týsdagur 30. oktober 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 210 - 30. oktober 2007 ]
Føroyska landsliðið
hjá monnum, er
heimkomið av
hondbóltsferð í
Luxemburg, har teir
luttóku í kapping
fyri smátjóðir í hond
bóltshøpi, millum
dagarnar 24.28.
oktobur. Dia Midjord,
landsliðsvenjari metir
at hetta ikki er ein
kapping, vit eiga at
satsa uppá framyvir.
–Vit tilmeldaðu lið
ið, so at vit kundu
síggja hvar vit flóta á
styrkislistanum, sigur
Dia Midjord fyri Rás
2 á miðdegi í dag
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Føroyar luttóku við A-
landsliðnum í Luxemburg,
og fingu teir víst at teir hava
eitt rættuliga sterkt landslið.
Okkara menn spældu fimm
dystir í Luxemburg og og
vóru teir móti ávíkavist
Malta, Írlandi, Skotlandi,
Onglandi og vertunum úr
Luxemburg.
Himmalvíður munur
Okkara menn løgdu út,
mikudagin
24.
oktobur,
móti Malta, og talan varð í
tí førinum um rættuliga stór-
an mun á liðunum, úrslitið
gjørdist heili 47-18.
Hósdagin stóðu so írar
fyri okkara, og munurin
tóktist bert at økjast. Tí tá
avtornaði, vunnu Føroyar
heili 21-46. Føroyski Heini
Hanusarson úttalaði seg
fyri útvarpinum, at hann
ikki
hevði
sæð
nakað
líknandi. –Teir duga ikki at
hugsa hondbólt, tað er
ongin yvirornað skipan og
ongi systemir, sigur Heini,
ið rættuliga fekk foldað seg
út í hesari kapping.
Fríggjadagin fingu føroy-
ingarnar
møguleikan
at
møta Skotlandi, og munurin
bara øktist. Hálvleiksstøðan
var heili 28-8, og sigur tað
ikki heilt so lítið um gongd-
ina í dystinum. Tá avtornaði,
vunnu Føroyar heili 58-19.
Spenningurin byrjaði so
smátt at økjast, fram móti
dystinum móti vertunum,
sunnudagin, og tí kundi
landsliðsvenjarin
lættliga
spara uppá kreftirnar hjá
lyklaleikarum sínum og
seta eitt heldur ungt lið á
vøllin leygardagin, móti
Onglandi. Hóast ungu før-
oyingarnar eru veikari enn
rutineraðu kreftirnar hjá
okkum, vunnu teir lættliga
móti Onglandi. Og ein
hálvleiksstøða uppá 19-2,
ja hon krevur ikki meiri
umtalu. Føroyar snøgt sagt
sorlaðu Ongland. Dia roter-
aði alt liðið, so at endaliga
støðan gjørdist 35-17.
Sunnudagin upprann so
dagurin, ið føroyska ferða-
lagið longdist alt meira og
meira eftir. Teir saknaðu
eitt sindur av mótstøðu, og
tað fingu teir so eisini.
Okkara menn megnaðu at
halda dystinum tætt og
javnt, inntil tað írestaðu um
átta minuttir av dystinum.
Tá gjørdist munurin meira
eyðsýndur,
og
endaliga
vunnu vertirnar við seks
málum, 31-25, eftir at
hálvleikstøðan var 12-11.
Røtt kapping?
Spurningin, um hetta er
rætta kapingin fyri Føroyska
landsliðið, man ivaleyst
hava rungað, teir fyrstu fýra
dagarnar av kappingini, tá
Føroyingar, snøgt sagt vun-
du burtur úr alt og øllum.
Bert Luxemburg megnaðu
at geva okkara monnum
mótstøðu, og tað er ikki
heilt nøktandi.
