fríggjadagur 27. apríl 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 27. apríl 2001
25
gult25 cyan25 magenta25 svart25
24
Nr. 80 - 27. apríl 2001
gult24 cyan24 magenta24 svart24
Reyði Krossur
Føroya
Box 1015, FO-110 Tórshavn
Tlf. 319630, Fax:311217
Teldupostur: redcross@redcross.fo
Skeiðtilboð: 1. hjálpar skeið:
Ynski at luttaka í (set x)
Grundskeið í 1. hjálp: byrjar 07.05.01 kl. 19.00
Kostnaður fyri hvønn við øllum frálærutilfari:
kr. 380,-
Víðka skeið (30 t.) í 1. hjálp, byrjar 18.05.01
kl. 19.00
Kostnaður fyri hvønn við øllum frálærutilfari:
kr. 915,-
Endurútb. í 1. hjálp (3 t.), byrjar 08.05.01
kl. 19.00
Krav er,at grund/víðka skeið ikki er eldri enn 3 ár.
Kostnaður fyri hvønn, sum skal hava frálærutil-
far frá grundútb. við: kr. 75,-
Sálarlig 1. hjálp (8 t.): byrjar 28.04.01 kl. 09.00
Kostnaður fyri hvønn við øllum frálærutilfari:
kr. 270,-
Upplýsandi fund um SAMARITTARAR tann:
02.05.01 kl. 20.00
Tilboð kann gevast til bólkar.
Navn:____________________________________
Bústaður:_________________________________
Tlf.:__________Fax:___________
Teldup. adressa:_______________
Aldurskrav: hava fylt 14 ár.
Bryggjubakki 10/Vágsbotnur,
Boks1015, FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 96 30 • Fax 31 12 17
Teldupostur: redcross@redcross.fo
Frá
Runavíkar Havn
Í sambandi við arbeiðið til víðkan av havnalagnum
norðanfyri Høgaból verður heitt á teir, sum eiga
kontainarar og aðra útgerð standandi á økinum,um
at flyta tað burtur sum skjótast ella í seinasta lagi
innan 2. mai 2001.
Lutir,sum ikki eru heintaðir innan omanfyri nevnda
dag, verða uttan aðra fráboðan burturbeindir fyri
eigarans ábyrgd.
Runavíkar Havn
MANNING
Hervið verður søkt eftir
manning
til M/F Norrönu, til summar-
siglingina 2001, sum byrjar 19. mai
Størvini, ið sett verða, umfata allar deildir innan
catering so sum:
Pursarar, kokkar, bakarar, sleiparar, barrfólk, cafe-
teriafólk, tænarar, kioskgentur, koytugentur og
informatiónsgentur.
Fylgjandi krevst:
•
Heilsuprógv fyri sjófólk, ikki eldri enn 2 ár.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
P/F SMYRIL LINE
Postboks 370
FO-110 Tórshavn
Urtagarðsarbeiði
Vit gera alt urtagarðsarbeiði.
Fa. Urtagarðsrøkt
v/Mass Jensen, Nólsoy
Tlf. 32 71 31 – 28 39 53
Farmakonom-
næmingur
søkist til Gilleleje Apotek
Gilleleje apotek søkir eftir føroyskum farma-
konomnæmingi at byrja 1. juli 2001.
Útbúgvingin tekur 3 ár, og fer lutvíst fram á apo-
tekinum og á Farmakonomskúlanum í Hillerød.
Krøv til umsøkjaran: Students/HF prógv, HH ella
HT.
Apotekið hevur eina íbúð til tveir næmingar nær-
hendis apotekinum. Hin næmingurin, ið eisini er
føroyingur, er settur og skal byrja 1. juni.
Áhugað kunnu venda sær til Tjaldurs Apotek, tlf.
341100.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum, verður at senda til Tjaldurs
Apotek, Postboks 3010, 110 Tórshavn, áðrenn 21.
mai 2001.
www.sosialurin.fo
Hesa røðuna helt Kári
P. Højgaard, løgtings-
maður, til flaggdags-
haldið í Runavíkar
kommunu 25/04-01
Góðu Støkkarar, skótar,
ítróttarfólk og áhoyrarar,
sum eru komnir saman, at
heiðra flagg okkara Merk-
ið. Tøkk at tit eru møtt so
fjølment henda vakra dag,
82 ár eftir at tað sá dagsins
ljós, og 61 ár eftir at Merk-
ið fekk altjóða viðurkenn-
ing.
