týsdagur 30. oktober 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
vinnan
Nr. 210 - 30. oktober 2007
Ein møgulig komandi
føroysk oljuvinna
fer at hækka CO2
útlátið so mikið nógv,
at nærum bara ein
elkaðal úr Íslandi
kann minka so mun
andi um samlaða
útlátið, at oljufram
leiðsla ikki verður
darvað av krøvunum
til útlát sigur Bjarni
Djurholm, lands
stýrismaður
Olja Og KyOtO
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Treytin fyri at taka undir
við Kyoto er, at vit í Før
oyum spyrja, hvussu vit
røkka málinum. Og tað
hava vit ikki gjørt enn. Vit
mugu fyrst hava eina ætlan,
og hon er at finna í komandi
orkupolitikkinum. Vit mugu
hava hetta málið upp í eina
hægri eind, har vit um somu
tíð kunnu taka undir við
Kyoto og við orkupolitikk
inum sigur landsstýrismað
urin í orkumálum. Bjarni
Djurholm fer í næstum at
leggja fram til politiskt orða
skifti komandi orkupolitikk
in. Og svarið er m.a. elkaðal
úr Íslandi.
Vit mugu vera so mikið
visioner, at vit tora at fara
undir eitt slíkt stig sum ein
elkaðal úr Íslandi. Okkara
svar uppá at kunna góðtaka
Kyotosáttmálan skal vera at
fylgja komandi orkupoli
tikkinum, sum fer at peika
á ein elkaðal úr Íslandi sum
besta loysnin hjá Føroyum
at minka um sítt CO2 útlát
og sum eisini er ein sera
góð útmelding til altjóða
samfelagið.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður í orkumálum
sigur við Sosialin, at hann
bíðar eftir tilmæli frá Jarð
feingi og Orkustovninum í
Reykjavík um at leggja ein
elkaðal úr Íslandi til Føroya.
Hetta kann gerast serstak
liga týdningarmikið, tá tað
kemur til eina møguliga
framtíðar oljuvinnu. Gera
vit einki og bara undirskriva
Kyotosáttmálan, so er tað
sera vandamikið fyri okkum
sæð út frá einum oljufram
leiðandi
sjónarhorni,
tí
stendur bráddliga ein olju
pallur eystan fyri Føroyar
og ikki sleppur undir at
framleiða vegna ov stórt
CO2 útlát, so sigur tað seg
sjálvt, at vit hava ein stóran
trupulleika mótvegis altjóða
samfelagnum. Men alt
hetta kann broytast við ein
um elkaðali úr Ísland, sum
kann minka um samlaða
útlátið við ikki minni enn
einum triðingi.
Kyotoprát farið
av sporinum
Bjarni Djurholm heldur, at
Kyotoprátið er farið av spor
inum. Tað er ikki antin ella.
Hann heldur tað finst ein
millumleið, og hon er, hvat
vit kunnu gera sjálvi, og tað
hava vit als ikki umrøtt. Og
her er tað at orkupolitikkurin
kemur inn í myndina, nevni
liga at fáa reina orku úr
Íslandi til lønsaman prís, ið
byggir á tilmæli frá fak
kunnleikanum í Føroyum
og Íslandi. Hesin mælir til
at leggja ein elkaðal millum
londini, har vit kunnu
minka munandi um útlátið
og tá eisini tryggja, at vit
kunnu fara undir eina olju
framleiðslu á landgrunnin
um, verður olja funnin.
Tá Kyoto var fyri í løg
tinginum hevði eg mín stóra
iva, tí eg ivaðist stórliga í,
um tey, sum fóru at atkvøða
fyri hesum, veruliga vistu,
hvat hetta fór at innibera,
og at løgtingið tá í síðsta
enda ikki kann liva upp til
tað man hevur samtykt sig
ur landsstýrismaðurin og
vísir á, at tað sita fýra
minnilutar
í
uttanlands
nevndini. Tjóðveldi vil til
ST, Javnaðarflokkurin og
Sambandsflokkurin siga, at
vit skulu minka við 8%,
meðan Fólkaflokkurin sig
ur, at vit taka undir við hes
um, men vit góðtaka ikki
8% uttan víðari. Tað er
møguligt, at tað kann vera
8%, men vit vilja fegnir
tosa um hetta við danir sum
partur av ríkisfelagsskapin
um. Og so má ein ætlan fyri
liggja um, hvussu vit veru
liga kunnu minka um út
látið. Tann ætlan fyriliggur
ikki í dag.
Ja og treytir
Landsstýrismaðurin í orku
málum vísir á, at hevur tú
sagt ja til Kyoto, so er tað
ein sjálvfylgja, at tú livir
upp til treytirnar. Tey, sum
hava verið ivasom at góð
taka Kyoto, hava víst á olju
nýtsluna og so fiskiflotan,
at tú ikki fær minkað CO2
útlátið uttan at hava eina
ætlan frammanundan. Og
her er tað, at ein kaðal úr
Íslandi kann ikki bert gera
munin men eisini gera Før
oyar til eina fyrimynd í
framtíðini. Taka vit avgerð
ina um elkaðal, so er so
nógv at heinta, at vit kunnu
lættliga minka nógv meira
um útlátið enn kravið er í
dag.
