Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 210 - 30. oktober 2007 tíðindi ummæli Hans Pauli Tórgarð Á skránni hendan dagin vóru tær báðar strúkarakvartettirnar hjá Sunleifi – nr. 1 frá 1989, og nr. 2, sum eisini er nevnd Sunshine and Shadows frá 2001. Harum­ framt hevði Sunleif valt at flankera síni verk við kvartett­ unum Intim brøv og Kreutzer­ sonatan hjá kekkiska tónaskald­ inum Leoš Janá ek (1854­1928). Hesar báðar strúkarakvartettirnar eru skrivaðar í 1920’uum. Sjónvarpið hevði í Mentanar­ tíðindunum fríggjakvøldið 19. oktober samrøðu við Sunleif Rasmussen og Henrik Rørdam, ið er stjóri á plátufelagnum Da­ Capo, sum gevur út hesa nýggju fløguna við verkum eftir Sunleif. Henrik Rørdam greiddi frá hví Sunleif er ein av teim góðu og viðkomandi komponistunum í Norðanlondum, sum tað er vert at satsa uppá internationalt. “Hann hevur týðiliga nakað uppá hjarta,” segði Rørdam, og so greiddi hann frá, hvat tað er, felagnum dámar so væl við tón­ leikinum hjá Sunleifi. Tónleik­ urin fortelur eina góða søgu og eftir mongu áhoyrarunum at døma, er talan um tónleik, sum fólk flest skilja. Ein avgerðandi fyrimunur er eisini, at Sunleif umboðar eitt lítið mentanarøki í globalum høpi ­ Norðanlond ­ sum altíð hevur verið tvungin til at satsa internationalt, og tí er vælkoyrandi viðvíkjandi at branda seg globalt. Um man í hesum høpi skal peika á tað serstaka Sunleifska brandið, so má tað vera uppá­ haldið hjá tónaskaldinum, at tónleikurin onkursvegna er rót­ festur í føroyskari sangmentan og norðurlendskari/føroyskari náttúru. Hendan fatanin styrkist av sjálvum titlunum á verkunum, og eisini tann tíðiliga eftirgerðin av ljóði sum hoyrist í náttúruni, eitt nú í Føroyum, og umhvørv­ inum sum heild. Kvartettin Sunshine and Shadows var fyrst á skránni. Tær dansandi og torføru marg­ rytmurnar, sum byrjaðu verkið, og blivu spældar við neyvleika og eldhuga av tónleikarunum, umboðar týðuliga tann ljósa tónleikin í verkinum, tann sum refererar til sólina. Men tann kompleksi ljómurin, heilhópurin av melodiskum tilfari, konnoterar eisini fuglaljóð og ta kakofoni, sum er at hoyra eitt nú í bjørgu­ num í Føroyum. Gongdin í verk­ inum, tá ið yvirtónaljómur og klangtyssi krúpa inn í tónleikin greina fyri áhoyrarunum, at her verður – og tað er eisini sam­ svarandi titlinum – tvísemi millum sól og skuggar lýst. Vit síggja fyri okkum sólina stava niður millum skýggini á luftini. Hetta er eitt serstakliga spennandi verk, og samstundis sera trupul tónleikur at framføra. Talan er eisini um ein víðfevn­ andi form, har tann einsljóðandi strúkikvartettin verður toygd út í æsir. Sælendska strúkikvartettin spældi verkið uppá stás, men tó skal sigast, at afturímóti teirri perfektu reproduktiónini av nótum og spæliávísingum á fløguni, so glapp verkið teimum av hondum móti endanum, soleiðis at vit lurtarar sótu eftir á berum. Teir fingu ikki rættiliga parkera tónleikin, og vit fingu ikki endan við, hetta kvøldið í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Sambært klassiska fagurfrøðis­ liga uppáhaldinum er instru­ mentaltónleikur ein abstrakt listagrein ­ bert klingandi tónar, sum søkka inn í bevístheitina. Lurtarin nýtist ikki at reflektera yvir tað, sum hann hoyrir. Hendan hugsan kemur sjálvandi í andsøgn, tá ið instrumentaltón­ leikur fær ein tittul, ella tá tónaskaldið greiðir frá tónleik­ inum, út frá, ella saman við ávísum hugtøkum uttaneftir. Tá verður lurtarin útgjørdur við bjargalínum, sum samantvinna tónleikin við heiti og evni, sum liggja uttanfyri verkið. Og sum nevnt er vanligt at samantvinna, eftirhondini nærmast ótilvitað, tónleikin hjá Sunleifi við náttúr­ una kring okkum og gomlu sang­ mentanina. Teir sokallaðu absoluttónleik­ ararnir hava vanliga eina negativa fatan av hesum. Sagt hevur t.d. verið at talan er um “tónleik á høkjum”, ella tónleik, sum ikki hongur saman av sær sjálvum. Eitt annað nýggjari sjónarmið kann vera, at verkið í síni heild brýtur niður markið millum tónlist og umheim. Listaverkið er ikki longur bert tónleikur, men ístaðin eitt bryggj av tónleiki, hugskotum og møguligum søgu­ gongdum. Strúkikvartett nr. 1 (1989) hjá Sunleif er serlig hesum viðvíkj­ andi, tí hon er navnaleys. Tittulin gevur lurtaranum eina ávísing um, hvussu nógvir tónleikarar spæla, og hvørji ljóðføri eru við (tvær violinir, viola og cello). Men hvat hon “handlar um” er óvist. Her er tað sostatt ein ungur Sunleif, sum roynir seg á absolut­tónleikaligari grund – uttan festi í týdningsskapandi bjargalínum. Í mun til fyrrnevndu kvartett, er talan um ein einklari ein­ tematiskan form, har tónleikurin ger eina langa rørslu, frá tungum tematiskum glissandi (glíðandi tónum) og yvirtónum, yvir í skjótari tónleik ­ til knappar tónar, har tónleikararnir knipsa streingirnar, ístaðinfyri at strúka teimum. Verkið endar við sama tónleiki sum í byrjanini og rennur til seinast saman í einum hevdbundnum dur tríklangi. Vit hoyrdu hendan dagin eina vælupplagda strúkikvartett, sum framførdi detaljeraðar og reinar ljóðmyndir, og førdi tónleikin væl og virðiliga yvirum síðstu taktlinjuna. Tónaskaldið Leoš Janáček var kendur í samtíð síni sum opru­ tónaskald. Fleiri av oprum hansara verða framvegis framč Sælendska strúkarakvar Sunnudagin 21. oktober fingu áhoyrararnir, sum vóru savnaðir í Klingruni í Norðurlandahúsinum, at hoyra Sælendsku strúkarakvartettina. Væl upplagda kvartettin var komin higar til lands at hava útgávukonsert í sambandi við at nýggj fløga í hesum døgum verður útgivin við tónleiki eftir føroyska tónaskaldið Sunleif Rasmussen Kekkiska tónaskaldið, Leoš Janá ek Frá konsertini í Norðurlandahúsinum næstseinasta sunnudag Mynd: Jens Kristian Vang