
komu
lærararnir
2030
minuttir ov seint til tímarnar
og tað var als ikki óvanligt,
at lærararnir ikki komu til
tíman, sigur Helgi Breiner.
Og tá eingir lærarar vóru,
vóru tað teir sterkastu næming
arnir sum settu dagsskránna,
og tað var sjálvdan stuttligt
fyri teir veikastu. Sama skil
var í fríkorterunum.
Fríkorterini vóru tí ein
stórur partur av skúladeg
num, og eg minnist meg
ikki at hava sæð eina garð
vakt úti í fríkorterunum.
Tað vóru púra leysir teymar.
Í praksis Darwin’sa junglu
lóg, har tann sterkasti ræð
ur.
Men hóast lærarnir vóru
nógv burturstæddir, so undr
ar tað álíkavæl Helga Brei
ner, at eingin vaksin upp
dagaði nakað.
Eg skilji ikki hvussu tað
bar til, at smá børn framdu
álvarsom sálarlig brotsverk
og óivað ikki bara ímóti
mær uttan at nakar vaksin
legði merki til tað ella
gjørdi nakað við tað, sigur
hann avgjørdur.
Happingarmentan
Hann heldur eisini, at tey
vaksnu hava ábyrgd á ein
annan hátt, tí børn kopiera
tað happingarmentan, sum
tey síggja hjá teim vaksnu.
Børnini duga bara ikki at
pakka
happingina
inn.
Helgi Breinir nevnir slatur
og sarkasmu í familjum, á
arbeiðsplássum, í kirkjum
og í politikki sum dømi um
happingarmentan.
Í mínum eygum er tað tí
minni áhugavert, hvat børn
ini kallaðu ella slatraðu um
meg á skúlanum ella í
frítíðini. Heldur ikki er tað
áhugavert at eg ein dagin
varð forfylgdur á veg heim
av trimum dreingjum frá
klassanum, sum oyðiløgdu
súkluna hjá mær, tí eg hevði
svarað aftur.
Tað óhugnaliga og álvars
liga er, hvat happingin ger
við menniskju, leggur Helgi
Breiner herðslu á.
Og tøgnin heldur happ
ingini á lívi. Í skúlanum í
Gøtu var ongantíð tosað um
happing. Happing var ikki
til.
Happing var tabu á skúl
anum, og ikki fyrr enn vit
fingu ein danskan flokslær
ara, Grethe Grue Sørensen,
í sætta flokki, varð orðið
nevnt.
Varandi mein
Hóast happingin stegðaði,
tá hann kom í framhalds
deildina í Fuglafirði, hava
upplivingarnar í barnaskúl
anum forfylgt Helga Brein
er í nógv ár. Happingin
vardi í veruleikanum í 25
ár, sigur hann, tí so leingi
hevur hann livað við mein
unum.
Eg havi havt ein stóran
ótta fyri menniskjum og ver
ið bangin fyri at verða happ
aður aftur. Hóast tað ikki
hendi, hevur óttin forfylgt
mær, og kom at stýra mín
Føroyar góvu
honum fobi
- Tað er ikki uttan grund, at eg í nógv ár havi kallað mín
gamla bygdaskúla fyri »helviti á jørð«, sigur ein bersøgin Helgi
Breiner, sum saman við foreldrunum flutti til Gøtu, tá hann
var 8 ár.
Kanska teir seinastu
Sambært grønlendska flokkinum IA er tað ikki
óhugsandi, at fólkatingsumboðini, sum verða vald í
Grønlandi tann 13. november, verða tey seinastu
grønlendsku umboðini á Christiansborg. Tað sigur
formaðurin, Kupik Kleist, við blaðið AG, og tað
sama sigur fólkatingsvalevnið hjá flokkinum, Josef
Motzfeldt. Teir báðir siga, at aftan á 2009 hevur
heimastýrið yvurtikið so nógv málsøki, at tá verður
ikki longur neyðugt við umboðan í Fólkatinginum.
Kuldi órógvar flúgving
Teir seinastu dagarnar hevur kuldin órógvað flogferðsluna í
Íslandi. Fyrst fór eitt flogfar, sum kom úr Turkalandi við
ferðafólki, á glið á flogvøllinum í Keflavík, og eitt annað
flogfar, sum kom úr USA, noyddist at seta seg á
Egilsstøðum, tí ísur var á vøllinum í Keflavík. Í einum triðja
føri legðist ísur í hurðarkarmin á einum Fokkerflogfari, sum
skuldi av Akureyri til Reykjavíkar, so trýstið inni í
flogfarinum var ov lágt.