Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 30. oktober 2007 35 førdar í stóru opruhúsunum kring heimin. Hann skrivaði eisini nakað av kamartónleiki, har í millum tvær strúkikvartettir, og hesar vóru sum sagt spældar saman við tónleikinum hjá Sunleifi. Og tað var ikki av tilvild. Tónleikurin hjá kekkanum er gjøgnumgataður av gomlum eystureurpeiskum fólkatónleiki, og hjá Sunleifi hómast eisini, sum áður sagt, ein gomul sangmentan.. Heilt stutt kann sigast, at eystureuropeisku tónaløgini í vissan mun líkjast teimum í norðanlondum, og tó: rytman í teirra tónleiki er sera kompleks í mun til okkara. Tónleikurin í báðu kvartett‒ unum hjá LJ er variatiónssatsir og episodiskur tónleikur, har hevdbundin-løg og intonatiónir av løgum og brotum sum í sniði, kunnu setast í samband við tónleik hjá Sunleif. Men í mun til hjá Sunleifi, ferðast tónleikurin hjá kekkanum á hevdbundnari tonalari og modalari grund. Vit hoyra klárt tey tradisjónellu løgini í tónleikinum. Strúkikvartettin Sjælland spældi her týðiliga á heimabeiti. Kvartettin hevði her tekniskt yvirskot, og framførdi tí tónleik‒ in við tí heit stóra yvirlitinum, har tiltikna speisemið í verkunum gjørdi hetta til eina uppliving fyri áhoyrararnar. Samanumtikið var talan um eina góða, langa konsert, sum við steðgi vardi í útvið tveir tímar. Vit hoyrdu tvær kvartettir hjá Sunleifi frá ávikavíst 1989 og 2001, og fingu sostatt eina mynd av menningini hjá tónaskaldi‒ num. Ta fyrru kvartettina skrivaði Sunleif til upptøkuroyndina á Konservatoriinum, og hin umboðar eitt tíðarskeið og ein stíl, har t.d. symfoniin hjá honum telist uppí. Týðiligt er, at nógv er hent millum kvartettirnar báðar – tann fyrra er greitt styttri og einsljóð‒ andi, meðan hin seinna er størri í vavi og merkt av tvísemi. Ein ávísur felagstóni er tó millum tær, og tað er tí trupult at taka dagar ímillum, hvør er tann mest týðandi av teimum. Tað má sigast, at kekkin og føroyingurin rigga væl saman á einari konsert sum hesari. Tí tað eru so týðulig bond bæði millum tónleikin og møguliga týdnings- festið við umheimin. Sum nevnt setti tann eldri eisini titlar til síni verk, tó at hesir samanhildið við tónleikin eru sera tórskildir. Lyklaorðið teirra millum man vera “traditión”. Tann eldri læt traditiónina vera ein týðandi lutur í tónleikaligu forgrundini, ímeðan hin nýtir eina, í tónleikaligum høpi, abstrakta tilgongd har tónleikurin, í ávísum støðum, bert gevur eina hóming av tí, sum einaferð var. rtettin, Sunleif og kekkin Sælendska strúkikvartettin framførir í sambandi útgávukonsert hjá Sunleifi Rasmussen í Norðurlandahúsinum Mynd: Jens Kristian Vang Sunleif Rasmussen, tónasmiður, og kona hansara, Joanna Johansen, songkvinna Mynd: Jens Kristian Vang