Vit vilja eina løtu lata
hug okkara leita aftur í tíð-
ina, tá flagg okkara á fyrsta
sinni sá dagsins ljós.
Tá føroyingurin er burt-
urstaddur hendir ofta, at
heimlongsulin og kenslurn-
ar stimbra fosturlandsalsk-
in.
Niels Juel Arge skrivar í
bókini »Merkið flaggsøga
okkara«, at tá samráðingar
um frið eftir fyrra heims-
bardaga tóku seg upp,
gjørdust føroyskir studentar
í Keypmannahavn sera eld-
hugaðir fyri tonkunum hjá
amerikanska
forsetanum
Woodrow Wilson, um at
skipa eitt fólkasamband,
har allar tjóðir skuldu eiga
sess, og at allar tjóðir
skuldu hava frælsi til at
avgera síni egnu viður-
skifti.
Janus Øssurson og Jens
Oliver Lisberg komu nógv
saman
við
íslendskum
studentum og vóru sera
hugtiknir av teirra fostur-
landsalski og sjálvbjargnis-
anda. Íslendingar høvdu
fingið sítt egna flagg í
1913, men fingu sjálvstýri í
1918. Í 1919 fekk Jens
Olivur, Nordisk Fane- og
Flagfabrik at gera sær eitt
stórt flagg eftir fyrimyndini
av einum borðflaggi, sum
Ninna Jacobsen úr Havn
hevði seymað.
Tað kann sigast at Jens
Olivur Lisberg eigur høv-
uðsheiðurin fyri, at vit í dag
eiga okkara føroyska flagg.
Lívsskeið hansara bleiv
stokkut, tí hann doyði
longu árið eftir 23 ára gam-
al. Hesin dýrgripur, proto-
typan,
fyrsta
føroyska
flaggið hongur, sum flestu
føroyingar helst vita í
kirkjuni í Fámjin, heim-
bygdini hjá Jens Olivur.
Seinni
heimsbardagi
gjørdi, at flagg okkara fekk
altjóða viðurkenning. Dan-
mark varð hersett av týskin-
um og vit av bretum.
Spurningurin varð loystur
av enska herskipayvirvald-
inum, sum 25 apríl 1940
um BBC læt boða frá á øll-
um høvuðsmálum, at før-
oysk skip sigla undir før-
oyskum flaggi, sum sær so
og so út.
Tað hoyrir við til flagg-
søgu okkara, at Mia kona
Niels í Heiðinum, seymaði
eitt silkiflagg til skonnart-
ina Sannu, sum Napoleon
Jacobsen á Glyvrum átti.
Hetta flagg var umborð, tá
teir fóru yvir til Amerika,
við og eftir farmi. Í oktob-
er 1940 sigldi Sanna undir
føroyskum flaggi inn í
havnina í New York.
Flagg okkara ber reytt
krossmerki við bláari rond
á hvítum dúki. Flestu
grannatjóðir okkara hava
eisini krossmerkið avmynd-
að í sínum flaggi. Tann
tómi krossurin boðar frá tí
størstu hending, sum fram
er farin her á fold og gevur
okkum sum liva lívsmót,
áræði og dirvi, at liva og
virka í samfelagnum, með-
an lívsdagur okkara er,
samstundis, sum tað gevur
trygd og vón fyri teimum,
sum undan okkum eru far-
in.
Flaggið er blivin ein nátt-
úrligur partur av gerandis-
degi okkara. Uttan mun til,
hvussu ymisk vit eru bæði í
áskoðan og atferð, so er
flagg okkara eyðkennis- og
savningarmerkið. Vit síggja
býin flaggskýddan, bæði í
gleði og í sorg. Skálafjørð-
urin hevur hesi seinastu
árini verið fyri stórum
missi bæði á sjógvi og
landi, og í morgun var søg-
an nær við at endurtaka seg
á Vestmannavegnum. Fyri
stuttum vóru øll fløgg á
eystara armi á fjørðinum
vundin á hálva stong, tá
syndarliga
vanlukkan
hendi, har vit mistu tríggj-
ar raskar unglingar, sum
stóðu í lívsins fagrasta
blóma. Hendan hending
stendur enn livandi í minni
okkara og hava vit øll djúp-
astu samkenslu við tykkum
sum mist hava.
Tó, tíðin stendur ikki í
stað og lívið skal framhald-
andi livast.
