Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 210 - 30. oktober 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur IFK Göteborg hevur bíðað í 11 ár eftir svenska meistaraheitinum. Brann Bergen hevur bíðað í heili 44 ár FÓTBÓLTUR Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í Bergen kunnu tey kenna seg aftur í gleðini hjá NSÍ- viðhaldsfólkunum. Í heili 44 ár máttu tey bíða eftir norska meistaraheitinum. Men tað er ein ótrúlig byrða, sum er fallin av herð- unum hjá mongu viðhalds- fólkunum hjá Brann Berg- en. Brann hevur flest áskoð- arar í Noregi, og hevur besta uppbakkningin í Noregi. Kortini hevur verið ógvuliga soltið við steypum í skápinum hjá Brann. Stovnað í 1908 Brann er stovnað 26. sept- ember 1908. Hetta merkir so, at Brann kann halda 100 ára haldið, sum norskir meistarar. Og tað ger so ikki gleðina minni. Brann gjørdist norskur meistari fyrstu ferð í 1923, men eis- ini tá máttu viðhaldsfólkini hjá Brann bíða leingi eftir tí næsta meistaraheitinum. Brann vann meistaraheitið aftur í bæði 1962 og 1963, men eftir hetta komu nógv soltin ár. Onkuntíð hevur glógvað hjá Brann í steypa- kappingini. Brann gjørdist steypavinnari í 1972, 1976, 1982 og í 2004. Ringast var í árunum 1979-86. Tá flutti Brann upp og niður úr bestu deildini, ár um ár. Í 1980 var Brann í 2. deild. Júst tað árið leikti teir vinardyst ímóti føroyska landsliðnum, sum hevði svenskaran Ronny Gunnarson, sum venjara. Føroyska landsliðið var komið við Smyrli yvir til Bergens. Brann vann tann dystin við 4-3. Kortini glógvaði í Brann í 1996/97. Tá komu teir í fjórð- ingsfinaluna í UEFA-cup. Í fjórðingsfinaluni taptu teir ímóti Liverpool. Brann fekk 1-1 heima, men tapti 3-0 á Anfield. Men í ár bar so til, og Brann er eisini í UEFA Cup bólkaspælinum. Javnaldri hjá KÍ og HB Svenska stórfelagið IFK Göteborg er javnaldri við HB og KÍ. Felagið er stovnað 4. oktober í 1904. Felagið var upprunaliga tætt knýtt at javnaðarrørsl- uni, sum altíð hevur verið sterk í Göteborg. T.d. eitur staðið har venjingarstøðin og umsitingarhúsið hjá IFK liggur: “Kamratgården”. IFK merkir eisini: “Idrots- föreningen Kameratarna”. Longu í 1908 vunnu teir í IFK sítt fyrsta svenska meistaraheitið. Í 1996 vunnu teir sítt 17. meistara- heitið, men so kom stígur í. Og ikki fyrr enn farna sunnudag, tá IFK vann 2-0 á Djurgården á Nya Ullevie leikvøllinum, eydnaðist at fáa 18. meistaraheitið í hús. IFK Göteborg hevur ikki gjørt so nógv um seg í svensku steypakappingini. Teir hava bara vunnið steypakappingina fýra ferðir. Seinast í 1991. 2 ferðir UEFA Cup Bæði í 1982 og í 1987 framdi IFK tað bragd at vinna UEFA Cup kapping- ina. Í 1982 vunnu teir fyrru finaluna við 1-0 á heima- vølli, og 3-0 á Volkspark Stadion í Hamburg. Týsk- arar, og ikki minst týska pressan vóru skelkaðir! Í 1987 vunnu IFK finaluna ímóti Dundee United úr Skottlandi. Teir vunnu 1-0 heima, og leiktu javnt 1-1 í Dundee. Í 1986 var ógvuliga nær við, at IFK Göteborg kom í Europa Cup finaluna fyri meistaralið. IFK vann fyrru hálvfinaluna ímóti FC Barcelona á Nya Ullevie við einum tryggum 3-0 sigri. Men alt vendi á Camp Nou. Barcelona vann 3-0. Einki mál kom í umdysti- num. Í brotssparkkappingini brendu teir í IFK illa, og Barcelona kom í finaluna. Men í finaluni tapti Barce- lona ímóti Steua Bukarest aftaná júst brotssparkkapp- ing. Tá brendi Barcelona øll brotsspørkini, og taptu teir finaluna 3-0. IFK var tíðum í Champ- ions League bólkaspælinum í 1990-unum. Í 1995 komu teir í fjórðingsfinaluna, har Bayern Munchen stóð fyri teimum. Men teir taptu eftir 0-0 úti, og 2-2 heima! Nú fer IFK Göteborg kanska at gera um seg í Evropa aftur? Norsku og svensku meistarnir hava bíðað leingi Brann spælarar fegnast eftir eitt av teirra mongu málum Áskoðarar í Gøteborg í sigursrómi, eftir at tað var greitt at IFK vórðu kosnir meistarar aftur