týsdagur 30. oktober 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 vinnan
Nr. 210 - 30. oktober 2007
Fyritøkan Marel
hevur næstan 400
fólk í arbeiði í Íslandi,
og skjótt kunnu tey
velja at fáa part av
lønini í evrum ella
øðrum fremmandum
gjaldoyra
ArbeiðsmArknAður
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Leiðslan í Martel og tey
næstan 400 starvsfólkini
eru samd um, at fyritøkan
kann gjalda ein part av
lønini í evrum ella onkrum
øðrum gjaldoyra. Eftir er
bara at semjast um, hvussu
stóran part av lønini skip
anin skal galda.
Upprunaliga kom hug
skotið fyri tveimum árum
síðani, men áhugin vísti seg
ikki at vera so stórur tá.
Hetta seinasta árið hava vit
aftur arbeitt við tankanum,
og nú eru vit komin so væl
áleiðis, at um einar tveir
ella tríggjar mánaðir kunnu
starvsfólkini fáa ein part av
lønini í evrum ella onkum
øðrum fremmandum gjald
oyra, sigur Guðmundur S.
Guðmundsson, talsmaður
hjá Marel, við íslendsk
bløð.
Enn er ikki greitt, hvussu
nógv av teimum næstan
400 starvsfólkunum vilja
hava part av lønini í fremm
andum gjaldoyra, men sam
bært fyritøkuni er áhugin
stórur.
Fakligi landsfelagsskap
urin í Íslandi hevur verið
við í samráðingunum um
møguleikan at lata fólk fáa
sína løn í fremmandum
gjaldoyra.
Formaðurin,
Grétar Þorsteinsson, sigur
við Morgunblaðið, at tað er
ikki bara hjá Marel, at tosað
berður um at rinda løn í
fremmandum gjaldoyra.
Vit hoyra um hetta
nógvastaðni, og fleiri fundir
hava verið um málið. Um
stutta tíð fara vit undir sátt
málasamráðingar, og tað
kann væl vera, at hetta kem
ur á borðið tá, sigur for
maðurin í ASÍ.
Á vinnufundinum,
sum verður í Eik
Banka hósdagin,
fer stjórin í Børsen
Executiv Club at
greiða frá hesum
kenda felagsskapinum
fyri danskar leiðarar
VinnuFunDur
Á vinnufundinum fer stjórin
í danska leiðarafelagsskap
inum
Børsen
Executive
Club, Diana Willemoes, at
greiða frá, hvussu hesin
felagsskapur er skipaður og
um møguleikan fyri, at
føroyskir vinnulívsleiðarar
kunnu fáa atgongd til henda
nógv virda leiðarafelags
skapin.
Børsen Executive Club
(BEC) er eitt óformligt
stað, har kendir persónar
taka
orðið.
Tá
kendir
útlendskir toppleiðarar vitja
BEC, verður ljós varpað á
eitt politiskt evni, meðan
danskir toppleiðarar luta út
av sínum royndum innan
leiðslu og royndum í vinn
uni.
BEC hevur góð 25 ár á
baki og hesi árini hava
mong kend nøvn staðið á
skránni:
Av
kendum
talarum
kunnu nevnast: Bill Clinton
(2001 og 2005), Madeleine
Albright, Robert F. Kennedy
Jr., Henry Kissinger, Marga
ret Thatcher, George Bush,
Bill Gates og Nelson Man
dela. Í vár vitjaði Bono frá
U2, fyrrverandi uttanríkis
ráðharrin í USA, Colin
Powell og Steve Forbes, frá
Forbes Magasine.
So seint sum í seinastu
viku hevði BEC vitjan av
Michail Gorbatjov, ið fyri
fyrstu ferð vitjaði í Dan
mark, har hann helt fyrilest
ur fyri 800 toppleiðarum í
Keypmannahavn.
Umframt fyrilestrar og
ráðstevnur
við
kendum
nøvnum, skipar BEC fyri
uttanlanda ferðum, til tess
at styrkja netverkini millum
leiðararnar. Í næsta mánað
verður farið til heimsins
kendasta golfvøll í Florida,
USA í eina viku.
Tað ein kend sannroynd,
at tað er í óformligum net
verkum, at tær stóru hand
ilsavtalurnar verða gjørdar.
Føroyskir leiðarar standa
nú frammanfyri einum góð
um møguleika at knýta seg
í eitt norðurlenskt leiðara
netverk, sum kann fáa ein
avgerandi týdning, sigur
Finnur Sivertsen, stjóri á
BusinessLine, ið saman
við Børsen skipar fyri
vinnufundi í Eik Banka, nú
hósdagin.
Dash-óhapp ávirka partabrøv
Óhappini, sum seinastu tíðina hava rakt Dashflogfør hjá skandinaviska
flogfelagnum SAS, hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri SAS og Bombardier
verksmiðjuna, sum hevur gjørt flogførini. Avgerðin hjá myndugleikunum at seta
øll Dash 8flogførini hjá SAS fer ætlandi at kosta felagnum millum 300 og 400
mió. krónur tað, sum eftir er av hesum árinum. Harafturat kemur virðið á
partabrøvunum í SAS, sum er fallið munandi síðani tað seinasta Dashóhappið
um vikuskiftið. Í gjár fall virðið 3,2 prosent. Men Bombardierverksmniðjan
fær eisini sviðan av óhappunum hjá SAS, og partabrøvini í kanadisku fyritøkuni
eru fallin munandi meiri í virði enn SASpartabrøvini. Tá marknaðurin í Toronto
lat aftur í gjár, var virðið á Bombardierpartabrøvunum fallið 5,0 prosent.
Íslendsk fyritøka fer
at rinda starvsfólk-
inum løn í evrum
Um einar tveir ella tríggjar
mánaðir fáa Hörður
Arnarsson, aðalstjóri og
hini hjá Marel ein part av
lønini í evrum ella øðrum
fremmandum gjaldoyra
Mynd: Vísir
Knýta sam-
bond millum
norður-
lendskar
vinnulívs-
leiðarar
Frá vinstru Leif Bech Fallesen, stjóri á Børsen, Kenneth Plummer, stjóri í DR , og Per Michael Jensen, fyrrverandi stjóri í TV2