Hyggja vit rundan um
okkum, er náttúran við at
vakna úr vetrardvala. Sólin
er hækkað á luftini og tað
grør um gangandi fót. Hetta
er eisini galdandi fyri bú-
skap og livikor okkara.
Fiskiskapurin hevur verið
góður og fiskaprísirnir høg-
ir. Arbeiðið hevur verið til
allar hendur og til tíðir hev-
ur størsti trupulleikin verið,
at fingið nóg mikið av fólki
til arbeiðis. Stórur áhugi er
fyri at ogna sær grund-
stykki. Nógv byggiloyvi
eru givin og fleiri sethús
verða bygd í summar.
Stórur tørvur er á útstykk-
ing til sethúsaøki, smærri
íbúðir til støk og eldri um-
framt bygging av nýggjum
barnagarði, eldrasambýli,
víðkan av Ellis og Røktar-
heiminum, skúlum v. m.
Býarplanurin
verður
í
hesum døgum endurskoð-
aður til tess at hava møgu-
leikan fyri at nøkta tørvin
sum er.
Ein stór avbjóðing liggur
fyri framman, tá Atlantic
Fish Fair á altjóða støði
fyriskipar størstu fiski-
vinnuframsýning, sum nak-
rantíð er hildin á Føroya
landi. Einar 200 fyritøkur
harav umleið helmingurin
eru útlendingar, koma í
døgunum frá 15. til 17. maj
í høllum, teltum, bátahylin-
um og á havnalagnum, at
sýna fram alskyns ting og
tól sum hoyra sjónum,
fiski og alivinnuni til. Sjó-
mansheimið, sum vegna
fíggjarligar
trupulleikar,
varð stongt í fjør, er opnað
aftur og flaggskip okkara
Norrøna, kemur at liggja
sum
hotelskip,
meðan
stevnan er. Hetta verður ein
»generalprøvi« fyri fyri-
skipararnar og ikki minst
fyri Runavíkar Kommunu.
Býurin verður ruddaður,
umframt veiðslu og flagg-
skrýddur hesar dagar, og
verða tiltøk av ymiskum
slag. Hjartans ynski og bøn
mín er, at vit verða
vælsignaðir við góðveðrið
og túsundtals vitjandi hes-
ar dagarnar. Vónandi hepn-
ast so væl, at hetta verður
eitt afturvendandi tiltak í
framtíðini. Latið okkum,
hvønn einstakan borgara
gera okkara til at so verður.
Sum
øllum
kunnugt
vunnu Skipafelagið Føroy-
ar og Atlantic Supply Base
kappingina um veitingina
til oljuvirksemi í leitingar-
skeiðinum fyrstu trý árini.
Útgerðarhavnin liggur í Sa-
ltangará og er longu stórt
virksemi á økinum, sum
skal verða liðugt seinast í
oktober, tá nýggja havna-
lagið verður tikið í nýtslu.
Tað liggur ein stór, álvar-
som ábyrgd á okkum
kommunalpolitikkarum og
vinnuni at skipa so fyri, at
nýggja oljuútgerðarhavnin,
verður til minst møguligan
ampa fyri tað núverandi
virksemi, sum er á staðnum
og sum er grundarlag fyri
vælferðini. Í hesum sam-
bandi er ætlanin at umskipa
virksemi á havnalagnum, í
samráð við fyritøkurnar
sum virka her, so frakt og
fiskur verður meira atskilt.
Merkið er ímyndin av
Føroyum. Litirnir avspegl-
að lívið sum flaggsangur
okkara so greitt sigur frá.
Tann
hvíti
liturin
er
ímyndin, sum á vetri sæst
klæða landið í vetrarbúnan
alt frá fjalls til fjørðu.
Eisini fram við strondini
liggur stóran part av árinum
hvíta
skúmfroðan
av
briminum, sum áhaldandi
roynir at mága butur av
hesum harbaldnu klettum
mitt úti í Atlantshavinum.
Hesar oyggjar, sum staðið
hava her síðan tíðarinnar
morgun, minkaðar í vavi,
men hava hildið út til henda
dag.
Tann reyði liturin ímynd-
ar blóðið og harvið lívið.
Kraftin sum likamið fær, tá
blóðið verður pumpað út í
hvønn lim við ilt og føðslu,
sum vit tørva áhaldandi.
