týsdagur 30. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað ræður um at taka av
teimum møguleikum,
sum altjóðagerðin gevur,
heldur enn at gremja
seg um viðurskifti, sum
tú einki fært gjørt við,
sigur føroyski stjórin í
Bullguard. Fríggjadagin
tók hann móti Initiav-
virðisløn frá Dansk
Indurstri
Virðisløn
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Tað finnast fólk, sum siga seg
vera ímóti altjóðagerð. Tað er eis-
ini í lagi. Sjálvur komið eg úr Før-
oyum, og mær dámar als ikki
regn. Tað er bara ikki nakað ser-
ligt, sum eg fái gjørt við tað, tí tað
regnar kortini. Altjóðagerð er ein
avbjóðing, sum vit noyðast at taka
atlit til. Líka mikið hvør okkara
støða er, so regnar tað jú kortini.
Soleiðis tók Heini Zachariassen
til, tá hoyvíkingurin fríggjadagin
tók ímóti donsku initiativ-virðis-
lønini frá høvuðsstaðardeildini
hjá Dansk Industri.
Virðislønin varð givin fyri
marknaðarføringina og strategiina,
sum Bullguard hevur nýtt í einum
alt meira globaliseraðum heimi.
Og Heini var eisini samdur í, at
teir eru ein global fyritøka.
- Tað hava vit alla tíðina verið.
Og vit hava alla tíðina sæð allan
heimin sum okkara marknað. Vit
vilja altíð keypa okkara tilfeingi,
har vit fáa bestu góðskuna fyri
pengarnar. Tí hava vit eitt nú
menningardeild í Bucharest og
søludeild í Danmark. Tað ræður
alla tíðina um at fáa mest fyri
pengarnar, sigur Heini.
Síðani stovnanina í 2001 hevur
Bullguard
verið
í
støðugum
vøkstri. Fyritøkan, sum frá byrjan
taldi tríggjar mans, hevur í dag
100 starvsfólk.
Grundgevingingin
Í einum heimi, har tað gerst alt
meira avgerandi at standa seg í
altjóðagerðini hevur tað ovur-
stóran týdning, at fyritøkur tora.
Ikki bara at bjóða av á stóra
heimsmarknaðinum, men eisini
at taka av teimum møguleikunum
fyri samstarvi, sum altjóðagerðin
hevur við sær.
Hetta er hornasteinurin í átakin-
um hjá Dansk Industri, sum á
hvørjum ári letur serstaka virðis-
løn, nevnd Initiativprisen.
Í fyrstu atløgu eru tað lokalfe-
løgini hjá DI, sum læta virðislønir,
og í høvuðsstaðarøkinum varð
hendan fyri løtu síðani lætin
Heina Zachariassen, sum er stjóri
í KT-fyritøkuni, Bullguard.
- Tit hava síðani stovnanina í
2001 stríðst fyri at vinna fram í
einum knallhørðum globalum
marknaði, sum hevur verið eyð-
merktur av stórum spælarunum
við milliónum í rygginum. Og
hetta er eydnast tykkum takkað
verið hørðum arbeiði og tykkara
evnum at hugsa øðrvísi og ótradi-
tionelt, segði Claus Spigelhauer,
formaður fyri DI í høvuðsstaðar-
økinum.
- Tit hava frá byrjan hugsað
nýtt, tá tit hava marknaðarført
tykkum. Fyrstu árini millum ann-
að Kazaa file-sharing og seinni
hava tit verið millum teir fyrstu at
nýta viral-marknaðarføring.
- Og samstundis hava tit eisini
tikið
av
møguleikunum
fyri
altjóða samstarvi. Tit hava í dag
eina menningardeild í Rumenia,
skrivstour í Onglandi og sam-
starvsfelagar, veitarar og íleggjar-
ar úr eitt nú Russlandi og USA.
Alt í alt átøk, sum gjørdu tað lætt
hjá okkum, tá vit skuldu kjósa
móttakaran av virðislønini, segði
Claus Spigelhauer á móttøkuni í
dag.
Talan var um væleydnað
PR-stunt, tá Bullguard fyri
einum ári síðani vildi hava
maskottin livandi
VinnulíV
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Síðani bullguard sá dagsins ljós
fyri seks árum síaðani, hevur
búmerkið hjá felagnum verið ein
bulldog-hundur, sum stendur á
varðhaldi. Hetta sum ímyndin av
tí, sum forritið ger fyri teldubrúk-
aran.
Men ein teknaður maskottur
var eftir øllum at døma ikki nóg
mikið. Tí
gjørdi
leiðslan
í
felagnum av, at maskotturin skuldi
verða livandi, og tí varð leitað
eftir
einum
hvítum
boxara.
Hvussu hesin skuldi eita, var tó
ikki greitt, at tí varð navnakapping
útskrivað. Og hendan fekk góða
undirtøku.
- Á tí einu myndini, sum vit
nýttu til kappingina, stóð hundurin
á júst sama hátt, sum Sir Winston
Churchill ofta sást avmyndaður.
Hundurin hevði tó ikki eina sigar,
men ein pinn av onkrum slag í
kjaftinum. Vit hava nógv viðskifta-
fólk í Onglandi, og ein rúgva av
hesum hildu, at navnið á hundinum
tí skuldi verða Winston. Okkurt
uppskot kom tó um, at hetta skuldi
vera Sir Winston o Bullguard, og
tað hildu vit vera eitt frálíkt hug-
skot, sigur Heini Zachariassen.
Og illa ber til at siga annað enn,
at átakið við hundinum hevur rigg-
að framúr. Sir Winston hevur í
dag egna heimasíðu
www.bullguard.com/winston, har
myndarøðir, ævisøga, blogs og
spurnarkassi eru millum innihald-
ið, og hendan verður heilt nógv
vitjað. Somikið nógv, at síðan av
altjóða bloggarum er nominerað
til virðisløn fyri at vera besta
blog-síða hjá privatari fyritøku og
til virðisløn fyri bestu djóra-blog.
Maskotturin er livandi
Tað regnar jú kortini
Hóast hann bert er ein ungur boxari, so hevur Sir Winston of
Bullguard longu nú vunnið sær hópin av vinum kring allan heim
Myndamaður eitur: Claus Peuckert
Claus Spigelhauer, formaður í Dansk Industri í høvuðsstaðarøkinum, segði talan vera um lætta uppgávu, tá Bullguard varð kosið sum móttakari av
virðislønini
Myndamaður eitur: Claus Peuckert
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar