týsdagur 30. oktober 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 vinnan
Nr. 210 - 30. oktober 2007
Góð tíð fyri
føroyskt
oljufelag
Við yvirskriftini “Ugens aktie: Olieeven
tyr med potentiale” umrøður danska
heimasíðan borsen.dk positivu gongdina
hjá Atlantic Petroleum á partabræva
marknaðinum
oljuvinna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Danska blaðið Børsen á netinum fylgir væl við í utvikl
inginum hjá tí føroyska oljufelagnum Atlantic
Petroleum. Í farnu viku var stór grein á www.borsen.
dk/finans um gongdina hjá felagnum á partabræva
marknaðinum.
Blaðið skrivar m.a. at við einum methøgum oljuprísi
og týðandi oljufundi í havinum út fyri Írland gongur
partabrævið hjá Atlantic Petroleum eini sera gevandi
tíð á møti. Analytikarar meta, at partabrævið hjá fyri
tøkuni, sum er á danska virðisbrævaskálanum, er nógv
meira
verd
enn
núverandi
partabrævakursurin
avspeglar.
Tag en rekordhøj oliepris. Tilsæt lave estimater og
en stor sjat nordsøolie, og så har du en ret, der kan
behage de fleste investorer. Det er menuen hos det
færøske olie og gasselskab, Atlantic Petroleum, der
for længst har gjort sig bemærket hos investorerne på
fondsbørsen skrivar Børsen m.a. Eftir bara einum ári
er partabrævið hjá AP hækkað við umleið 170% til
kurs 1585.
Analytikarin Stig Nymann hjá Gudme Raaschou
Bank, sum greinar gongdina hjá Atlantic Petroleum,
viðgongur fyri borsen.dk, at bankin við einum kursmáli
uppá 1700 hevur ” et stærkt konservativt skøn” uppá
partabrævakursin.
Bankin byggir núverandi partabrævamálið á ein
oljuprís uppá einans 55 dollarar fyri tunnuna. Verandi
oljuprísur er harafturímóti meira enn 60% hægri.
Prísurin á olju náddi fríggjamorgunin 92 dollarum
fyri tunnuna. Hetta kemst av sera lágum oljugoymslum
í USA og ótti fyri órógvi á útflutninginum úr Miðeystri.
Prísurin á norðsjóvarolju er 88,2 dollarar skrivar
borsen.dk. Metingar siga, at oljuprísurin kann røkka
100 dollarum. Tað veldst serstakliga um vit fáa ein
kaldan vetur. Ein kann bara ímynda sær positivu gongd
ina hjá AP partabrævinum, um oljuprísurin heldur
fram at hækka.
Føroyska oljufelagið hevur eitt marknaðarvirði uppá
1,8 mia. r. skrivar Børsen á netinum.
Fyrsta føroyska
framleiðslan nær
Fáa nóg mikið at velja ímillum
SEV hevur fingið heilar 17 umsóknir til stjórastarvið, sum er leyst, eftir at
Klæmint Weihe, hevur sagt seg úr starvi. SEV upplýsir á heimasíðu síni, at
nú fer stýrið at viðgera umsóknirnar og ætlanin er, at nýggi stjórin skal taka
við á nýggjárinum.Klæmint Weihe legði stjórastarvið í SEV frá sær 1.
oktober, tá hann tók við sum stjóri á Maskinverkstaðnum á Hjalla. Stýrið
setti Poul Arna Jacobsen, næstformann í stýrinum, at røkja stjórastarvið, til
nýggjur stjóri er funnin.
Sjáldsami framleiðslupallurin, sum
nú hevur fingið navn og sum fer at
framleiða í hesum árinum