týsdagur 30. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
[ Nr. 210 - 30. oktober 2007 ]
Ólavur SimonSen
Fremsti føroyski kvinnuligi
telvarin, Herborg Hansen, gjørdi
enn eitt megnar avrik í kapping um
norðurlandameistaraheitið
Fyrsta føroyska heiðursmerkið í NM fyri kvinnur
Herborg Hansen, sum er føroyska ímyndin fyri
kvinnutelving, megnaði at fáa bronsuna til høldar,
eftir at hon hevði verið uppi á fyrsta plássi og vent í 3.
umfari.
Norðurlandameistarakapping í talvi fyri kvinnur
varð avgreidd í Danmark í vikuskiftinum. Herborg
Hansen, ið vann DM fyri gentur fyri tveimum árum
síðan, var føroyska umboðið í bólkinum fyri kvinnur
undir 20 ár.
Herborg fekk 3½ stig av 5 møguligum, har hon tapti
móti donsku Louise Højen. Eisini telvaði hon javnt
móti Ellen Øen Carlsen, ið er systir unga stórmeistarin
Magnus Carlsen. Magnus er styrkismettur nummar 16
á heimslistanum, so Ellen hevur nokk fingið góða
venjing frá navnframa beiggjanum.
Sjálvt um føroysku kvinnurnar, ið telva, eru fáar,
hevur Herborg enn einaferð víst, at føroysk
kvinnutelving er millum fremstu í norðurlondum.
Hin luttakarin, ið umboðaði Føroyar í bólkinum
U13, var Sára T. Olsen. Sára fekk 1½ stig, sum gav eitt
11. pláss.
Talv
Ólavur Simonsen
Annað umfar í
liðkappingini í
talvi varð telvað
í vikuskiftinum.
Oddaliðini gjørdu
sína skyldu, og eisini
vóru glottar at hóma
í ódnarveðrinum í
øðrum dystum
Klaksvík og Vest
manna halda kósina
Fyrsta liðið hjá Klaksvík
fekk vitjan av øðrum liði hjá
vestmenningum. Vestmenn
ingar fluttu upp úr 2. deild í
fjør og hava tí fyri fyrstu
ferð tvey lið í 1. deild.
Felagið hevur tó verið eitt
sindur óheppið við fólki, tí
tveir av ungu lyklaleikar
unum, Jákup av R. Andrea
sen og Sjúrður Thorsteinsson,
eru farnir niður í lestrar
ørindum. Hetta hevur øgiliga
stóra ávirkan á styrkina á
øðrum liði, sum bert hevur
megnað at fingið eitt stig í
tveimum dystum.
Klaksvíkingar
vunnu
dystin 4 – 0, hóast talvini
ikki vóru so avgerandi, sum
úrslitið talar fyri.
Vestmanna 1 manglar tó
ikki góðar telvarar. Teir
hava nevniliga styrkt liðið
við hvalvíkinginum Martin
Brekká, eftir at felagsliðið
við streymin fór í upploysn
í fjør. Uppgerðin á fyrsta
borði varð ein endurtøka av
finaluni um føroyameist
araheitið fyri einstaklingar,
har John Rødgaard aftur
sigraði á Martini Poulsen
og førdi liðið til ein 4 – 0
sigur á einum kreppuraktum
havnarliði.
Triðji dysturin í 1. deild
endaði javnur 2 – 2 millum
Klaksvík 2 og Sandavág.
Høvuðsstaðurin
í trupulleikum
Havnin, ið hevur fostrað
nógvar av bestu telvarunum
í Føroyum, hevur bert
megnað at fingið eitt stig
og liggur á niðurflyting
arplássinum í 1. deild.
Fleiri av elitutelvarunum
hjá Havnini telva við øðrum
feløgum ella telva ikki við.
Hví so er, eru fleiri telvarar
á einum máli um, at Havnar
Telvingarfelag hevur havt
eitt sera óvirkið felags
umhvørvi tey seinastu árini,
og tí eru telvarar farnir í
onnur feløg, ella hava teir
valt ikki at luttaka.
Hendur tað, at Havnin
flytur niður í 2. deild, verður
hetta ein dyggur smeitur
fyri føroyska telving.
Steintór prýður
um lívsmyndina
Eftir avboð í síðstu løtu
vóru boð send eftir Steintóri
Rasmussen at telva við á
øðrum liði hjá Klaksvíkar
Talvfelag. Steintór hevur
eina drúgva talvkarrieru á
baki og vann føroyameist
araheitið fyri einstaklingar
í 1990. Í vikuskiftinum telv
aði hann móti Olafi Berg í
húsinum við Vágsbøð, har
pallurin hesaferð vóru teir
64 puntarnir. Steintór megn
aði aftur væl at samskipa
fólkið í ódnarveðrinum, og
tyktist at hava fingið íblást
ur frá sanginum hjá Scorp
ions “Rock you like a hurri
cane”, sum varð spældur
bert fáa metrar frá talv
húsinum seinasta Summar
festival.
Eins og Scorpions endaði
Steintór talvið við einum
braki, har glottin í ódnar
veðrinum var eitt bispaoffur
sum gjørdist avgerandi. Ein
sonn
perla,
sum
er
endurgivin í blaðnum.
Festivalfyriskiparin og tónleikarin vísti seg sanniliga eisini sum
telvara móti Olaf Berg
Summar og festivalur
á talvborðinum
1. deild
Stig
Klaksvík 1
8
Vestmanna 1
7
Sandavágur
5
Klaksvík 2
2
Vestmanna 2
1
Havnin
1
2. deild
Klaksvík 3
5½
Havnin 3
5
Kollafjørður
4½
Havnin 2
3½
Toftir
3
Sandavágur 2
2½
3. deild A
Skopun
4½
Sandavágur 3
3½
Vestmanna 3
2
Klaksvík 4
2
3. deild B
Havnin 4
5½
Gøta
4
Rókur
3½
Vestmanna 4
3
Unglingar
Klaksvík
5
Havnin
4
Rókur
3
Vestmanna
3
Sandavágur
3
Skopun
2
Berg, Olaf - Rasmussen, Steintór [B01]
FM-lið 1. deild (2. umfar), 28.10.2007
1.e4 d5 2.e5 c5 3.d4 cxd4 4.Qxd4 Nc6 5.Bb5 e6 6.Bd2
Bd7 7.Bxc6 bxc6 8.c4 c5 9.Qc3 d4 10.Qf3 Rb8 Mongu
frúgvaleikirnir hjá hvítum hava havt við sær, at svartur
longu hevur greiðan fyrimun 11.b3 Ne7 12.Qe2 Bc6
13.f3 Nf5 14.Nh3 d3 15.Qf2 Nd4 16.Na3 Ne2 Tað
leikar hart á framman fyri konginum hjá Olafi 17.Kf1
Be7 18.Nf4 Nxf4 19.Bxf4 Qa5 Steintór heldur fast um
fyrimunin 20.Qb2 0–0 21.Rd1 Rbd8 22.Kf2 f6 23.Bd2
Qc7 24.Bc3 fxe5 25.Bxe5 Qb7 Hvítur hevur nú ongan
góðan leik 26.Qc1 Bh4+ 27.Kg1
27. … Bxf3! 28.gxf3 Qxf3 29.Qd2 Bf2+ Eftir 30. Kf1 verður hvítur settur mát við 30. ... Fh3# 0–1
Støðurnar í ymsu deildunum eftir 2. umfar eru:
Herborg megnaði at fáa bronsu í NM fyri kvinnur
Borgin varð
herjað, og
bronsan heima
Nevaleikur kostaði 1.500 kr.
Venjarin hjá VB/Sumba, Predrag Prsic, varð í dag dømdur at
gjalda 1.500 kr. í bót fyri tilburðin, tá hann tann 5. august Hans
Paula Samuelsen hjá EB/Streymi nevan móti dystarenda.
Ákærin kravdi 30 daga treytaleysa fongstulsrevsing, meðan
verjin kravdi frídøming. Dómarin legði til grundar fyri
úrskurðinum, at Predrag Prsic varð provokeraður, tá hendingin
fór fram, og at hetta linkaði dómin. Hinvegin varð stafðest, at
ein nevi í sjálvum sær kemur undir harðskap, og varð talan tí
ikki um frídøming.
Perez skoraði, tá PSV streyk til tops
Kenneth Perez stóð fyri síðsta málinum hjá PSV Eindhoven, tá hálandska
stórfelagið, við einum ósvikaliga sikrum sigri uppá 41, yvirtók fyrsta pláss í
Eresdivision. Dreymurin hjá Sparta, um at gera sensatiónina reyk sær ein túr, tá
Danko Lazovic, í fyrsta minutti í dystinum, skoraði til 10. Mike Zonneveld og
Jefferson Farfan syrgdu fyri hálvleiksstøðuni 30 til PSV, áðrenn Kenneth Perez, í
øðrum hálvleiki, staðfesti sigurin. Stutt eftir at Perez skoraði, eydnaðist tað
heimaliðnum at pynta uppá úrslitið, tá Sjaak Polak skoraði frá
brotsparksblettinum.