týsdagur 30. oktober 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 210 - 30. oktober 2007
tíðindi
Fríggjakvøldið og
leygarkvøldið var GBOB-
kappingin í Fuglafirði og
bæði kvøldini vóru sera
nógv fólk komin til tvey
frálík kvøld.
Tónleikur
Sonja Dalsgaard Nolsøe
og Annika Hedegaard Isfeldt
- Eg haldi, at alt hevur gingið
sera væl. Vit hava alla tíðina
verið klár til tíðina og bólkarnir
hava verið sera góðir, sigur
Sunneva Hattarstein, sum hevur
verið ein av fyriskiparunum til
tiltakið. Sunneva var eisini við til
at skipa fyri kappingini í fjør
saman við Jón Tyril. - Sjálv havi
eg bert arbeitt við tiltakinum í
tvær vikur, men Jón hevur sitið
við tí í fleiri mánaðar – tí hann
hevur so nógvar kontaktir.
16 bólkar vóru tilmeldaðir til
undanumfarið fríggjakvøldið og
8 av hesum bólkunum fóru víðari
til finaluna kvøldið eftir. Hóast
standardurin kanska ikki var eins
høgur og undanfarnu árini, vóru
eisini fleiri áhugaverdir bólkar
hetta kvøld.
Eitt heavy metal
undanumfar
Undanumfarið fríggjakvøldið var
sera nógv merkt av fleiri ókend-
um bólkum og nógvum heavy
metal-tónleiki. Millum øðrvísi
bólkarnar, sum ikki fóru víðari
hetta kvøld, kunnu A-larm og
Concrete nevnast.
Einastu genturnar hetta kvøld
vóru í higartil yngsta bólkinum í
GBOB, A-larm, úr Klaksvík.
Útyvir at hava ein kvinnuligan
forsangara, skilti bólkurin seg
eisini burturúr við at spæla popp-
rokk.
Forsangarin úr Concrete legði
út við at siga “Hetta verður eitt
sindur øðrvísi enn tað, tit hava
hoyrt í kvøld og tað er kanska tað
svakasta, tit fara at hoyra” og
harvið var huglagið til fram-
førsluna hjá teimum lagt. Fyrsta
lagið hjá teimum, “al-Quaeda”,
var eisini rættiliga provokerandi.
Og tað var ivaleyst gott hjá
áhoyrarunum við einum lítlum
steðgi frá harða rokkinum.
Eitt annað sum var eitt sindur
óheppi hetta kvøldið var tøknin.
Fleiri av tónleikarunum vóru
rættiliga ónøgdir við henni hetta
kvøldið, tí teir søgdu seg ikki at
kunna hoyra seg sjálvar og tískil
høvdu teir ringt við at spæla
saman. Hetta hoyrdist eisini
millum áskoðararnar og ljóðið
varð tískil ikki eins gott og tað
vanliga kundi verið.
Tveir útlendskir dómarir
og tríggir føroyskir
Til at døma GBOB-
kappingina, høvdu Føroyar
fingið tveir útlendskar dómarar
at koma afturat teimum trimum
føroysku landsmonnunum
Eyðfinn Jensen, Kári Sverrison
og Bogi á Lakjuni.
Christian Hald Buhl var tann
fyrsti útlendski dómarin, ið varð
kunngjørdur. Hesin arbeiðir nógv
innan tónleik og hann rekur
tónleika-umboðsstovuna, The
Rocking Factory í Hollandi og
Belgia. The Rocking Factory
fæst mest við at hjálpa
tónlistarfólkum, bólkum,
tónleikafelagskapum og
plátufeløgum úr norðurlondum at
koma inn á Benelux marknaðin.
Tó koma eisini verkætlanir fyri,
har tað er tónleikur úr Benelux
londunum, sum skal promoverast
í norðurlondum. Christian hevur
sýnt stóran áhuga fyri føroyskum
tónleiki, síðan hann var millum
útlendsku gestirnar á G! í ár.
Christian er eisini sjálvur
tónleikari og hann arbeiðir í
løtuni við indie-popp.
Annar útlendski dómarin var
Per Nordahl úr Noregi. Per hevur
arbeitt við norskum
tónlistarfólkum og bólkum síðani
1999. Hann hevur verið dagligur
leiðari av Honeymilk Records í
fimm ár og hann var við til at
skipa fyri Øya Festivalinum.
Eisini hevur Per verið booking-
leiðari á kenda spælistaðnum
Mono og hann er ein av
eigarunum av Blå, sum er eitt tað
kendasta spælistaðið í Noregi.
Boys in a Band vórðu nr. 1
Eftir eini sera áhugaverdari
kapping bæði fríggjakvøldið og
leygarkvøldið, varð at enda
kunngjørt, hvør bólkur sleppur til
Onglands at umboða Føroyar í
altjóða GBOB kappingini.
Í ár 2006 luttók skemtiligi
dreingjabólkurin Boys in a Band
eisini í GBOB-kappingini, har
teir gjørdust nr. 2, og í ár
gjørdust teir so stóri vinnarirnir.
Hetta høvdu teir uttan iva eisini
uppiborið. Framførslur teirra
fríggjakvøldið og leygarkvøldið
vóru sera góðar og sum vanligt
dugdu dreingirnir sera væl at fáa
áskoðarafjøldina at vera við uppá
tað. Huglagið í Mentanarhús-
inum í Fuglafirði var gott alt
kvøldið og tað tyktist eins og, at
úrsltið als ikki tók nakran á bóli.
Á 2. og 3. plássið vóru ávíkavíst
The Story Ends og Fuckin’ A.
Dómararnir søgdu seg hava
ivast í, um Boys in a Band ella
The Story Ends skuldu gerast
vinnarir. Teir hildur, at
fyrimunurin hjá Boys in a Band
var, at teir vóru so sjálvsikrir á
pallinum, tá ið teir spældu.
Vónandi fara teir eisini at vera
hetta, tá ið teir tann 4. desembur
fara til Onglands fyri at kappast
um 100.000 USD og eina
rundferð kring heimin.
GBOB ‘07
Frans Galán, sangari og gittaristur,
úr Fuckin’ A um 3. plássið:
“Fyri 10 døgum síðani, kom Magnus við uppskotinum um, at vit tríggir skuldu melda
okkum til GBOB-kappingina.” Í 2005 tók SIC lut í GBOB og her gjørdust dreingirnir
eisini nr. 3. “Tað er løgið at hugsa sær, at vit aftur í ár megnaðu at gerast nr. 3, tá ið tað
bert var ein joke hjá okkum hesa ferð. Vit hava bert vant tríggjar ferðir til kappingina,
meðan aðrir bólkar hava brúkt tímavís uppá at gera seg klárar til hesa. Vit tímdu ikki at
gera so nógv burturúr, tí vit eru bert her fyri at hava tað stuttligt. Eg haldi, at tað vóru
sera nógvir feitir bólkar í kvøld. M.a. spældu Ineptus heilt ótruliga væl. Eg havi mangan
hoyrt dreingirnar spælt áður, men hetta er fyrstu ferð, at teir hava verið so góðir, haldi
eg.”
Tá ið hann verður spurdur um hvat slag av tónleiki, bólkurin spælir, svarar hann, at teir
tríggir eru vorðnir samdir um, at teir spæla whiskey-metal. Ein teirra segði ein dagin, at
whiskey longu hevði ein smakk og nú hevur tað so eisini eitt ljóð – teirra serstaka ljóð.
Hanus Andreasen, gittari, og Heini
Mohr, bass, úr The Story Ends
um 2. plássið:
“Vit kláraðu okkum júst, sum vit høvdu væntað,” siga Hanus og Heini úr
bólkinum. “Vit høvdu ikki nakrar stórar vónir til kvøldið og sostatt vóru
vit als ikki skuffaðir.”
Eftir at hava hildið ein steðg uppá 8 mánaðar, byrjaðu dreingirnir aftur at
spæla saman fyri tveimum mánaðum síðani. Hóast framførslan hjá
teimum sum altíð var sera lívlig, siga dreingirnir seg ikki hava vant
serliga nógv. “Eg haldi, vit hava vant einar tvær ferðir,” vil Hanus vera
við.