týsdagur 30. oktober 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 30. oktober 2007
39
tíðindi
tel 30 30 30 www.ft.fo www.nummar.fo info@nummar.fo www.gulu.fo info@gulu.fo
Seinasta freist at
lata broytingar inn
til telefonbókina
2008 er mikudagin
7. november 2007
Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at koma við
rættingum til Hvítu Síðurnar í Telefonbókini fyri 2008 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu Síðurnar er á síðu 563
í Telefonbókini 2007, og skal sendast til: Kundaskráseting,
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 79 68.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum telefon-
nummari við undirstrikingum, eykaupptøkum og/ella undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undir-
striking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu Síðum. Prísurin fyri
búmerki er kr. 2.000,00 (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Fyri búmerki í litum er prísurin kr. 3.000,00 fyri hvørja upptøku.
Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu Síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ........................................ kr.
900,00
(B)
Innramming............................................. kr. 1.000,00
(E)
Grafisk lýsing fyri mm (min. 30 mm) ....... kr.
30,00
(Sí dømi á s. 565 í Telefonbókini 2007)
Litlýsingar
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at lýsa
við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bak-
grund er kr. 600,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.400,00.
Skrásetingar-/rættingarblað til Gulu Síður er á síðu 564 í Tele-
fonbókini 2007, og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27,
FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu Síðum eru uttan mvg!
Í mars 2008 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist óbroytt.
Hvítu Síður
Gulu Síður
Telefonbókin
2008
Tórshavnar kommuna
Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður
fólkatingsval týsdagin 13. november 2007.
Valt verður soleiðis:
1. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali og Hoyvík, á
Hvítanesi og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi.
2. Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Arjum.
3. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum
í Kaldbak.
4. Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði.
5. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja
í skúlanum á Velbastað.
6. Fólk í Heysti og Koltri velja í Bygdastovuni í Heysti.
7. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmanna-
felagnum Royndini í Nólsoy.
Atkvøðugreiðslan verður millum kl. 9.00 og 20.00 og so
leingi, veljarar møta uttan steðg.
Tey, sum fyri sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma
á valstaðið, kunnu boða frá á Snarskivuni, tlf. 30 20 10, til
leygardagin 10. november 2007 kl. 18.00.
Samstundis verður sagt frá, at valkort til fólkatingsvalið
verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Um so
er at valkortið ikki er komið áðrenn mánadagin 5. novem-
ber 2007, orsakað av t.d. bústaðarflyting, skal boðast Snar-
skivuni frá hesum sum skjótast, tlf. 30 20 10.
Fólkatingsval 2007
KUNNGERÐ
um fólkatingsval
í Fuglafjarðar kommunu
Til veljarar til fólkatingsvalið 13. nov
ember 2007 í Fuglafjarðar kommunu.
Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað, so
skal hervið verða kunngjørt, at atkvøðu
greiðslan fer fram í býráðssalinum týsdag
in tann 13. november 2007 fyri Fuglafjørð
og Kambsdal og í Bønhúsinum á Hellunum
fyri Hellurnar.
Atkvøtt verður millum kl. 09.00 og 20.00 og
heldur fram, so leingi veljarar møta uttan
støðg.
Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til
at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á
býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð
mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00
og 15.00 til og við fríggjadagin 09. novem
ber 2007. Tá seinasta freist fyri at greiða
brævatkvøðu er leygardagin 10. novem
ber 2007, so verður býráðsskrivstovan
eisini opin nevnda dag millum kl. 13.00 og
17.00.
Heimaval:
Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á
valstøðini, kunnu velja heima í seinasta
lagi leygardagin 10. november 2007 við at
venda sær til býráðsskrivstovuna telefon
737700 ella 737701 í seinasta lagi leygar
dagin tann 10. november 2007 kl. 15.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommunu
ni við postinum, og um persónur, sum
heldur seg hava valrætt, ikki fær valkort
sendandi, verður viðkomandi biðin um at
seta seg í samband við býráðsskrivstovuna
á telefon 737700 skjótast.
Veljarar hava valkortið við sær til valborðið.
Fuglafjørður, tann 29. oktober 2007
Fuglafjarðar Býráð
Pætur Zachariasen, forsangari
í Boys in a Band, um 1. plássið:
“Vit høvdu ikki vant nakað serligt til kappingina,”
viðgongur Pætur. “Men nú eru vit eisini í so góðari
venjing, at vit ikki mettu hetta vera neyðugt.” Hóast teir
áður høvdu tosað um at luttaka í GBOB aftur í ár,
meldaðu dreingirnir seg ikki til kappingina fyrrenn tveir
dagar áðrenn freistin var. “Vit taka tað bert sum eina
uppliving, tað er í ár einki seriøst. Tí í løtuni hava vit so
nógvar ymiskar bóltar í luftini.”
Tá ið vit spyrja hann, um bólkurin ætlar sær at geva
eina fløgu ella okkurt tílíkt út í næstum, svarar Pætur, at
hann ikki rættiliga veit hetta. “Vit eru akkurát
heimafturkomnir úr Íslandi, har vit hava spælt á Iceland
Airwaves, sum er tann hippasti festivalurin, ið er. Fleiri
av hinum bólkunum, sum spældu her, hava gjørt á tann
hátt, at teir selja nakrar singuls og gera eina lp-plátu,
ístaðin fyri at geva eina fløgu út. Eg veit ikki, um tað
rætta fyri okkum er at geva eina fløgu út, men nú fáa vit
at síggja...”