týsdagur 30. oktober 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 210 - 30. oktober 2007
OljuVINNA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Føroyska oljufelagið Atlan
tic Petroleum nærkast í
hvørjum síni fyrstu oljufram
leiðslu. Í farnu viku var
pallurin, sum skal framleiða
olju á Chestnut feltinum í
bretskum sjógvi, navngivin
á Keppel Verolme skipa
smiðjuni í Rotterdam.
Hann hevur fingið navnið
Seven
Hummingbird.
Hetta er so enn ein stórur
dagur fyri okkum, nú vit
royna at menna felagið sig
ur ein fegin Wilhelm Peter
sen, stjóri. Hann var sjálvur
hjástæddur, tá pallurin varð
doyptur, saman við Richard
Hardmann, sum er ráðgevi
hjá felagnum í Onglandi.
Pallurin verður fluttur út á
oljufeltið í næstum. Alt
skuldi verið klárt til fram
leiðslu í hesum árinum
sigur Wilhelm Petersen.
Hetta er ein sera spenn
andi tíð fyri okkum, nú vit
eiga 15% av oljukelduni,
sum fer í framleiðslu. Hetta
er fyrsta oljan, sum nakað
føroyskt oljufeløg tekur
upp úr undirgrundini. At vit
nú kunnu generera egnan
kapital. Tað mest umráðandi
er, at man hevur staðfest, at
her eru oljugoymslur í und
irgrundini. Síðani er tað at
umseta oljuna til dollarar.
Henda gongdin ger, at
størri og størri áhugi er fyri
at keypa partabrøv. Í dag
eru umleið 6000 partaeig
arar í felagnum. Nógv tann
størsti parturin av ognarum
í AP eru føroyingar, sum
búgva í Føroyum. Teir
útlendsku
partaeigararnir
eru komnir inn seinni til ein
hægri kurs, og tí er teirra
eigaralutur eisini væl minni
enn hjá teimum føroyingum,
sum hava verið við leingi.
Umframt Chesnut eigur
Atlantic Petroleum eisini
lut í trimum øðrum loyvum,
Ettric, West Lennox og
Perth, sum liggur nær við
Scott oljufeltið. Ettric er
tað, sum stendur næst fyri.
Eitt framleiðsluskip er við
at verða klárt í Singapore
og verður tað sigld til
Europa í 2008. Har eigur
Atlantic Petroleum 8,3%.
Tann útbyggingin er komin
væl áleiðis og verður fram
leitt frá miðskeiðis 2008.
Írland
Herfyri hevði nevndin í
Atlantic Petroleum nevndar
fund í Dublin í Írlandi.
Hetta skal síggjast í tí anda,
at felagið er vorðið rættiliga
virkið í Írlandi. Tað er part
ur av tveimum loyvum, har
oljufund
eru
gjørd.
–
Útviklingurin her er gingin
nógv skjótari, enn vit høvdu
torað
at
roknað
við.
Avmarkingarbrunnur er júst
boraður á Hook Head. Data
frá honum verður nú gjøg
numgingið. Helst verður
borað aftur skjótast, og vit
síggja fram til eina fram
leiðlsu í Írlandi eisini sigur
Wilhelm Petersen. Hann
vísir á at talan er um lætta
og góða olju men har kann
eisini vera gass. Samanum
tikið síggja hjá Atlantic
Petroleum fram til eina posi
tiva framtíð bæði í bretskum
og írskum øki.
olju-
rkast
Atlantic Petroleum
ynskir at fáa samstarv
við størri oljufeløg, tá
myndugleikarnir fara
at bjóða út nýggj øki á
landgrunninum
OljuVINNA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Føroyska oljufelagið Atlan
tic Petroleum hevur eisini
stórar ætlanir á føroyska
landgrunninum, hóast nógv
virksemi ikki er her í løtuni.
Felagið ætlar sær nevniliga
at vera við í 3. útbjóðingini
á landgrunninum einaferð í
vetur. Hetta er nakað, sum
hóskar væl inn í framtíðar
ætlaninar hjá felagnum sig
ur Wilhelm Petersen, stjóri.
Nú felagið samstarvar
við eitt minni oljufelag á
Føroyaøkinum,
Geysir
Petroleum, so dylur Wil
helm Petersen ikki fyri, at
teir síggja fram til at kunna
arbeiða saman við øðrum
størri feløgum eisini. Hann
sær fyri sær bæði tann
møguleikan, at størri olju
feløg keypa seg inn í ver
andi loyvini hjá felagnum
og síðani eisini tann møgu
leikan, at Atlantic Petroleum
í eini komandi útbjóðing
kann vera saman við fleiri
og størri feløgum, sum eru
virkin her. Tað er kanska
ikki so nøktandi bara at
vera tvey feløg í longdini, tí
brúk er bæði fyri kompe
tansu
og
peningarligari
orku at fara undir at búna
loyvi og bora.
Tá vit hava tulkað seis
mikk so er tað sjálvandi
intentiónin at vita, um onn
ur oljufeløg kunnu koma
uppí. So hurðarnar standa
opnar.
- Tit hava so ikki nakran
framíhjárætt at fáa góð
loyvi her, tí tit eru eitt før-
oyskt felag?
Tað hava vit ongantíð
havt.
- Er tað rætt?
Tað veit eg ikki. Hyggur
man i bakspeglið, so hava
vit klárað okkum uttan nakr
an
framíhjárætt.
Men
hyggja vit eftir teimum
norsku
feløgunum,
so
síggja vit, at tey hava havt
ein framíhjárætt, líka síðani
farið varð at leita eftir olju
har.
- Heldur tú, at tey stóru
feløgini, sum fara at søkja í
3. Útbjóðing, áttu at tikið
eitt felag sum tykkara, sum
er so væl forankrað í før-
oyska samfelagnum, við í
eina umsókn?
Tað kundi verið vert hjá
teimum at umhugsa tað.
Atlantic Petroleum við í 3. útbjóðing
Ókeypis spamfiltur
Sonevndir spampostar verða av brúkarunum mettir sum størsta
irritatiónsmomentið innan KTheimin. Fleiri enn 80% av øllum
teldupostum eru sonevndir spampostar, og tí eru sonevndu spam
filtrini esiini alt meira eitt krav heldur enn møguleiki hjá brúkarunum.
Ein av veitarunum, sum hevur tikið seg nógv fram seinnu árini, er
Bullguard, sum í farnu viku byrjaði at lata ókeypis spamverju. Ein av
orsøkunum til, at Bullguard hevur tikið hetta stigið, er at filtrið er
kollaborativt. Tað vil siga, at allir brúkarar samskifta við filtrið, sum
soleiðis verður betri, tess fleiri brúkararnir eru.
Wilhelm Petersen og Richard
Hardmann vórðu til steðar,
tá framleiðslupallur varð
navngivin í Hálandi um
dagarnar