Karmurin, ramman er tann
blái liturin, sum ímyndar
luftina og havið. Vit markn-
aðarføra okkum við heims-
ins reinasta umhvørvi og
harvið reinastu vøru. Gævi
at tað eisini verður ein
veruleiki, tá komandi ættar-
lið skulu taka við eftir okk-
um.
Ein landstýrismaður er
settur, sum burturav hevur
olju og umhvørvismál um
hendi. Hesin hevur saman
við umsitingini gjørt eitt
dygdargott arbeiði, og er
hetta málsøki í tryggum
hondum. Men tað áliggur tí
einstaka, at verja og varða
um náttúruna og umhvørvi,
skal úrslitið verða nøkt-
andi.
Størsta umbroytingin í
lívskorum hjá mannaættini
nakrantíð, hendi í øldini
sum farin er. Tørvurin og
krøvini í dag kunnu ikki
samanberast við tá eitt nú
okkara foreldur vóru ung.
Frírikkur Petersen yrkti so
vakurt í 4 versinum av Eg
oyggjar veit.
Mítt føðiland tað fátækt er,
eg veit tað væl-
ei gullsand áin við sær ber
um fjalladal;
Men meðan líðin elur seyð,
og havið fisk,
so fæst við Guds hjálp
dagligt breyð
á føroyings disk.
Gud signi mítt føðiland
Føroyar.
Hóast vit ikki altíð geva
okkum far um tað, so er
Føroyar ein perla at búgva
í. Jørðin gevur sína grøði
umframt at føða seyð og
neyt. Havið er framvegis
fongríkt og gevur arbeiði
bæði á sjógv og landi. Har-
umframt verða nýggir
møguleikar skaptir við olj-
uni undir havbotninum,
sum búskaparliga kemur at
geva okkum eitt bein aftur-
at, at standa á.
Vit hava eitt land við havi
kring okkum og egnum sjó-
marki, egna mentan, flagg
og mál. Hetta er alt eyð-
kennir fyri at vera ein ser-
støk tjóð og vit eiga so
hvørt haldgott grundarlag
er fyri hesum, at yvirtaka
málsøki, so at tað tað ein
dag um ikki alt ov langa tíð
verða
føroyingar,
sum
koma at valda í Føroyum.
Flaggið er komið fyri at
verða og er vorðið fólka-
ogn. Allir føroyingar elska
Merkið og vísa tað stoltir
fram heima so væl sum utt-
anlands. Vit halda tað vera
eina sjálvfylgju, at allur
heimurin skal kenna Føroy-
ar í hesi kunningartíð vit
liva í. Vit eru hóast alt undir
hálvthundrað túsund fólk,
ið búleikast á smáum 1400
ferkilometrum og og er
land okkara so lítið í vavi,
at tað nærum ikki sæst á
heimskortinum. »Er de
små, så er de raske«, segði
maðurin á sinni og hava vit
luttikið í mongum altjóða
kappingum.
Týdningar-
mestu úrslitini, hevur fót-
bóltslandslið fingið, og
hava teir við spæli og at-
burði sínum, vunnið virð-
ing úti í heimi. Eingin skal
taka úrslitið av einum dysti
fyri givið, áðrenn hann er
leiktur, tí hava menn okkara
ein góðan dag kann alt
henda. Møguliga verður tað
við hesa HM-kapping at
sensatiónin verður veru-
leiki.
Stórar avbjóðingar liggja
fyri framman og eitt er
greitt; tað verður neyvan
altíð viðrák. Tað er tí sera
týdningarmikið,
at
vit
standa saman, tá týdningar-
miklar avgerðir skulu tak-
ast, tí sum vit vita, so gevur
samanhald styrki.
Vit hava fingið landið í
arv frá fedrum okkara. Lat-
ið okkum halda fæst um
trúgv, siðaarv, mál og ment-
an okkara. Samlingartekin-
ið er flagg okkara Merkið.
Við tí á odda, vilja vit við
dirvi ganga fram vitandi, at
tá vit falla frá taka yngri
kreftir við, so leingi sum
heimurin stendur.
Undir krossins merki stóðu
gamlir menn.
Undir
krossins
merkið
standa hetjur enn.
Skulu vit tá svíkja, nei vit
standa stinn.
Breiði krossins merki út.
Til seinast vil eg takka fyri
tað álit fyrireikararnir av
flaggdagshaldinum vístu
mær, við at lata meg halda
flaggrøðuna 2001
Tøkk fyri at tit lýddu á.
Flaggdagsrøða í Runavík
Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður