mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 • Bilblaðið oktober 2007
Postverk Føroya
eigur eina stóra
vælvirkandi
bilpark, sum er ein
týðandi liður í
at posturin kemur
í hvønn krók í
landinum, og í
at Fraktdeildin
kann bjóða eina
tænastu á høgum
støði í samstarvi
við altjóða
flutningsfyritøkur
Meðan flestu fólk liggja í sínum trygga
svøvni, møta tey fyrstu starvsfólkini á
Posthúsinum á Óðinshædd í Havn klokkan
fýra um morgunin til at sortera post, sum
skal berast út kring landið.
Tá posturin er klárur, verða búr við
bræv- og pakkaposti sett við tey ymisku
portrini, har bilarnir koyra út frá. Síðan møta
bilførararnir og gera sínar bilar klárar og til
postflutning til tey ymisku støðini.
Klokkan seks koyra so bilarnir av
posthúsinum við posti til Sandoyar, Vágar,
Eysturoy og í Norðoyggjar. Postbilarnir
hava fastlagdar rutur og fastar tíðir, tá teir
skulu vera við tey ymisku posthúsini. Fyri at
postboðini í teimum ymisku bygdunum og
landpostboðini, skulu kunna bera postin út til
tíðina, er tað neyðugt, at postbilarnir halda
tær ásettu tíðirnar. Posturin til Suðuroyar fer
um kvøldið við Smyrli.
Sterk fýrsmæra
Umframt flutning av posti hevur Postverkið
eisini eina vinnudeild, Fraktdeildin, sum
tekur sær av farmaflutningi fyri vinnukundar
heima og uttanlands.
Deildin hevur eitt væl skipað flutningsnet
við egnum bilum, serkønum starvsfólki
og samstarvar við starvsfelagar bæði
uttanlands og í Føroyum og røkkur í hvønn
krók í landinum umframt flest øll støð í
heiminum.
Postverkið hevur neyvt samstarv við
Post Danmark og altjóða samband við
postverk um allan heim. Postverkið
samstarvar eisini við DSV, sum er ein av
størstu flutningsfyritøkum í Evropa og
hevur samstarvsfelagar kring allan heim,
og við DHL, ið er eitt av heimsins størstu
flutningsfeløgum, sum burturav arbeiða við
skundflutningi. DHL hevur meira enn 250
flogfør, 17.000 bilar og 70.000 starvsfólk.
Postverk Føroya, Post Danmark, DSV
og DHL vera marknaðarførd sum ein sterk
fýrsmæra. Orsøkin til at fýrsmæran verður
brúkt er at meðan smærur við trimum
bløðum er ein vanlig sjón, er ein smæra við
fýra bløðum sera sjaldsom at finna og sigst
at veita tí eydnu, sum finnur hana.
Bilarnir hjá Postverki Føroya eru kendir
fyri at vera sera væl hildnir og at umboða
fyritøkuna væl. Í eini kanning, sum
næmingar á Føroya Handilsskúla gjørdu fyri
nøkrum árum síðan, vóru postbilarnir valdir
sum besta »brandið« hjá einari føroyskari
fyritøku.
Postverkið er ein væl virkandi stovnur við
umleið 50 størri og smærri bilum til koyring
av posti og frakt kring landið, umframt
skutarar til postútberingina.
mg
Posturin kemur í hvønn krók í landinum.
Tað er tó ikki vanligt at stóru flutnings
bilarnir koyra til Nólsoyar, sum her tá ein
Scania postbilur var har í sambandi við
Ovastevnuna í ár
Mynd: Oddni Strøm
Postverk Føroya:
Væl skipaður flutningur