Eg havi ábyrgdina av
orkuni og harvið eisini av
útlátinum. Svarið er elkaðal
til Íslands.
Góðtaka vit Kyotosáttmál
an, so mugu vit eisini hava
eitt boð uppá, hvussu vit
minka um CO2 útlátið.
Hetta er mítt boð sigur hann
við blaðið og heldur fram:
– Orkupolitikkurin tekur
ikki støðu til Kyotomálið,
men fylgja vit orkupolitikk
inum, so kunnu vit røkka
setninginum, sum er ásettur
í
Kyotofrumskjalinum.
Orkupolitikkurin, sum verð
ur lagdur fram í næstum,
ásetir greitt, at verða tey til
mælini, sum eru partur av
orkupolitikkinum, fylgd, so
røkka vit setninginum í
Kyototreytunum. Eg kann
liva við hesum, men treytin
er tann, at vit fara undir
eina ætlan sum hana við
elkaðali.
Oljuframleiðsla
Landsstýrismaðurin,
sum
eisini umsitur vinnu og har
við oljumál sigur víðari, at
arbeiða vit við eini kaðal
verkætlan til Íslands, so
loysir eisini upp fyri tí pro
blematikkinum, sum vit
síggja í sjónarringinum í
sambandi
við
møguliga
oljuleiting og framleiðslu
undir Føroyum.
Hvat nú um oljuvinna
tekur seg upp í Føroyum.
Gera vit einki og bara taka
undir við Kyoto, tá hava vit
ein sera álvarssaman trupul
leika. Tá er tað ikki nokk,
at vit bara spara 8%. Taka
vit ein framleiðandi olju
pall, so dálkar hann kanska
líka illa sum t.d. Sundsverk
ið. Tvs. at vit koma at
pumpa út í atmosferuna
eina mongd av CO2, um
vit hugsa okkum at útvinna
olju úr undirgrundini næstu
5 til 10 árini. Tí mugu vit
fáa eitt svar uppá, hvat vit
kunnu gera. Eitt svar er, um
vit annars ikki kunnu fáa
eina avtalu um tey viður
skiftini, tá vit eru partur av
Kyotoaavtaluni, at vit tá
kunnu frítaka partar av olju
vinnuni. Men tað vita vit
ikki enn.
At vera partur av Kyoto
avtalu
kostar
ómetaliga
nógv fyri eitthvørt samfelag.
Men kunnu vit gera eina
avtalu um eina lønsama
íløgu í ein kaðal til Íslands
og hava eina backup skipan
í Føroyum, men sum ikki
hava útlát við sær, so kunnu
vit kanska minka um okkara
CO2
útlát
við
einum
triðingi, og tað í sær sjálvum
er nógv meira enn nakað
annað land ger, og tað ger,
at vit eisini í eina tíð nýtast
ikki at síggja ein vanda í
eini oljuvinnu í Føroyum.
Vísa hvat vit vilja
Vit mugu sjónliga vísa, at
vit vilja gera nakað. Skulu
vit taka undir við Kyotoav
taluni, so krevur tað, at vit
gera nøkur radikal ting í
Føroyum. Serliga við olju
vinnuni í sjónarringinum
mugu vit síggja í eyguni, at
tað er ikki nokk at pilka við
bjálving her og ein bil har.
Tað má gerast nakað, sum
gevur nakað. Og henda
verkætlanin til Íslands kann
minka munandi um CO2
útlátið, samtíðis sum hon er
lønsam endurtekur landsstýr
ismaðurin.
Elkaðal úr Íslandi fortreyt
fyri føroyskari oljuvinnu
Elkaðal til Íslands lønsamur
Í síni tíð var ein arbeiðssetningur gjørdur til orkupolitikkin. Har vóru umrødd tvey stór projekt, Nólsoyar
ætlanin, sum fleiri útlendskar fyritøkur vilja gera íløgur í og so elkaðal til Íslands. Bjarni Djurholm: Vit
vóru eitt sindur ivasamir at byrja við, tí íslendingar hava verið so afturhaldnir at selja streym, men nú hava
vit gjøgnum eitt miðvíst samskifti millum Orkustovnin í Reykjavík og okkara egna Jarðfeingi og SEV gjørt
nakrar fyribils niðurstøður, sum verða handaðar Vinnumálaráðnum seinast í november. Tá skal man politiskt
taka støðu til, um man vil fara víðari við hesum projektum. Ábendingar úr Íslandi siga, at teir eru hugaðir
at gera eina avtalu við okkum. Vit kunnu keypa kappingarføran streym úr Íslandi at brúka í Føroyum. Gera
vit íløgu í ein elkaðal uppá 1,9 mia. og so nakað aftrat í netið á landi, so er tað ein íløga, sum ber seg og
sum kann vera realistisk innan 5 til 10 ár, men tað krevur so, at fólk mugu skifta yvir til at brúka el til
upphiting. Tí mugu vit eisini seta upp fleiri motarar sum backup skipan tvs. útbygging av vatni og vindi.
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður: Vit mugu taka
støðu til, hvat vit vilja
Ein framleiðandi oljupallur í føroyskum sjógvi kann dálka eins
nógv og Sundsverkið