Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 30. oktober 2007 13 viðmerkingar Eftir síðsta býráðsfund í Tórshavnar kommunu er borgarstjórin, Heðin Mortensen, í blaðgrein í Dimmu lagdur undir moralskt ógegni. Fyri at lýsa málið til fulnar, so eingin ivi skal vera, hevur borgarstjórin, Heðin Mortensen heitt á kommunustjóran, Jens Marius Poulsen, ið myndar umsitingina, um at kanna málið løgfrøðiliga og at kunna almenningin um ta niðurstøðu, sum komið verður til. Kommunustjórin hevur tí heitt á Jógvan Páll Lassen, advokat um at lýsa málið løgfrøðiliga, og er frágrei­ ðing og niðurstøða hansara henda: Luttøkuføri – gegni Ógegni kann koma fyri hjá einum og hvørjum, sum virka innan fyri ta almennu fyrisitingina. Tað er soleið­ is uttan týdning, um við­ komandi er starvsettur, skikkaður ella er komin inn við vali. Tað er somu­ leiðis uttan týdning, um starvið er lønt ella ikki, og um tað er fulltíðar ella hálv­ tíðar. Undir hesar reglur koma eisini kommunal­ politikarar. Dimmalætting frá 12. oktober 2007 hevur grein við yvirskriftini: “Borgarstjórin tók avgerð um seg sjálvan”. Í greinini stendur m.a., at tveir limir í býráðnum hildu ikki, at borgarstjórin átti at tikið lut í viðgerðini um, at leigutraðir skuldu kunna ganga í arv. Hetta av tí, at Heðin Mortensen, borgarstjóri sjálvur leigar eina trøð. Hesir báðir lim­ irnir hildu tað vera moralsk skeivt, at Heðin tók/var við til at taka avgerðir, sum hann sjálvur og hansara nærmastu verða beinleiðis ávirkað av. Moralskt var hann ógegnigur, verður sagt í greinini. Meginreglurnar um ógegni eru ásettar í kapittul tvey í fyrisitingarlógini og er útgangsstøðið, at við­ komandi, sum arbeiðir innanfyri almennu fyri­ sitingina, er ógegnigur ella er ei luttøkuførur, m.a., um viðkomandi sjálv/ur hevur ein serligan persónligan ella fíggjarligan áhuga í, hvat eitt mál endar við. Dentur skal vera lagdur á “serligan persónligan” ella “fíggjarligan áhuga”, og hvussu hetta skal skiljast. Áhugamál, sum ikki eru serlig, eru áhugamál av politiskum, ideologiskum ella almennum “karakter”, smb., grein 3, stk. 2, í fyrisitingarlógini. Sum dømi kann nevnast, at avgerðir, sum beinleiðis taka støðu til arbeiðið hjá einum, ger, at viðkomandi ikki er luttøkufør/ur, tí við­ komandi er partur í máli­ num. Hinvegin, um tilknýt­ ið er meira óbeinleiðis, tí málið tekur støðu til arb­ eiðsstaðið hjá viðkomandi ella til arbeiðsøkið, skal gegnis spurningurin metast konkret útfrá, hvønn týdn­ ing avgerðin beinleiðis ella óbeinleiðis hevur fyri við­ komandi sjálvan, arbeiðss­ taðið, starvsfelagar v.m. Tilknýtið kann deilast upp í skalar: 1. Høvuðsmálið viðvíkur beinleiðis viðkomandi persónliga 2. Høvuðsmálið viðvíkur arbeiðsstaðnum og starvsfelagarnar hjá viðkomandi 3. Høvuðsmálið viðvíkur arbeiðsstaðnum hjá viðkomandi, tó uttan at viðvíkja starvsfelagum 4. Høvuðsmálið viðvíkur arbeiðsøki, tó ikki arbeiðstaðnum hjá viðkomandi Longur niður ein kemur í skalanum, meira óbeinleið­ is er málið. Og jú meira óbeinleiðis eitt mál er, tess meira óvist er tað, um ógegni fyriliggur. Tá til­ knýtið er óbeinleiðis, hevur tað við sær, at áhugin í málinum ikki longur er serligur, men almennur. Tað merkir, at jú meira óbeinleiðis tilknýtið er, tess størri er áhugin almennur. Sum dømi kann nevnast, at ein lærari, sum er býráðs­ limur, ikki er ógegnigur um mál, sum snúgva seg um fólkaskúlan, ei heldur viðvíkjandi málum, sum viðvíkja tí skúla, viðkom­ andi arbeiðir á. Um málið ikki snýr seg um læraran sjálvan ella ein starvs­ felaga, so verður áhugin bert ein fagpolitiskur áhugi. Skiljast skal millum, um talan er um uppsøgn ella starvssetan og onnur mál, sum bert óbeinleiðis ella á minni dramatiskan hátt hava týdning fyri m.a., arbeiðsviðurskiftini hjá viðkomandi. Markið kann eitt nú setast við áhugamál, sum eru týdningarleys. Siðvenja frá Innlendis­ málaráðnum í Danmark vísir í einum konkretum máli, um ein býráðslim, sum generelt hevði víst eitt stórt engagement í einum fótbóltsfelag, og eisini víst henda áhuga fyri felagnum í kommununi. Hesin býráðslimur hevði verið stjóri fyri felagið og var framvegis sera aktivur limur í felagnum. Innlend­ ismálaráðið segði, at býr­ áðslimurin ikki var ógegn­ igur eftir grein 3, stk. 1, nr. 5, og viðkomandi kunnu tískil gott luttaka og taka avgerð í kommununi í ein­ um máli um at gera eina størri umbygging av stad­ ion, sjálvt um felagið hevði ein serligan áhuga í avgerð­ ini. Grundgeving fyri av­ gerðini var, at tað, at ein býráðslimur hevur ein generellan ella ideellan áhuga, hvussu eitt mál endar, vanliga ikki er nokk til, at býráðslimurin er ógegnigur. Er støðan hon, at tilknýt­ ið kemur frá áhugamálum, sum fella saman við lóg­ ligum almennum áhuga­ málum, eisini kommunal­ um áhugamálum, fyriligg­ ur ikki ógegnið og býráðs­ limurin er luttøkuførur. Tórshavnar kommuna hevur áleið 150 leigutraðir, og Heðin Mortensen er ein av leigarunum, ið hevur trý ára leigusáttmála. Tilmælið frá kommunustjóranum og býararkitektinum um leigu­ sáttmálan og ættarliðs­ skifti, sum varð fyri á býráðsfundi 11. oktober 2007, varð samtykt við 9 atkvøðum fyri og 4 ímóti. Um ein býrráðslimur ikki metir seg luttøkuføran ella ikki metir annan lim vera luttøkuføran, skal tað tak­ ast upp, áðrenn viðgerðin av málinum byrjar. Omanfyri nevnda blað­ grein sigur, at Heðin Mortensen tók avgerð um seg sjálvan og hansara nærmastu, hetta tí býráðs­ samtyktin gevur atgongd til, at trý ára traðarleigu­ málini kunna ganga í arv fyri teir traðarleigarar, sum hava fingið leigusáttmála fyri 15. desember 2005. Hesir kunnu søkja fíggjar­ nevndina um, at sonur ella dóttir yvirtaka traðarleigu­ mál, tá teir falla frá. Áðrenn 15. desember 2005 var siðvenjan við­ víkjandi traðarleigumálum, at hesi ganga í arv og við broytingini tann 15. dec­em­ ber 2005, var hendan sið­ venjan avtikið, uttan at traðarleigarnir vóru kunn­ aðir um hetta. Sjálvt um hendan siðvenjan ikki hevði heimild, hevur sið­ venjan øll árini, áðrenn 15. desember 2005, verið, at traðirnar ganga í arv. Fyri at broyta eina sið­ venju sum hesa, er neyðugt við eini skiftisreglu fyri traðarleigumál fyri 15. desember 2005. Skiftis­ reglan um ættarliðsskifti, sum var samtykt á býráðs­ fundinum tann 11. oktober 2007 inniber, at bert leigu­ sáttmálar fyri 15. desember 2005 kunna søkja fíggjar­ nevndina í Tórshavnar kommunu um, at sonur ella dóttir arvar traðarleigu­ málið. Um sonur ella dóttir av fíggjarnevndini vera mett egnað, skal traðar­ leigumálið viðgerast eftir sáttmálanum, sum er gald­ andi fyri traðarleigumál eftir 15. desember 2005, tað merkir ættarliðskiftið ikki ber til. Spurningurin er sostatt, um Heðin Mortensen sjálvur hevur ein serligan persónligan ella fíggjar­ ligan áhuga í, hvat hetta málið skuldi enda við. Heðin Mortensen hevur møguliga eins og hinir áleið 150 traðaleigarnir ein áhuga í málinum, og allar­ helst eisini, at 3 ára leigu­ sáttmálin og ættarliðs­ skiftið skuldi samtykkjast. Men fyri tann sak skyld hevur hann ikki uttan víðari ein serligan áhuga – reint løgfrøðiliga, tí talan er ikki um ein leigusátt­ mála, sum rakar bert hann persónligani, men áleið 150 traðaleigarar. Áhugin hjá Heðin Mortensen í málinum liggur ikki ovarlaga í skalanum, tí býráðssamtyktin rakar ikki hann persónliga beinleiðis, men fleiri leigarar. Tilknýtið, sum Heðin Mortensen hevur til málið er óbeinleiðis og hevur tískil við sær, at áhugi hansara í málinum ikki er serligur, men almennur. Harumframt skal gerast vart við, at tað partvíst er býráðið sjálvt, sum leggur støðið við gegnisspurn­ ingum. Um býráðslimir í hesum førinum hava mett Heðin Mortensen ikki at vera luttøkuføran, grundað á ógegnið, skuldi tað verið tikið upp beinanvegin, áðrenn viðgerðin av máli­ num byrjaði. Vísandi til omanfyristandandi, og at um Heðin Mortensen var ógegnigur í hesum máli­ num, tí hann eins og áleið 150 onnur í Tórshavnar kommununi leigar eina trøð, kann ein siga, at býrráðslimir, ið eiga børn, eins og nógv onnur í kommununi, ikki kunna vera við í viðgerðini av, hvørt barnagarðsgjaldið skal upp ella niður. Samanumtikið kann sigast, at Heðin Mortensen kann taka avgerðir v.m. í málum, har hann hevur ein generellan áhuga ella ein ideellan áhuga í, hvat mál­ ið endar við, so leingi sum áhugin ikki er “serligur”, tvs., rakar hann beinleiðis persónliga. So leingi sum Heðin Mortensen í hesum málinum ikki beinleiðis persónliga verður raktur av avgerðini, men verður raktur sum allir aðrir traða­ leigarar, verður løgfrøðliga mett, at Heðin Mortensen ikki er ógegnigur og tískil luttøkuførur í viðgerðini av málinum, tí hansara áhugi í málinum er almennur. Um Heðin Mortensen eitt nú, áðrenn málið kom fyri á býráðsfundi hevði sagt sína meining um málið, so hevði hann heldur ikki verið ógegnigur, tí býráðs­ limir vera ikki ógegnigir, um teir alment hava víst, hvat teir halda um eitt mál, tí hetta er ein partur av tí politiska spælinum, nevniliga at hava politiskt mandat. Tórshavn 24. oktober 2007 Jógvan Páll Lassen, adv. v/Mimi Steintórsdóttir, adv. ft. Almenn kunning um gegni borgarstjórans kommunustjóri Jens Marius Poulsen Man kann gerast sjúkur ella koma illa fyri av óhap­ pi ella vanlukku, so at man missir arbeiðsførleikan í sínum vanliga yrki. Tá er tað at vit hava møguleikan at fáa stuðul til endurbúgv­ ing, tvs. at fáa stuðul til at menna aðrar møguleikar til aftur at gerast fíggjarliga sjálvbjargin. Endurbúgving kann verða veitt sum ráð og vegleiðing, arbeiðsroynd, umskúling, upplæring, arbeiðsvenjing, styttri ella longri skeið og sum vanlig útbúgving. Sum dømi kunnu vit nevna: persónar, ið bera likam­ ligt ella sálarligt brek einsamallir uppihaldarar, sum eru í eini støðu, sum avmarkar teirra arbeiðs­ førleika ung, sum eru seinment ella bókliga veik persónar, sum leingi hava verið arbeiðsleysir, har aðrar stuðulsfyriskip­ anir ikki hava hjálpt persónar, sum hava djúptøknar arbeiðsligar ella útbúgvingarligar trupulleikar persónar, sum fáa sjúkradagpengar, og sum ikki kunnu væntast at kunna fara aftur til sama arbeiðið persónar við serligum sálarligum ella sosialum trupulleikum, herímillum t.d. misnýtslu ella kriminaliteti. Tað hevur verið ein stórur trupulleiki fyri nógv, at inntøku­ og ognarvið­ urskifti hjá hjúnarfelaga hava verið avgerandi fyri, um man hevur kunna fingið stuðul til endur­ búgving. Tí inntøka og ogn hjá hjúnarfelaga skulu teljast við í viðgerðini, um man skal kunna fáa stuðul til endurbúgving ella ei. Hetta hevur fyri fleiri ført til tað margháttligu – og eyðmýkjandi – støðu, at inntøkuviðurskifti hjá hjúnarfelaga hava forðað fyri at man hevur kunnað fingið stuðul til endurbúgving. Tað er púra burturvið á okkara døgum. Nógv hava gjørt vart við tað og ynskt at skipanin bleiv broytt. Tí hava landsstýrismaðurin og samgongan avgjørt, at broyta treytina í lógini soleiðis, at man skal kunna fáa stuðul til endurbúgving – óheft av inntøku og ognarviðurskiftum hjá hjúnarfelaga. Hetta verður gjørt út frá virðingini fyri tørvinum hjá tí einstaka. Um man er giftur ella ikki giftur skal onga ávirkan hava í hesum føri, tá tað snýr seg um stuðul til at fara undir endurbúgving, við tí enda­ máli at endurreisa evnini hjá tí einstaka til at megna at vera virkin á arbeiðs­ marknaðinum, soleiðis at man eisini kann megna at uppihalda sær og sínum. Tilsamans eru eini 250 persónar árliga sum fáa stuðul til endurbúgving. Við hesi lógarbroyting kann væntast ­ og vónast ­ at talið verður hægri. Útreiðsluhækkingin fyri landskassan verður fyrsta árið mett til eina mió. kr. og er sett av á fíggjarlógar­ uppskotinum fyri 2008. Væntast kann at broytingin førir til at fleiri koma at fáa gang av hesum stuðuli, soleiðis at úrliga útreiðslu­ hækkingin kemur upp í 2 – 3 mió. kr. Tilsamans verður útreiðslan til endurbúgving í ár umleið 15­16 mió. kr. Men tað er ein menn­ iskja­, familju­ og sam­ felagsgagnlig útreiðsla, sum kemur fleiri ferðir aftur, bæði fyri einstakl­ ingin og fyri samfelagið. Uppskotið fekk góða undirtøku á løgtingi, og varð endaliga og einmælt samtykt við 3. viðgerð tórsdagin 25. okt., og verður galdandi frá 1. jan. 2008. Nú skal stuðul til endurbúgving verða óheftur av hjúnarstøðu landsstýrismaður Hans Pauli strøM