mikudagur 31. oktober 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 211 - 31. oktober 2007
10 enskir serlærarar
vórðu vístir til Fjord
skolen, tá teir vóru í
Danmark og leitaðu
sær íblástur til teirra
arbeiði í Onglandi.
– Fantastiskt kon
sept, søgdu teir eftir
vitjanini á serskúl
anum hjá Ingvald á
Kamarinum
SKÚLI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ingvald á Kamarinum er
ikki sørt errin í hesum døg
um. Hann er leiðari á Fjord
skolen í Holbæk, Danmark.
Ein privatur serskúli fyri
næmingar
við
atferðar
trupulleikum. Ein skúli,
sum um dagarnar fekk
prógv fyri, at hann telist
millum bestu serskúlarnar í
Danmark.
Mikudagin í farnu viku
fekk skúlin forkunnuga vitj
an. Tíggju serlærarar úr
Onglandi løgdu høvdu sett
ein heilan dag av til vitjan á
Fjorskolen, soleiðis at teir
kundu síggja hvussu Ing
vald á Kamarinum og hini á
skúlanum arbeiða í daglig
degnum.
Føroyskar metodir
Tað er Det Danske Kultur
institut og British Council,
ið samskipa túrin hjá ong
lendingunum, sum leita sær
íblástur til teirra dagliga
arbeiði í Onglandi. Teir
skulu bert vitja ein serskúla,
og Det Danske Kulturinstitut
peikaði altso á Fjordskolen
fram um aðrar serskúlar í
Danmark.
– Skúlan hava vit fingið
viðmældan frá støðum, sum
arbeiða við børnum við
somu trupulleikum, segði
samskiparin Helle Rønne
frá Det Danske Kulturinsti
tut við Venstrebladet í farnu
viku. Det Danske Kultur
institut er ein stovnur, sum
umvegis danska Mentamála
ráðið fær árliga statsjáttan.
At Det Danske Kultur
institut velur Fjordskolen
fram um aðrar líknandi skúl
ar í Danmark, fegnast Ing
vald á Kamarinum sjálvsagt
um.
– Jamen tað er gott at
hoyra, at onkur virðismetir
tað arbeiði, vit gera, sigur
Ingvald á Kamarinum sam
bært blaðnum. Hann vísir í
greinini á, at skúlin í stóran
mun er skipaðir eftir før
oyskum “metodum”, sum
tikið verður til. – Og tað
riggar væl í Danmark, sigur
Ingvald á Kamarinum.
Ynskja Ingvald
til Onglands
Ingvald
á
Kamarinum
gleddi seg sjálvsagt til for
kunnugu vitjanina. Tá miku
dagurin var av, vóru tað ong
lendingarnir sum gleddust.
– Eitt fantastiskt konsept,
søgdu teir millum annað.
– Eg haldi Fjordskolen
við 17 næmingum hevur
eina góða stødd. Eg haldi
eisini skúlin hevur nøkur
frálík hugskot, tá tað kemur
til at “fanga” næmingarnar,
segði
Dan
Rowell
frá
Sacred Heart Catholic High
School, ein gentuskúli við
1200
næmingum,
við
Ventrebladet mikudagin.
Tað var altso »lutter ros
er«, sum Venstrebladet tek
ur
til,
til
Fjordskolen.
Nakrir
av
lærarunum
spurdu enntá Ingvald, um
hann ikki hevði ætlanir um
at opna ein líknandi skúla í
Onglandi, tí so høvdu teir
søkt um starv har.
– Hetta er ein góð kensla.
Vit eru errin skúlans vegna,
og næmingarnir hildu tað
vera spennandi, at fólk eru
komin allan vegin úr Ong
landi at vitja okkum, sigur
Ingvald á Kamarinum.
Ingvald á Kamarinum
hevur gjørt eitt útkast
til, hvussu ein ser
skúli í Føroyum kann
síggja út, men úr
Mentamálaráðnum
hoyrir hann ikki eitt
orð
MENTAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ingvald á Kamarinum hevur
saman við øðrum frá Fjord
skolen verið í Føroyum og
kunnað um virksemi sítt.
Millum annað var kunnandi
fundur í Miðlahúsinum í
Vágsbotni, har nógv fólk
vóru og lýddu á. Eisini hev
ur Ingvald á Kamarinum
verið á fund við Mentamála
ráðið og greitt frá sínum
virksemi, umframt at hann
hevur gjørt eitt útkast til
teirra um, hvussu ein ser
skúli sum Fjordskolen kann
skipast í Føroyum.