Dia Midjord, landsliðs-
venjari, sigur fyri Rás 2 á
miðdegi í dag, at hann ikki
dugur seg siga, hvat ein røtt
kapping er, men hann metir
at tað kanska hevði verið
betur, um bæði føroyingar
og Luxemburg sendu U-21
lið síni til hesa kapping í
staðin. Hetta hevði ment
ungu leikararnar, og verið
ein fín kapping. Hini liðini
í bólkinum kundu væl sent
sítt sterkasta lið, tí vit og
Luxemburg eru so mikið
nógv sterkari enn hini.
Framtíðin
Longu
í
januarmánaði
skulu Føroyar spæla móti
Serbia og Ísrael, hetta eru
dystir í EM-Undankapp-
ingini. Ætlanin er at Føroyar
fyrst skulu spæla móti
Serbia á útivølli og so á
heimavølli,
síðani
móti
Ísrael, úti og heima. Ætlanin
er at hesir dystir skulu vera
í døgunum 3., 6., 9. og 12.
januar.
Dia Midjord metir at
hetta er meira áhugavert
fyri føroyingar í longdini, tí
hetta fer at geva føroysku
leikarunum møguleikan at
møta rættuligari mótstøðu
og samstundis mennast.
Promovering
Dia Midjord heldur at tað er
sera umráðandi at vit miðvíst
fara at arbeiða fyri at fáa
fleiri
altjóða
dystir
til
Føroya. Hetta kemur at hava
eina stóra ávirkan á alt í og
kring føroyskan hondbólt.
Eisini eiga vit at leggja
dent at fáa føroyskan ung-
dóm út um klettarnar at fáa
royndir, royndarvenjingar
o.t. Hetta hevur týdning, tí
hetta fer uttan iva at økja
um áhugan hjá fólki, fyri-
tøkum og øðrum. Hetta fer
at hava týdning fyri øktan
stuðul og so mangt annað.
Stóðu okkum væl
Okkara menn gjørdu ein
góðan figur í Luxemburg, tí
tað obligatoriska All Star liðið
skuldi kjósast, vóru føroyingar
eisini komnir í part í tí
eksklusiva skaranum.
Heini Hanusarson, Sámal
Joensen og Ingi Olsen fingu
heiður eftir kappingina.
Hvør heiðurin er, í fakta-
boksini.
Challenge Trophy 2007
ALL STAR liðið:
Pláss
Navn
Lið
Troyggjunr.
Málverji:
Mike Majerus
(Luxemburg)
12
Útileikari:
Merlin Braithwaite
(Ongland)
11
Útileikari:
Heini Hanusarson
(Føroyar)
8
Útileikari:
Hichem Sefroun
(Írland)
15
Útileikari:
Alain Poeckes
(Luxemburg)
18
Útileikari:
Andrew Said
(Malta)
3
Útileikari:
Johnnie Mc´Aleer
(Skotland)
3
Bestir:
Málskjútti:
Ingi Olsen
(Føroyar)
2
Verjuleikari:
Sámal Joensen
(Føroyar)
5
Redknapp longir sáttmálan
Karismatiski Harry Redknapp, pápi fyrrverandi Liverpool leikaran
Jamie Redknapp, setti í gjár sína undirskrift á eina longing av
sáttmála hansara við felag sítt Portsmouth. Í Portsmouth eru teir
glaðir fyri Harry Redknapp, tí hann bleiv bjóðaður eina fýra ára
longing av sáttmálanum, og hetta hevur tískil við sær at hann
verður verðandi í Portsmouth til 2011.
Í Sevilla eru teir í øðini
Spanska stórfelagið vil hava Tottenham sektað fyri svikaligan
atburð. Sjálvt um Sevilla vann sín fyrsta dyst, eftir at Juande
Ramos fór úr felagnum, 3-0, eru spaniumenn óðir inn á liðið úr
London, og siga seg ikki vera sinnaðir í at steðga við
ákærunum. Teir ynskja at fáa sekta Tottneham, tí teir meta at
onglendingar hava nýtt óreglusemi, við at lokka Ramos til
London. –Vit fara at gera alt, vit megna, fyri at fáa Tottenham
at gjalda fyri framda misbrotið.
Heini Hanusarson flúgvandi yvir verjumúrin og hamrar bóltin í netið