– Men eingin svarar upp
á nakað. Tað er støðan beint
nú. Um tú ringir ella skrivar,
har er eingin reaktión, ikki
eitt orð, harmast Ingvald á
Kamarinum. Hann vildi
heldur enn fegin hjálpt til
við at fingið ein serskúla
upp at standa í Føroyum, og
hann sigur seg eisini vita, at
tað er stórur tørvur á einum
tílíkum tilboði.
– Tað er heilt víst brúk
fyri slíkum. Og út frá sam
røðum við foreldur og skúla
leiðarar í Føroyum veit eg,
at talan er um millum 60 og
100 føroysk skúlabørn, sum
í øllum førum mangla eitt
tílíkt tilboð, sigur Ingvald á
Kamarinum. Tí
undrast
hann eisini á, at einki sær út
til at henda á økinum.
– Tá fólk koma allan veg
in úr Onglandi at hyggja eft
ir okkara virksemi, so undr
ist eg á hvør orsøkin er, at
Mentamálaráðið ikki rea
gerar
upp
á
mínar
fyrispurningar og útkast.
Møguliga meta tey, at
Fjordskolen ikki er eitt nóg
gott tilboð. Men so mugu
tey
hava
eitt
betri
alternativ.
– Ella er tað rætt og slætt
vantandi
áhugi
teimum
børnum, sum hava tørv á
hesum sertilboðum. Kanska
heldur man tað er í lagi, at
støðan í føroyska fólkaskúl
anum er sum hon er, sigur
Ingvald á Kamarinum spyrj
andi.
– Í hvussu so er haldi eg
tað vera vánaligt, at vit ikki
innsíggja trupulleikan og
gera okkurt við hann, sigur
leiðarin á Fjordskolen av
gjørdur.
Dansk Kulturinstitut peikar
á føroyskan serskúla
Mentamálaráðið svarar ikki
– Tá fólk koma úr Onglandi
at hyggja eftir okkara
virksemi, so undrist eg
á hvør orsøkin er, at
Mentamálaráðið ikki reagerar
upp á mínar fyrispurningar,
sigur Ingvald á Kamarinum
Mynd: Rólant Waag Dam
»Englændere begejstrede for Fjordskolen« skrivaði Venstrebladet í farnu viku
Mentamálaráðið:
Eitt
tilboð
kemur
í skúla
árinum
Tað eru onnur
enn Ingvald á
Kamarinum, sum
eru áhugað í at
veita børnum við
atferðartrupulleikum
serlig tilboð, men
hesi fáa øll fundarboð
í næstum, sigur
Mentamálaráðið
MENTAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Olaus Jespersen, leiðari
á fólkaskúladeildini í
Mentamálaráðnum, sig
ur, at Mentamálaráðið
arbeiðir við spurningin
um um at fáa eitt serligt
tilboð tið næmingar við
atferðartruplum næming
um. Ingvald av Kamari
num og Fjordskolen er
ein av teimum, sum hava
víst áhuga, men tað eru
fleiri onnur eisini.
– Og vit ætla at hava
ein fund við hesi áhugaðu
fólkini ein av fyrstu døg
unum, sigur Olaus Jesper
sen.
Mentamálaráðið
hevur tó ikki givið fund
arboð enn, men tá fund
urin skal vera um ikki so
langa tíð, fáa fólk helst
boðini skjótt.
Olaus Jespersen vísir
á, at landsstýrismaðurin
ikki fekk neyðugu heim
ildirnar fyri at kunna at
veita næmingum við at
ferðartrupulleikum serlig
tilboð, fyrr enn 7. juni í
ár. Í dag skriva vit 30.
oktober, men framvegis
er einki ítøkiligt hent á
økinum. Olaus Jespersen
metir tó, at vit í hesum
skúlaárinum
kunnu
rokna við onkrum tilboði
til næmingar við atferðar
trupulleikum.
– Tað verður tað nokk,
og pengar eru eisini til
tað, sigur hann. Talan er
tó ikki um meiri enn eina
hálva millión – tað vil
siga nakað sum minnir
um tvær læraralønir. Tað
ljóðar ikki av nógvum,
men sambært Olaus Jesp
ersen verður tað tilboðið,
sum kemur, fyri hesar
500.000 krónurnar.